Fara helst at hyggja norðureftir

Úrslitið av teimum fyrstu fýra brunnunum á landgrunninum nýtist als ikki at vera so dapurt, sum tað kann sýnast í fyrstu atløgu. Tað fær oljufeløgini og føroyska myndugleikar at vísa økjunum fyri norðan og vestan størri týdning. Stóri struktarnir her kunnu benda á stór oljufelt undir basaltinum

OLJULEITING
ANALYSA

Eftir øllum at døma verður 4. brunnurin á landgrunninum turrur og er tí enn ein vónbrot fyri tey, sum høvdu vónað og roknað við, at føroyska oljuøldin skjótt gjørdist veruleiki. Tað er so útlitið í løtuni, nú ENI er um at vera liðugt at bora. Risastóra boriskipið Belford Dolphin hevur neyvan havt eydnuna við sær fyrstu ferð í føroyskum sjógvi og má metast, at møguleikarnir eru smáir fyri at gera eitt fund, nú borað er ígjøgnum høvuðsmálið uttan at síggja nakað til olju. Men man skal ongantíð siga ongantíð, og tí kann ikki sigast við 100 prosent vissu her og nú, at brunnurin verður eitt vónbrot, fyrr enn borurin steðgar og verður tikin uppaftur.
Um vit ímynda okkum, at brunnurin er turrur, sum nógv tykist benda á, so merkir tað samtíðis, at tað, eftir at helvtin av teimum 8 brunnunum eru boraðir, ikki er staðfest lønandi fund. Kortini eru kolvetni staðfest í føroysku undirgrundini. Og tað hevur alstóran týdning fyri víðari leiting. Um úrslitið hjá BP varð sagt, at har vóru »good oilshows«, um úrslitið hjá Statoil varð sagt, at har vóru »traces of oil« og um úrslitið hjá Amerada Hess varð sagt, at tað var eitt »discovery«. Um brunnurin hjá ENI fer at koma undir nakra av hesum kategorium er ilt at siga. Men sum støðan sær út í løtuni er svarið noktandi.
Góðu tíðindini frá teimum fyrstu brunnunum eru, at vit hava fingið staðfest, at tað finst ein virkin kolvetnisskipan í føroysku undirgrundini. Men enn hava vit so ikki staðfest nakað lønandi fund. Her goymir seg so enn møguleikin fyri, at Marjunfundið kann vera lønandi, og her resta fleiri kanningar til at kunna gera eina endaliga niðurstøðu. Eftir hvat skilst, sita serfrøðingarnir hjá Amerada Hess samtakinum júst í hesi løtu og tulka úrslitið av teimum seinastu seismisku kanningunum. Hesar skulu so gera av, hvar og nær Hess fer undir enn eina boring til tess at kunna staðfesta, um Marjunfundið er lønandi oljufelt ella ikki.
Fyri fólk í oljuheiminum kemur tað neyvan óvart á, at Marimasbrunnurin hjá ENI og Føroya Kolvetni helst er turrur. Ein ávísur ivi tók seg upp eftir, at hinir tríggir brunnarnir vórðu boraðir eitt nú út frá jarðfrøðiligu modellunum vit kenna úr bretska grannalagnum, har tey bæði oljufeltini Foinaven og Schiehallion liggja. Upprunaliga løgdu oljufeløgini, sum fingu loyvi á landgrunninum, seg eftir at brúka hesi kendu feltini sum jarðfrøðiligt leitigrundarlag, hvat síðani hevur víst seg at vera óhaldbart. Trupulleikin hevur m.a. verið at finna neyðugu dekkløgini ella segl, sum kann goyma oljuna.
