Tað eru tvey av liðunum, sum undan kappingarbyrjan vórðu roknað at verða millum toppliðini, ið hittast í Sarpugerði í kvøld. Serliga meistararnir í B36 hava ikki livað upp til tað, sum tað frammanundan varð roknað við. B36 er ellivu stig frá toppsessinum, og harvið tykjast vánirnar fyri, at tað fyri fyrstu ferð skal eydnast at endurvinna FM heitið, ikki at vera góðar.
B36 hevur verið nógv skaðaplágað, og soleiðis er tað framvegis. Serliga meint hevur tað verið, at Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz, sum í fjør skoraðu 29 av 63 málum, ikki hava verið førir fyri at spæla við fullari ferð. Teir eru framvegis plágaðir av skaðum, men teir vera báðir í ferðalagnum norður til Gøtu í kvøld.
Í fjør vóru Odmar Færø og Jonas Flindt Rasmussen sannførandi miðverjugreipa. Higartil í ár hevur Odmar verið burturstaddur, og nógvu tær seinastu ferðirnar hevur Jonas ikki verið við, tí hann hevur verið skaddur. Í kvøld verður Odmar partur av B36 liðnum, meðan Jonas framvegis er skaðaplágaður.
Heini í Skorini er við aftur, eftir at hann var leikbannaður í heimadystinum ímóti TB.
Tølini siga, at tað eru tvey lið í aldudalinum, sum í kvøld bresta saman í Sarpugerði. Í 8. umfari vann B36 3-0 heimasigur á Víkingi. Inntil tá hevði tað gingið sum eftir ánni hjá Víkingi, sum ikki hevði tapt í sjey teimum fyrstu royndunum og tá var sannførandi oddalið.
Tað varð roknað við, at sigurin á Víkingi var signalið um, at nú fór tað at roynast betri hjá B36, men tølini siga, at gongdin síðani tá hevur verið alt annað enn góð hjá Víkingi og B36.
Síðani tá hevur B36 úrtøkan verið seks stig í seks dystum, og Víkingur hevur vunnið sjey stig í seks dystum.
Víkingarnir eru illa sølaðir undan síðstu uppgerðini undan stutta summarsteðginum, tá ið bæði Víkingur og B36 skulu royna seg í europeisku kappingunum. Tríggir av teimum, sum verða roknaðir millum lyklaspælararnar, eru leikbannaðir. Tað snýr seg um liðformannin Atla Gregersen og miðvallarstríðsmenninar Evrard Blé og Hans Jørgen Djurhuus. Stútti vongverjin í vinstru, Hanus Jacobsen, hevur verið nógv skaðaplágaður, og hann var ikki við fyri viku síðani.
Tá ið Víkingur og HB síðsta sunnudag spældu í Sarpugerði, var úrslitið 2-2. Uppgerðin var darvað av nógvum vindi av landnyrðingi, sum er herviligur í Gøtudali, og tað vóru fleiri, sum undraðust á, at dysturin ikki varð útsettur frá sunnudegnum og til mánakvøldið.
Forsøgnin sigur, at hann aftur í kvøld verður landnyrðingur, og at vindferðin verður stór!
Á kambinum og í dalinum
Meðan KÍ hevur fingið fult fýra tær seinstu ferðirnar, so eru tað 360 minuttir síðani, at FC Suðuroy seinast skoraði eitt mál.
Tað er liðið, sum nógvu tey seinastu umførini hevur havt bestu gongdina, ið vitjar á Vágseiði í morgin. KÍ hevur vunnið fulla úrtøku burtur úr fýra teimum seinastu umførunum, og síðani eyðmýkjandi 5-0 tapi í Gundadali ímóti HB, hevur KÍ einki mál latið fara ígjøgnum í trimum dystum, og tá ið tað stóð nógv á, so koppaði tað klaksvíkingum til fyrimunar, og teir fóru úr Gundadali við 3-2 sigri ímóti meistarunum í B36.
Hjá FC Suðuroy hevur gongdin verið heilt øðrvísi, enn hon hevur verið hjá KÍ. Nú eru tað 360 minuttir síðani, at suðuroyingarnir seinast skoraðu, og teir hava einki stig fingið burtur úr seinastu trimum umførunum. Síðsta málið skoraði liðformaðurin Palli Augustinussen í fyrsta minutti í heimadystinum ímóti Víkingi 10. juni. Úrslitið ta ferðina var 1-1.
