Limir heiðraðir og kantata framførd

Leygardagin hátíðarhelt Føroya Lærarafelag 100 ára dag sín. Hátíðarløtan var úti á Frælsinum í Læraraskúlanum og á skránni var felagssangur, røður, heiðran av limum, kaffi, køkur og sherry og kanska mest forkunnugt og lokkandi ein kantata, ið Pauli í Sandagerði og Aleksandur Kristiansen høvdu smíðað ávíkavist lag og orð til.

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Andras Samuelsen metir, at eini 150 fólk høvdu leitað sær út á Frælsi at halda dagin hjá felagnum.

Hetta metir formaðurin vera á góðari leið, tí landskappingin í fótbólti fekk sín spennandi endabrest sama dag og ikki er óhugsandi, at summir av limum felagsins eru setstir aftur, tí veðrið var gott og hetta er tíðin tá menn hugsa um veðrar og slakt.


Limir heiðraðir

Umframt at varaløgmaður og onnur hildu røðu, so var eisini heiðran av limum á skránni.

8 fyrrverandi formenn í Føroya Lærarafelag vórðu heiðraðir undir hátíðarhaldinum leygardagin. Hesi vóru Johannes Andreas Næs, Hans Kristiansen, Eilif Samuelsen, Marita Petersen, Hans Trygvi Teirin, Inga Høgenni, Esmar Berg og Jenny Lydersen.

Eisini 3 fyrrverandi formenn í Bókadeildini vóðru heiðraðir. Hesi vóri Jóhannes Enni, Svenning Tausen og Ingrid Sondum.

Øll fingu tey gullnál, ið bar myndina av flammuni, ið er merki felagsins. Umframt fingu tey heiðursbræv, har felagið takkaði fyri trúgva tænanstu.


Kantatan

Andras L. Samuelsen sigur, at eisini framførslan av kantatuni, ið Pauli í Sandagerði og Aleksandur Kristiansen skrivaðu felagnum til framførslu hátíðardagin, var væleydnað eftir hansara tykki.

Sum vanligt er, so verður slík kantata bert framførd einaferð og kór, solistar og tónleikarar framførdu kantatuna væl, sigur Andras L. Samuelsen.

Hann metir somuleiðis, at Pauli í Sandagerði og Aleksandur Kristiansen eru komnir væl frá uppgávuni at skriva eina kantatu til Føroya Lærarafelag.

Kórið hjá Paula í Sandágerði, Karmina Maritima, sang verkið.

Í skránni var gjørt vart við, at Saga Petroleum hevði stuðlað hesum partinum í skránni.

Men við ella uttan olju, so tykist dagurin og hátíðarhaldið hjá Føroya Lærarafelag at hava gingið smidliga og væl og tiltakið var væleydnað.