Tað var fagnaður í leguni hjá Víkingi, og tað var einki lag í heimaleguni, tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 0-3.
-Eftir tap ímóti bæði KÍ og HB høvdu vit ætlað at reisa okkum í dag, og vit hildu, at vit høvdu fyrireikað okkum væl. Ætlanin var, at vit skuldu spæla millum keturnar hjá teimum, og at vit ikki skuldu gera persónlig mistak, men tað var akkurát soleiðis, at tað gekk. Teir steðgaðu okkum beinanvegin, fóru í mótálop og fingu brotsspark, og so varð tað tungt. Tá teir so kring steðgin skoraðu tvey mál, var tað einki at gera hjá okkum, sigur B36 miðvallarin Michal Przybylski., sum ásannar, at liðavrikið hjá B36 var einki at reypa av.
Annar av sentralu miðvallarunum hjá Víkingi er Noah Mneney. Hann fegnast um trivaliga sigurin, sum hann sigur ikki er so óvæntaður:
-Vit høvdu fyrireikað okkum væl í Sarpugerði, og vit høvdu eina greiða ætlan um, hvussu vit skuldu loysa hesa uppgávuna, tá ið vit fóru frá húsum stutt eftir middag. Tað snúði seg um at fanga teir í uppspælinum og so at gera skjótt av. Tá ið tað beinanvegin eydnaðist, gekk tað fyri seg eftir okkara treytum, og tað er hugaligt, at Andreas Lava Olsen er so óførur at skora mál. Sølvi Vatnhamar setti við brotssparki hol á, og hjá okkum yngru er tað óført at hava teir báðar, Sølva og Lava, at stuðla okkum saman við Atla Gregersen, sigur miðvallarin Noah Mneney hjá Víkingi.