Hetta var í fyrstu royndini, eftir at FC Suðuroy hevði skift venjara, og tá varð roknað við, at hetta kanska fór at vera fyrsta stigið á vegnum ímóti bjarging. Soleiðis hevur tað víst seg ikki at vera, og nú kappingin er meiri enn hálvrunnin, bíða tey á Vágseiði framvegis eftir fyrsta sigrinum.
Hjá KÍ er vongverjin í høgru Álvur F. Christiansen leikbannaður. Allir FC Suðuroy spælararnir eru tøkir. Tá ið liðini hittust í Klaksvík 13. mai var úrslitið 5-1 heimasigur.
Nýggjur heimavøllur á Svangaskarði
Tað er fyrst og fremst stríðið um at sleppa undan hóttanini av niðurflyting, sum er á dagsskránni, tá ið TB í morgin vitjar B68 á nýggja graslíkinum á altjóða vøllinum á Svangaskarði. Hóast kærkomna sigurin ímóti NSÍ á útivølli fyri viku síðani, so er B68 framvegis undir strikuni. TB er trý stig frammanfyri B68, og tí er tað týdningarmikið hjá TB ikki at tapa á Svangaskarði.
Tølini siga, at tað er sjáldan, at tvøramenn fara krøktir til hús aftur, eftir at hava roynt seg á útivølli. TB hevur seks ferðir verið á útivølli higartil í ár, og tað er bara eftir fyrstu ferðina norðanfyri – eftir 2-0 tap í Runavík – at einki stig er fingið til høldar. Merkisvert er tað eisini, at TB framvegis eigur fyrsta sigurin á útivølli á. Allar hinar fimm ferðirnar hevur úrslitið verið javnleikur, og ikki minst fyri viku síðani var talan um gott avrik, tá ið tað í Gundadali eydnaðist at greiða 1-1 ímóti meistarunum í B36.
B68 hagtølini á heimavølli eru einki at reypa av. Í seks royndum hevur tað bara eydnast at vinna eina ferð – 3-2 ímóti NSÍ.
Stóri trupulleikin hjá B68 hevur higartil verið, at nógvir spælarar hava verið skaðaplágaðir, men nú er farið at lýsna. Í 2-0 sigrinum í Runavík vóru allir tøkir uttan Jann Ingi Petersen. Framrættaðu Keita og Ukpei vóru við partar av dystinum.
Tølini siga, at verjuparturin hjá B68 ikki hevur verið sannførandi. Tí eru toftamenn serliga fegnir um, at tað í Runavík eydnaðist at halda tætt. Jóhan Dávur Højgaard og Oddur Højgaard stóðu seg væl í miðverjuni. Einar Hansen var leikbannaður fyri viku síðani. Nú er hann tøkur aftur.
Hjá TB eru allir spælararnir tøkir. Í gjár boðaði felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við Nenad Stankovic, sum er gamal kenningur í føroyskum fótbólti. Eitt nú hevur hann umboðað B68.
Í 8. umfari vann TB 3-1 á B68 við Stórá í 120 ára føðingardagsdystinum.
Tað stendur nógv upp á spæl á Varmakeldu
HB hevur 22 stig, og ÍF hevur 21 stig á ávikavíst fjórða og fimta plássi. Víkingur er á triðja plássi við 26 stigum. Tí er setningurin hjá bæði HB og ÍF at vinna og harvið at styrkja um fyritreytirnar næsta ár at vera við í europeisku kappingunum, sum hvørki av liðunum er partur av í ár.
Tølini siga, at fuglfirðingar tær seinastu ferðirnar hava havt gott tak á havnarmonnunum. Fyrr í ár vant ÍF burturúr HB í Gundadali, har úrslitið var 4-1 til ÍF, og tað var bæði merkisvert og minniligt, tá ið ÍF í síðsta umfari í fjør við 7-1 heimasigri so rudduliga staðfesti, at HB kappingarárið var total katastrofa.
Eftir stórtapið á heimavølli ímóti ÍF hevur gongdin hjá HB ikki verið nakað at reypa av. Sjey stig í seks dystum er ikki úrtøka, sum teir í sigursvanda felagnum eru nøgdir við.
Fyri viku síðani var avrikið gott í Sarpugerði, og teir í HB vóru ikki nøgdir við 2-2.
Hjá ÍF hevur úrtøkan heldur ikki verið nakað at reypa av síðani góða avrikið í Gundadali. Átta stig í seks dystum og heimavøllurin hevur ikki verið serligur skansi.
