2-1 tapið í Gundadali mikukvøldið ber við sær, at tað endaliga er staðfest, at Víkingur ikki røkkur fínari málmi enn bronsukrónunum í landskappingini. Eftir at hava vunnið tepran finalusigur á HB í steypakappingini endaði tað hesa ferð við teprum sigri til HB.
-At vit ikki vinna meiri enn bronsu í landskappingini kemst av úrslitunum í vár, tá ið vit aftur og aftur vóru partur av javnleikum og longu í fyrsta umfari taptu á heimavølli ímóti AB, staðfestir Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen, sum er illa nøgdur við uppgerðina í Gundadali mikukvøldið.
Týdningarmikli miðvallarspælarin Hans Jørgen Djurhuus er leikbannaður í dag.
Fuglafirðingar vístu góðan hugburð ímóti B36, men tapið var stórt vónbrot:
-Vit mistu ivaleyst møguleikan at røkka europeiskum atgongumerkjum. Tað harmast vit um, tí vit kendu okkum at hava møguleikar at vinna. Nú ræður um at varðveita góða hugburðin, sigur ÍF spælarin Dánjal á Lakjuni.
At Víkingur ikki framvegis er við í FM kappingini kemst eitt nú av úrslitunum fyrr í ár ímóti ÍF. Í Sarpugerði endaði tað 4. mai 1-1, og 4. august endaði tað 2-2 í Fløtugerði.
Fuglfirðingar hava verið nógv skaðaplágaðir, og aftur í dag eru fleiri spælarar ikki tøkir. Fritleif í Lambanum, sum ikki var við mikukvøldið, er tøkur aftur. Ari Ó. Ellingsgaard er leikbannaður, og Heri Nesá er burturstaddur. Frank Poulsen og Poul N. Mikkelsen eru langtíðarskaddir.