Skilabetri at skert fiskidagatalið

Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at verður uppskotið hjá landstýrismanninum í fiskivinnumálum samtykt, so er vandi fyri, at gýtingarstovnurin hjá serliga toski kemur undir eitt lágmark, sum kann hava við sær, at hann fer at fáa trupulleikar at koma uppaftur.

Fiskirannsóknarstovan var ein av stovnum, sum fyri góðum mánað síðan mældi til at skerja fiskidagatalið, tí veiðutrýstið var ov stórt. Nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eftir ólavsøku fer at leggja fram uppskot um, at varðveita sama fiskidagatal komandi fiskiár, hevur Jacob Vestergaard sostatt valt at ganga tilmælinum hjá fiskirannsóknarstovuni ímóti.
Stjórin á fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, heldur tað hevði verið skilabetri at skert fiskidagatalið, enn hildið fast um sama tal sum í hesum fiskiári.

? Um uppskotið verður samtykt, so er tað ikki nøkur katastrofa her og nú, men tað kemur at hava við sær, at sveiggini verða nógv størri á toskastovninum komandi árini, enn um, man valdi at skerja fiskidagatalið komandi fiskiár, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni vísir á, at vandi er nú fyri, at gýtingarstovurin serliga hjá toski kemur undir eitt lágmark, sum fer at hava við sær, at stovninum væl kann fáa trupulleikar at koma uppaftur. Hjalti sigur seg kortini ikki vita heilt nær, tað lága markið er nátt, og tí kemur bara tíðin at vísa hvørjar avleiðingar uppskotið hjá Jakob Vestergaard kemur at hava fyri stovnin, sigur Hjalti í Jákupsstovu at enda.