Hyggja vit so eftir loyvinum 002 hjá ENI (fyrr Agip), so varð hetta tann parturin av »Gullhorninum«, sum fægst boð vórðu uppá. Og í mun til hini økini stendur eisini bara ein brunnur til at verða boraður her í 1. loyvisumfarinum. Í hinum loyvunum er talan um ávikavist 2 og 3 brunnar. Tað hevur eisini ljóðað millum oljufólk, at lítið sannlíki varð fyri at gera nakað oljufund í OO2-loyvinum. Kortini verður eisini sagt, at ENI hevur gjørt eitt sera stórt og professionelt forarbeiði undan boringini. Tí má eisini metast, at hóast brunnurin er turrur tá avtornar, at boringin kortini fer at hava týdning fyri metingina av øllum økinum sum heild og tískil eisini fer at hava virði fyri framtíðar leiting á føroyskum øki. Alt hetta kann fáa okkum at broyta fyrr gjørdar metingar og niðurstøður og fáa okkum at síggja við øðrvísi eygum uppá eitt nú komandi leitiøki fyri norðan og vestan.
Bora á basaltinum!
Nú eru fýra brunnar eftir at bora í tí sokallaða »Gullhorninum« . BP tveir og Statoil og Amerada Hess hvør sín. Teir skulu so verða boraðir innan 2006, so man kann siga, at »góð« tíð er. Spurningurin er so bara, hvat henda »góða« tíð fer at verða brúkt til! Kann tað hugsast, at eitt felag sum BP, ið hevur satsað sera nógv uppá teir báðar brunnarnar báðumegin markið, Svínoy og Assynt, heldur enn at bora tveir brunnar aftrat í sama øki á landgrunninum, er sinnað til at taka onkran annan váða á seg, sum føroyskir myndugleikar eisini halda vera skilagóðan, nevniliga at bora longur norðari og møguliga inni á basaltinum! Hetta eru so enn spekulatiónir, men tær kunnu kortini hava hald í tí veruleika, at føroyskir myndugleikar og oljufeløgini sjálvi vilja fegin vita, hvat er undir basaltinum. At bíða til seismikkurin hevur loyst basaltgátuna kann koma at taka ov langa tíð.
Man kann kanska siga, at tað hevur verið »vanlukkan« við fyrstu leitingini á føroyskum øki, at hon øll endaði niðri í tí eina og avmarkaða økinum, sum fekk heitið »Gullhornið«. Men orsøkin var so tann, at her er einki ella lítið basalt, og hetta økið lá tætt upp at verandi framleiðandi feltum á bretskum øki, og tí varð eisini mett, at her vóru bestu møguleikar at finna kolvetni. Við verandi og nýggju vitanini kann hugsast, at oljufeløgini fara at endurskoða sínar arbeiðshættir og ætlanir. Tað nýtist tí als ikki at vera allari leiting eftir olju við Føroyar til stóran skaða, at 4. brunnurin helst er turrur.
Tað kann vera, at bæði oljufeløg og føroysku myndugleikar so smátt eru farnir at venda eyguni norðureftir. Og helst verður tað eisini her norðuri, at komandi leitiloyvi fara at verða latin. Tí eigur ein ikki at síggja ein turran brunn hjá ENI sum nakra vanlukku fyri framtíðar oljuleiting við Føroyar. Hann kann tvørturímóti hava við sær, at vit fara at royna nýggjar leiðir tvs. brúka vitanina vit hava fingið við verandi brunnum til at skilja onnur øki betri. Hetta er so ein partur av tí vísindini og kynstrinum, sum eitur oljuleiting.
9 ára loyvini
Bæði Statoil, Agip og Anadarko eru í løtuni í samráðingum við Oljumálaráðið um at leingja 9-ára loyvini. Hetta merkir, at feløgini hava als ikki slept vónunum at finna olju heldur tvørturímóti. At feløgini vilja brúka fleiri pengar til kanningar her kann merkja, at tey hava eina ella aðra vón um at gera fund undir basaltinum í sínum 9 ára loyvum. Man kann eisini siga, at fyri oljufeløgini, sum nú hava lisið av jarðfrøðina í Gullhorninum, er tað nú uppaftur meira áhugavert at fara undir basaltið fyri norðan og vestan.
