Søgan fer at fyrigeva okkum

Tony Blair væntar, at søgan fer at fyrigeva USA og Bretlandi, at tey lupu á Irak.

Í einari søguligari røðu fyri amerikansku Kongressini fyrrakvøldið segði bretski forsætisráðharrin, at søgan fer at vísa, at USA og Bretland gjørdu rætt í at koyra stýrið hjá Saddam Hussein frá, sjálvt um tað skuldi víst seg, at irakski einaræðisharrin var ikki tann hóttan, sum amerikanarar og bretar søgdu hann vera.

Men Blair hevði eisini ein boðskap til George W. Bush, forseta og hinar amerikansku politikararnar.

-USA eigur ikki bert at leiða, men má eisini lurta. USA eigur ikki at sleppa Evropa upp á fjall, men heldur at samstarva við Evropa, og tað skal USA gera við at sannføra Evropa og ikki við at geva boð, segði Blair.

Hann legði eisini stóran dent á, at amerikanarar og bretar kunnu ikki fara úr Irak, fyrr enn uppgávan er loyst.

-Vit lovaðu irakum demokrati, og vit eiga ikki at fara haðani, fyrr enn vit hava hildið tað lyftið, segði Tony Blair, sum samstundis legði dent á, at bardagin ímóti yvirgangi verður ikki vunnin, fyrr enn tað eydnast at skipa varandi frið í Miðeystri.