Undan uppgerðini ímóti HB er ÍF skaðaplágað. Danski álopsspælarin Simon Skibsted, sum í trettan dystum hevur skorað fýra mál og harvið er næstbesti ÍF málskjúttin, er illa skaddur. Hann er farin aftur til Danmarkar, og tað verður ikki roknað við, at hann verður at síggja aftur í reyðu ÍF troyggjuni.
Miðvallarálitismaðurin Høgni Madsen noyddist av vøllinum longu í 10. minutti, tá ið ÍF fyri viku síðani tapti 1-0 í Klaksvík. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni, og fyrrapartin í dag varð tað mett at vera lítið sannlíkt, at hann verður tøkur í morgin.
Ofta vísir tað seg tó, at spælarar, sum hava verið illa fyri, kortini eru tøkir, tá ið tað ræður um. Eitt gott dømi um ein, sum ofta hevur verið skaðaplágaður, men kortini er á vøllinum, tá ið tað ræður um, er Bartal Eliasen. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni, men kortini vóna teir í Fuglafirði, at hann verður førur fyri at spæla ímóti HB.
Nenad Saric hevur verið plágaður av skaða. Hann var á beinkinum alla tíðina ímóti KÍ, og hann er tøkur at spæla ímóti HB.
Tað hevur ljóðað, at HB skal styrkja um liðið, nú flytingarvindeygað aftur er opið, men enn er eingin fráboðan komin úr Gundadali. Rógvi Poulsen, sum plagdi at vera ein av eyðsýndu miðvallarunum, hevur vant við HB.
Tølini siga, at tað serliga er í verjupartinum, at tað haltar. Nítjan mál eru farin ígjøgnum, og tað eru fleiri enn hjá øllum hinum seks, sum higartil ikki hava verið tyngd av hóttanini av niðurflyting. Sambært góðum keldum í Gundadali sigst, at verjuálitið hjá FC Suðuroy, Heini Vatnsdal, er gott boð upp á nýggjan HB miðverja, men hesi tíðindi eru ikki váttað.
Nú stendur á hjá NSÍ
Tað er botnur ímóti toppi, tá ið NSÍ í kvøld tekur ímóti EB/Streymi. Teir í Sundalagnum eru topplið, og tað er ikki minst á útivølli, at EB/Streymur hevur staðið seg væl. Higartil í ár hevur toppliðið verið sjey ferðir á útivølli, og úrtøkan er 18 stig . Seks ferðir á rað eru teir í EB/Streymi farnir norður aftur til Margáir við fullari úrtøku. Tað var bara í fyrsta útidystinum, sum var í Sarpugerði, at tað ikki eydnaðist at vinna. Ta ferðina vann Víkingur 2-1.
Hjá EB/Streymi vóru veteranarnir Egil á Bø og Sorin Anghel ikki við, tá ið liðið við 2-0 sigri á FC Suðuroy á Jóansøku kom aftur á beint eftir heimatap ímóti Víkingi. Pætur Dam Jacobsen var á beinkinum. Hann er ikki enn komin heilt fyri seg eftir skaðan, sum leingi hevur plágað. Nú er Sorin Anghel tøkur aftur eftir leikbannið fyri viku síðani.
Meðan tað hevur roynst væl hjá EB/Streymi á útivølli, so hevur úrtøkan hjá NSÍ á heimavølli verið soltin. Higartil hevur tað bara eydnast at vinna ímóti TB og B36. Støðan í stríðnum fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyting gjørdist verri, tá ið NSÍ fyri viku síðani lá undir 2-0 á heimavølli ímóti grannunum í B68.
Eingin NSÍ spælari sá gula kortið ímóti B68, og teir í Runavík eru fullmannaðir, nú teir í kvøld skulu stríðast ímóti toppliðnum.
Felags fyri bæði NSÍ og EB/Streym er, at tey í næstu viku skulu í europeiska eldin. Takið hjá Kára Reynheim og Heðini Askham er at fáa spælararnar at varðveita fokus á uppgávuni í kvøld, áðrenn tað verður flutt á altjóða avbjóðingarnar í næstu viku, men tað verður ikki mett at vera nakar trupulleiki.
Tá ið NSÍ í 8. umfari vitjaði í Streymnesi, var talan um tætta uppgerð, sum endaði við 1-0 heimasigri. Egil á Bø skoraði einsamalla málið, tá ið ein lítil tími var farin.