Hansen. Bárður J. Hansen var við í uppspælinum, tá ið Philip Djordjevic eftir lítlari løtu skoraði til 2-1 og 3-1. Í fyrra førinum var tað eftir horna í høgru og klumpspæl, og í seinna førinum var tað við fínum [...] og í tí eina førinum rakti Karstin Højgaard í stólpan aftanfyri nýggja B68 málverjan Fríða Sigurðsson. Hóskvøldið vandi Hákun Edmundsson fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum saman við liðfeløgunum í bar [...] Tá ið teir í góðveðrinum í Sarpugerði fóru at hvíla seg, vísti máltalvan 1-0 til Skála. Harvið kundi tað sæð út til, at kappingarbyrjanin hjá Víkingi fór at roynast soleiðis, sum hon so ofta hevur gjørt
At Víkingur ikki framvegis er við í FM kappingini kemst eitt nú av úrslitunum fyrr í ár ímóti ÍF. Í Sarpugerði endaði tað 4. mai 1-1, og 4. august endaði tað 2-2 í Fløtugerði. Fuglfirðingar hava verið [...] tapið í Gundadali mikukvøldið ber við sær, at tað endaliga er staðfest, at Víkingur ikki røkkur fínari málmi enn bronsukrónunum í landskappingini. Eftir at hava vunnið tepran finalusigur á HB í steypa [...] sigri til HB. -At vit ikki vinna meiri enn bronsu í landskappingini kemst av úrslitunum í vár, tá ið vit aftur og aftur vóru partur av javnleikum og longu í fyrsta umfari taptu á heimavølli ímóti AB, staðfestir
fyrireikað okkum væl í Sarpugerði, og vit høvdu eina greiða ætlan um, hvussu vit skuldu loysa hesa uppgávuna, tá ið vit fóru frá húsum stutt eftir middag. Tað snúði seg um at fanga teir í uppspælinum og so [...] Tað var fagnaður í leguni hjá Víkingi, og tað var einki lag í heimaleguni, tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 0-3. -Eftir tap ímóti bæði KÍ og HB høvdu vit [...] vit ætlað at reisa okkum í dag, og vit hildu, at vit høvdu fyrireikað okkum væl. Ætlanin var, at vit skuldu spæla millum keturnar hjá teimum, og at vit ikki skuldu gera persónlig mistak, men tað var akkurát
Víkingi og Skála eru farnir undir tak at hvíla seg og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik í Sarpugerði. Tað er góður hýrur í Skála leguni, tí Skála er frammanfyri 1-0 við málinum, sum Edvin Jacobsen skoraði, [...] hevur ein rættiligan álopsspælara, nú Finnur Justinussen spælir í Danmark, og Jón Krosslá Poulsen, ið var ætlaður at taka yvir leiklutin í álopinum, er skaddur.
vunnu fyrr í ár 2-0 ímóti tykkum í Sarpugerði? -Trupulleikin hjá okkum ta ferðina var neyvleikin í royndunum upp á mál og neyvleikin í síðstu sendingunum, tá ið vit vóru um at spæla okkum í góðar støður [...] Tað ikki bara prutlar men kókar í fótbóltsgrýtuni í Klaksvík. KÍ er ovast á talvuni eftir tíggju landskappingardystir á rað við úrtøku. -Tað er óvæntað, at vit eru ovast, men vit fegnast saman við við [...] ímóti NSÍ, sum ikki var við í nærdystunum. Tað snýr seg nógv um, um tað fer at ganga fyri seg eftir teirra ella okkara treytum, sigur Víkinga venjarin. Víkingur verður á útivølli í øllum trimum dystunum fram
Jacobsen ---- Fyrsti dysturin í 2. umfari er í kvøld í Sarpugerði. Talan er um grannauppgerð millum Víking og NSÍ. Líkindini at spæla fótbólt eru hampuliga góð í Gøtu. Dómari í kvøld er Rúni Gaardbo. Fylgt [...] vilja, enn teir ljósabláu gjørdu í 1. hálvleiki. ---- 65 min. 3-1 NSÍ venjarin, Pauli Poulsen, hevur í einum høggi skift tríggjar spælarar út í roynd at venda óhepnu gongdini í 2. hálvleiki: Út eru farnir Jann [...] og Magnus Olsen. ---- 60 min. 3-1 Eftir at NSÍ í steðginum var á odda 1-0, er tað púra vent upp og niður upp á tingini í landskappingardystinum í Sarpugerði. Sølvi Vatnhamar javnaði til 1-1 fimm minuttir
Joensen. Seinastu ferðirnar hevur tað ikki gingið so væl við málskjótingina hjá teimum. Í kvøld var AB í Sarpugerði, og argjamenn fóru til hús við 5-0 tapi. Hálvleiksstøðan var 4-0, og tað glapp av álvara [...] handara stólpa stakk Martin seg fram og stútaði bóltin í málið. Víkingarnir vóru nógv meiri á bóltinum, men kanska løgdu teir ikki í at leggja so nógv fyri í álopspartinum, og argjamenn royndu sum frægast at [...] Tveir av regluligu málskjúttunum í Sarpugerði, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen, eru skaddir. Hinir tríggir, sum ofta plaga at skjóta mál fyri víkingarnar, eru Olaf Bárðarson, Sølvi Vatnhamar og
Tað gekk, sum tað við støðutalvuni í huga kundi roknast við, at tað fór at gera, tá ið Víkingur í dýrdarveðri seinnapartin í Sarpugerði hevði vitjan av 07 Vestur. Víkingur vann 4-1, og Víkingur er aftur [...] vinstru at seta bóltin í handara síðunetið. Tveir minuttir undan steðginum bríkslaði Alex Troleis fyri brotssparki til Víking. Bárður J. Hansen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var bakkur í høgru, legði innfyri [...] Nielsen, sum nú av álvara hevur vunnið seg aftur á liðið, eftir at hann var skaddur alt árið í fjør. 07 Vestur hevði í løtum gott tak á fótbóltsspælinum, men áðrenn hálvleikurin var hálvrunnin, var Víkingur
skaðaplágaður. Heini í Skorini er við aftur, eftir at hann var leikbannaður í heimadystinum ímóti TB. Tølini siga, at tað eru tvey lið í aldudalinum, sum í kvøld bresta saman í Sarpugerði. Í 8. umfari vann [...] verið nakað at reypa av. Sjey stig í seks dystum er ikki úrtøka, sum teir í sigursvanda felagnum eru nøgdir við. Fyri viku síðani var avrikið gott í Sarpugerði, og teir í HB vóru ikki nøgdir við 2-2. Hjá [...] sum undan kappingarbyrjan vórðu roknað at verða millum toppliðini, ið hittast í Sarpugerði í kvøld. Serliga meistararnir í B36 hava ikki livað upp til tað, sum tað frammanundan varð roknað við. B36 er
síðani sunnudagin hevur havt fokus á fyrireikingunum til avbjóðingina í Sarpugerði í dag, so vóru teir í Víkingi í sera tættari hálvfinalu í steypakappingini á Skála mikukvøldið. Tá vóru tríggir landsliðsspælarar [...] hvønn dags kostur í sigursvanda felagnum, men soleiðis er tað undan ferðini norður til Gøtu, har HB 8. mai og eftir brotssparkskapping varð varpað úr steypakappingini. Fleirfaldi metmaðurin í føroyskum fótbólti [...] Tað verður ikki roknað við, at teir vera førir fyri at spæla ídag. Tá ið hesi liðini hittust í øðrum umfari í Gundadali, var úrslitið 1-1.