Rás 2 ætlar at vera við

Rás 2 brynjar seg til at senda beinleiðis frá ólavsøkukonsertini. Ætlanin er at senda tónleik av pallinum, og fólk hjá rásini fara eisini at ganga millum fólk og millum tónleikarar fyri at gera samrøður

Tað hevur ikki verið vanligt, at ólavsøkukonsertin er blivin varpað út til Føroya fólk á hendan hátt, men gongst tað sum ælta, so fer Rás 2 at syrgja fyri hesum.
Tá ið vit tosaðu við tey í gjár var bara eitt ivamál um sendingina, og tað var, um neyðugu linjurnar kundu leggjast til sendingina. Tað var tó mett, at hetta fór at koma upp á pláss.
Umframt tónleikin og samrøður á staðnum, hevur Rás 2 eisini gjørt innsløg um ólavsøkukonsertina, sum verða send sunnukvøldið.
Ólavsøkukonsertin byrjar klokkan 21.00 og heldur fram til kl. 04.00 mánamorgunin.