Hetta kom eisini til sjóndar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum herfyri, har umboð fyri Statoil gjørdi vart við, at tað kunnu fjala seg stórir strukturar undir basaltinum, men enn er ov tíðliga at staðfesta tað, tí tørvur er á meiri og betri seismikki. Tann sannroynd, at Statoil sum fyristøðufelag fyri 9 áraloyvið saman við Anadarko, Shell, Petro Canada og Dong, í løtuni er í gongd við at skjóta seismikk á 9 ára loyvinum, ber eisini boð um hesar vónir. Eisini 9 ára loyvið hjá Agip í sama øki tykist at vera sera áhugavert.
Stóri spurningurin millum jarðfrøðingar í dag er, nú ein virkin kolvetnisskipan er staðfest, hvar oljan í føroysku undirgrundini er »migrerað« tvs. hvar er hon farin og hvar hevur hon lagt seg. Fleiri og fleiri jarðfrøðingar meta eftir teir fyrstu brunnarnar á føroyska landgrunninum, at olja er runnin norður og vestureftir og er at finna undir basaltinum. Hóast ringt er at síggja gjøgnum basaltið við verandi seismikki hómast stórir strukturar, sum kunnu vera stór oljufelt. Fyri at koma víðari her krevst betri seismikkur og boriteknikkur at bora gjøgnum basalt.
Bæði í 9 ára loyvunum hjá Statoil og Agip fyri norðan hómast meira klassiskir oljustrukturar enn teir leitað hevur verið eftir í Gullhorninum, og bendir nógv á, at brunnurin beint hinumegin markið, Cambo, 204/9 og 10, (sí tekning) har Amerada Hess er fyristøðufelag, er ein strukturur av slíkum slag. Tað ljóðar, at úrslitið av tí boringini er so mikið áhugavert, at ætlanin er at bora ein avmarkingarbrunn. Hesin kann fáa stóran týdning fyri 9 ára loyvini í føroyska økinum. Stórar vónir eru eftir øllum at døma til hesi 9 ára loyvini. Tað er uttan iva eisini ein av orsøkunum til, at Føroya Kolvetni var sinnað at fara úr 7% upp í 25% av ENI-loyvunum.
Framtíðin
Tað er ringt at meta um framtíðina fyri oljufundum á Atlantsmótinum. Men vit vita, at tað krevur tíð, orku og tol til at finna lønandi oljufelt í einum nýggjum leitiøki. Og fyri tað at fýra brunnar ikki hava givið nakað endaligt lønandi fund, so eru ikki allar súðir syftar. Fyri okkum hevur tað eisini týdning, hvat hendir í bretskum øki. Og longu mánaðarskiftið juli-august fara BP og Shell at seta borin í Ben Nevis prospektið har norðuri í bretskum øki miðskeiðis millum Føroyar og Noreg. Jarðfrøðingar og oljufeløg eitt nú í Føroyum fylgja hesi boring við stórum áhuga. Bæði tí at hon kann goyma stórar nøgdir av gassi í løgum, sum sannlíkt er finnast á føroyskum øki eisini, og tí at borast skal gjøgnum umleið 300 metrar av basalti eisini. Slík boring gjøgnum basalt hevur sjálvandi stórt virði fyri tey feløg, sum í framtíðini fara at bora gjøgnum basalt á landgrunninum.
Við hesum fýra brunninum er brúkt meira enn ein milliard krónur til oljuleiting í »Gullhorninum«. Og hóast eingin føroyskur oljudropi enn er komin til høldar, so verður hildið fram við at gera kanningar og leita ? til tað er staðfest, at olja og gass eru at finna í lønandi nøgdum í undirgrundini. Gott nokk vil ein turrur brunnur skapa mistreysti millum mong, her ikki minst politikararnar og teir stýrandi her á landi, sum helst høvdu sett sítt álit á eina skjóta oljuvinnu. Hinvegin er tað eisini ein staðfesting av tí veruleika, at oljuleiting krevur tíð og tol.