Vodafonedeildin: Fyrsta lítla korterið eftir steðgin skoraði Víkingur tríggjar ferðir, og tað var nóg mikið at vinna øll stigini ímóti NSÍ. Eftir 1-0 leiðslu til NSÍ í 1. hálvleiki hevur Víkingur í kvøld á heimavølli vunnið 3-2 ímóti NSÍ.
Gestirnir løgdu seg stutt undan steðgin á odda við máli, sum Jann Martin Mortensen skoraði.
Fyrstu løtuna eftir hvíldina vístu heimamenninir so nógv størri vilja og áræði, og tá skoraðu teir trý mál.
Sølvi Vatnhamar javnaði til 1-1 eftir steðgin eftir innlegg úr vinstru.
Kaj Leo í Bartalsstovu legði Víking framum 2-1 við langskoti, sum streyk inn við stólpanum.
Og lítla løtu seinni var tað Finnur Justinussen, sum eftir innlegg úr vinstru stýrdi bóltin í málið til 3-1.´
Í yvirtíðini minkaði miðverjin Jens Joensen um munin til 3-2 eftir innlegg frá innskifta Debes Danielsen. Teir gulu megnaði ikki meiri, og tí eru teir nú á veg út aftur um Gøtueið við ongum.
Úrslitið ber við sær, at bæði liðini hava trý stig, eftir at tey hava spælt eina ferð á heimavølli og eina ferð á útivølli.
Víkingur-NSÍ 3-2 (0-1)
0-1: Jann Martin Mortensen 40.
1-1: Sølvi Vatnhamar 48.
2-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 54.
3-1: Finnur Justinussen 58.
3-2: Jens Joensen 90.+2.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus (Hanus Jacobsen, 78.) - Sølvi Vatnhamar, Evrard Blé, Símun Hansen, Sam Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu - Finnur Justinussen
Gult kort: Símun Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Bárður Hansen
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar T. Hansen - Jann Martin Mortensen (Árni Frederiksberg, 64.), Abdul Razak Ismail (Magnus Olsen, 64.), Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Mamuka Toronjadze (Debes Danielsen, 64.), Christian Høgni Jacobsen
Gult kort: Jústinus R. Hansen
---------
90 min.
3-2: Jens Joensen
Í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat, er spenningur komin í aftur. NSÍ hevur nógv fólk frammarlaga á vøllinum. Innskifti Debes Danielsen legði innfyri úr høgru, og miðverjin Jens Joensen skoraði.
Teir spæla framvegis.
----
80 min. 3-1
Støðan er framvegis tann sama. Heimaliðið hevur eftir steðgin sýnt heilt annan hugburð og vilja, enn teir ljósabláu gjørdu í 1. hálvleiki.
----
65 min. 3-1
NSÍ venjarin, Pauli Poulsen, hevur í einum høggi skift tríggjar spælarar út í roynd at venda óhepnu gongdini í 2. hálvleiki:
Út eru farnir Jann Martin Mortensen, Mamuka og Razak.
Inn eru komnir Árni Frederiksberg, Debes Danielsen og Magnus Olsen.
----
60 min. 3-1
Eftir at NSÍ í steðginum var á odda 1-0, er tað púra vent upp og niður upp á tingini í landskappingardystinum í Sarpugerði.
Sølvi Vatnhamar javnaði til 1-1 fimm minuttir eftir steðgin eftir innlegg úr vinstru.
Fimm minuttir seinni legði Kaj Leo í Bartalsstovu Víking framum 2-1 við langskoti, sum streyk inn við stólpanum.
Og aftur fimm minuttir seinni var tað Finnur Justinussen, sum eftir innlegg úr vinstru stýrdi bóltin í málið.
-----
45 min.
0-1: Jann Martin Mortensen 45.
NSÍ hevur lagt seg á odda. Liðformaðurin, Christian Høgni Jacobsen, fór fram mitt eftir vøllinum, spældi eitt sindur í høgru til miðvallaran í høgru, Jann Martin Mortensen, sum smekkaði til, og bólturin sat í kassanum.
---
30 min.
0-0
Heimaliðið hevur verið eitt sindur omaná, men tað tykist hava javnað seg út. Fáir og smáir málmøguleikar.
---
10 min.
0-0
Tað hevur verið tætt, og enn hava málmøguleikarnir ikki verið serliga stórir.
Víkingur-NSÍ kl. 18.00
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus - Sølvi Vatnhamar, Evrard Blé, Símun Hansen, Sam Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu - Finnur Justinussen
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar T. Hansen - Jann Martin Mortensen, Abdul Razak Ismail, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Mamuka Toronjadze, Christian Høgni Jacobsen
----
Fyrsti dysturin í 2. umfari er í kvøld í Sarpugerði. Talan er um grannauppgerð millum Víking og NSÍ.
Líkindini at spæla fótbólt eru hampuliga góð í Gøtu.
Dómari í kvøld er Rúni Gaardbo.
Fylgt verður við dystargongdini.










