heldur, at amerikanarar hava undirmett uppgávuna, og hann heldur tað vera rættiliga sannlíkt, at USA fer at enda sum tapari í krígnum í Irak. - Einum nýtist ikki at vera snillingur í krígssøgu fyri at skilja [...] skilja, at tað letur seg ikki gera at taka Bagdad við 120.000 hermonnum, sigur Martin van Creveld og sipar til, at amerikanarar og bretar hava einar 120.000 hermenn í Irak. Seinni hevur USA gjørt av at tvífalda [...] lesnaðinum hjá amerikanskum heryvirmonnum. Annars ásannar Creveld, at álopið hevur gingið skjótari enn væntað. Hetta er fyrstu ferð, at ein innrásarherur hevur tikið seg seg 400 kilometrar fram eftir minni
nógvar pengar fyri at selja rættindini at sjónvarpa frá Europa Cup fyri meistaralið. ? Upphæddirnar fara at minka, og talan verður um so mikið stórar skerjingar, at tað fer væl og virðiliga at síggjast aftur [...] aðalskrivari, á fundinum. At upphæddirnar fara at minka kemst ikki bara av, at fíggjarliga orkan hjá sjónvarpsstøðum sum heild er minkað ella rættari, at tey, sum eru áhugað í at bjóða upp á rættindini, [...] stórar upphæddir. Men vit skulu minnast til, at í UEFA høpi er hetta talan um minstu upphæddirnar, og vit rokna ikki við, at tað verður í teimum, at teir fyrst fara at skerja. Tað hevði ikki verið líkt politikkinum
KAPPRÓÐUR Teir høvdu bjóðað seg fram, men teir tordu ikki at rokna við, at tað skuldi eydnast teimum at vinna rættin at vera vertir fyri FM stevnum í kappróðri. Men hetta var júst tað, sum strandingar [...] hvussu tit fara at leggja róðurin til rættis? ? Hetta er púra nýtt. Tað er greitt, at vit hava ikki nógva tíð at leggja til rættis í. Kappingin verður hjá okkum í ár. Upprunaliga var ætlanin, at hetta skuldi [...] árið. Tí er neyðugt at fara undir fyrireikingarnar beinanvegin. Eitt tað fyrsta verður at heita á Matrikulstovuna um at máta okkum málið upp, sigur Anfinn Gærdum. Hvussu ætla tit at leggja málið? ? Skálamenn
inini í lógini hjá Dansifrøi stendur, at felagið er stovnað við tí í huga »at nøra og varðveita áhugan fyri gomlum dansum«. Tað liggur nær at hugsa sær, at tað at dansa gamlar dansir er gamaldags. Men [...] sleppa sjálvsagt tey ungu ikki við til veitslurnar hjá felagnum. At dansa er stuttligt og gevur góða rørslu, tað er eisini ein góður máti at koma burtur frá tí dagliga arbeiðsresinum ? Dansifrøi er eisini [...] og hava dansarar aðrastaðni frá eisini verið á vitjan. Dansifrøi er eitt áhugafelag. Tað vil siga, at alt, sum fer fram í felagnum, er eitt úrslit av tí virksemi, ið nevndin skipar fyri, og teirri undirtøku
og á Isle of Man. Hansara frítíðarítriv er at skriva, og hann hevur givið tvær bøkur út. Tær snúgva seg um ferðir hansara kring heimin, og hann fer møguliga at skriva eina bók um ferðir sínar til Føroyar [...] valdi hann at leggja leiðina aftur hendavegin til hesa maraton renningina. Steðgurin hesuferð var stuttur, tí longu sunnudagin fór hann av landinum aftur. ? Føroyar er eitt tað besta staðið at renna maraton [...] maraton kappingum. Hann er úr Baskalandinum í Norðurspania, men hann býr á Mallorka. ? Mær dámar væl at renna maraton í serstøkum støðum, sum onnur ikki fara til, sigur einasti spaniólin í kappingini leygardagin
tætt upp at verandi framleiðandi feltum á bretskum øki, og tí varð eisini mett, at her vóru bestu møguleikar at finna kolvetni. Við verandi og nýggju vitanini kann hugsast, at oljufeløgini fara at endurskoða [...] ðið um at leingja 9-ára loyvini. Hetta merkir, at feløgini hava als ikki slept vónunum at finna olju heldur tvørturímóti. At feløgini vilja brúka fleiri pengar til kanningar her kann merkja, at tey hava [...] nú ENI er um at vera liðugt at bora. Risastóra boriskipið Belford Dolphin hevur neyvan havt eydnuna við sær fyrstu ferð í føroyskum sjógvi og má metast, at møguleikarnir eru smáir fyri at gera eitt fund
Tað hevur ikki verið vanligt, at ólavsøkukonsertin er blivin varpað út til Føroya fólk á hendan hátt, men gongst tað sum ælta, so fer Rás 2 at syrgja fyri hesum. Tá ið vit tosaðu við tey í gjár var bara [...] sendingina, og tað var, um neyðugu linjurnar kundu leggjast til sendingina. Tað var tó mett, at hetta fór at koma upp á pláss. Umframt tónleikin og samrøður á staðnum, hevur Rás 2 eisini gjørt innsløg um
vit leygardagin spældu venjingardyst. Eg hevði roknað við, at teir fóru at vera stórir, sterkir og bulmiklir spælarar, og at tað mesta fór at ganga fyri seg í luftini, men soleiðis var tað als ikki. Teir [...] kt fótbóltsspæl fram eftir jørðini. Ætlar tú at skriva undir samstarvsavtalu við teir? ? Frá felagnum havi eg fingið at vita, at teir fegnir vilja hava, at eg skal spæla við teimum. Vit eru ikki lidnir [...] verið gjørt rættuliga fitt burturúr, at tað er landsliðsmálverjin hjá Føroyum, sum nú er í Partick Thistle. Lesararnir fáa at vita, at tað er rættuliga sannlíkt, at nýggi málverjin hjá felagnum seinni í
ið segði bretski forsætisráðharrin, at søgan fer at vísa, at USA og Bretland gjørdu rætt í at koyra stýrið hjá Saddam Hussein frá, sjálvt um tað skuldi víst seg, at irakski einaræðisharrin var ikki tann [...] eigur ikki bert at leiða, men má eisini lurta. USA eigur ikki at sleppa Evropa upp á fjall, men heldur at samstarva við Evropa, og tað skal USA gera við at sannføra Evropa og ikki við at geva boð, segði [...] Blair. Hann legði eisini stóran dent á, at amerikanarar og bretar kunnu ikki fara úr Irak, fyrr enn uppgávan er loyst. -Vit lovaðu irakum demokrati, og vit eiga ikki at fara haðani, fyrr enn vit hava hildið
Fiskirannsóknarstovuni vísir á, at vandi er nú fyri, at gýtingarstovurin serliga hjá toski kemur undir eitt lágmark, sum fer at hava við sær, at stovninum væl kann fáa trupulleikar at koma uppaftur. Hjalti sigur [...] góðum mánað síðan mældi til at skerja fiskidagatalið, tí veiðutrýstið var ov stórt. Nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eftir ólavsøku fer at leggja fram uppskot um, at varðveita sama fiskidagatal [...] tað ikki nøkur katastrofa her og nú, men tað kemur at hava við sær, at sveiggini verða nógv størri á toskastovninum komandi árini, enn um, man valdi at skerja fiskidagatalið komandi fiskiár, sigur Hjalti