á Tvøroyri. Hann sigur, at tískil hevur býráðið samtykt at selja hesi 8 - 10 grundstykkini fyri sera, sera lagaligar prísir, sum hann tekur til. Nakað tal vil hann kortini ikki nevna. Hann heldur ikki [...] grundstykkini bíliga, tí fæst fólk at seta búgv, økir tað um skattainntøkurnar hjá kommununi. Men hann leggur afturat, at grundstykkini verða bara seld fólki, sum veruliga ætla at seta búgv í kommununi [...] hús frammanundan og sum ætla at keypa grundstykki afturat við handilsligum endamáli fyri eyga, sigur hann. Samstundis fáa tey, sum keypa grundstykkini, eitt rímiligt skotbrá at byggja sær hús, annars fella
har hann tók lut í EM-kappingini. Fýra sekund av metinum Tað var nokk ikki væntandi, at Andrass skuldi koma heim við nøkrum gullmerkjum, og tað gjørdi hann so heldur ikki. Men tíðirnar, sum hann svam [...] framúr, og í tveimum av trimum møguligum førum setti hann nýtt føroyskt met. Hósdagin varð kappast í 400 metra frí, og her gjørdi Andrass bart. Hann svam á mál í tíðini, 4.03,45, og tað var næstan 4 sekund [...] metra teininum, og eisini her gekst væl. Talan gjørdist tó ikki um nýtt met, men við tíðini, 53,46 var hann bert 5/100 sekund frá metinum. Seinasta kappingin var so sunnudagin, og aftur hesaferð gjørdist talan
seta til eitt slíkt skip, sigur Óli Hans Hammer Olsen. Men hann væntar, at talan verður um somu krøv sum til eitt innflutt skip. ?Men eitt er púra vist, leggur hann dent á. Vit skulu syrgja fyri at trygdin [...] og tær fyriskriftir, ES setir, sigur hann. ?Vit mugu so døma eftir besta førimuni. Men vit hava altíð verið konsekventir, og soleiðis verður eisini her, sigur Óli Hans Hammer Olsen, leiðari á Skipaeftirlitinum [...] meira ella minni. ?Men kortini eru vit í einum gráum øki, tá vit tosa um júst Jógvan S, sigur Óli Hans Hammer Olsen, leiðari á Skipaeftirlinum. Grundin er, at tað kann tykjast torskilt at siga, um skipið
m, segði hann. Hann takkaði tó Helenu Dam á Neystabø fyri tíðina sum formaður í flokkinum, hóast hon framvegis formelt er formaður, til nýggjur aðalfundur hevur verið. Eisini eftirlýsti hann størri aktiviteti [...] eftirlønin verður 70% av inntøkuni, pensionisturin hevur havt. Hvussu hon skal gerast heilt konkret gjørdi hann kortini ikki greitt á landsfundinum. Arvagranskingin skal í gongd heilt skjótt, segði Sámal Petur [...] greiddi Samal Petur í Grund frá, og nú er rættarmál komið burtur úr tí. Um røktarskipanina greiddi hann frá, at ein royndarskipan er í gongd á Sandi, har búfólkini á eldrabýlunum fáa útgoldið sína pensión
jarin eisini, at hann var sera vónsvikin. Hann legði tó dent á, at vónandi kundi hetta seta leikararnar eyka nógv upp til einmansleikirnar, og eftir úrslitunum at døma, so hevði hann eisini rætt í hesum [...] Erlandi Poulsen og Ragnari Rasmussen. Báðir vunnu teir seg fram til fjórðingsfinaluna, men her mátti hann kortini lúta fyri Mininnguaq Kleist. Hevði Ragnar vunnið hendan dystin, hevði talan verið um tvey [...] tvey føroysk heiðursmerki, tí tað eydnaðist nevnliga Erlandi at vinna sína fjórðingsfinalu, og hóast hann í hálvfinaluni máttik lúta fyri Frank Bagger, so vóru heiðursmerkini tryggjað við hesum. Í badminton
útgávuni. Onkir nýggir sangir Hans Poulsen hevur lagt tónleikin til rættis. Í november byrjaði Hans at spæla tónleikin inn, og hann hevur arbeitt við hesum líka síðani. Hann hevur spælt so gott sum allan [...] allan tónleikin inn sjálvur, og hann hevur eisini staðið fyri upptøku av sangunum. Teir flestu sangirnir eru kendir sunnudagsskúlasangir - men onkur nýggjur er eisini. Símun J. Hansen hevur gjørt ein sang [...] verða fylt av gleði. Jesus eigur størstu æruna fyri at henda fløgan kundi verða veruleiki - tí um Hann ikki var - so høvdu vit ikki havt nakað at sungið um, siga Anita og Oddmar Tausen. Í sambandi við
IM-norm, tá hann herfyri í Politiken Cup 2001 royndi seg millum leyvurnar. Hann hevði eina stak góða kapping, telvaði trygt ímóti sterkari mótstøðu og megnaði at vinna alla mótstøðu har hann var rating [...] soleiðis vildi lagnan tað ikki á hesum sinni. John Arni kann tó vera nøgdur við sítt avrik og fer hann longu í bardaga aftur tann 4. august í Bergen, sum einasta føroyska umboðið, tá NM verður telvað. [...] Psakhis og Nick deFirmian sum allir fingu hálvtníggjunda stig. Hini eisini væl við Herluf Hansen, Hans Kristian Simonsen og Miriam Olsen høvdu øll eisini eina góða Politiken Cup kapping. Serliga vísti
verið virkin í nevndini í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Hann var skrivari frá 1989 til 1992, so var hann næstformaður í 1993, og frá 1994 fram til 1997 var hann formaður í KÍ. [...] dagliga yrki fingist við nógvar stórar uppgávur. Millum annað eigur hann æruna av vakra umhvørvinum kring Christianskirkjuna, eins og hann hevur sín leiklut í arbeiðinum við lendingunum í Fugloy og Svínoy [...] fylti verkfrøðingurin og fyrrverandi KÍ-formaðurin, Árni Joensen, fimmti. Árni Joensen er gerðamaður. Hann er sonur Poul Joensen, Poul í Nirðristovu, sum í mong ár var skúlatænari í Klaksvík, og Janu, sum
eftir øllum at døma fjølbroyttur listamaður. Hann hevur fingist nakað við træskurð, og hugskotslist ella concept-list, sum tað verður rópt aðra staðni, ger hann eisini. Hetta er ein máti at siga, greiða frá [...] Stol på mig!? var heiti á seks stólum, hann læt inn til eina framsýning í Danmark. Tummas Jákup Thomsen er føddur í Norðragøtu í 1962. Í list síni endurspeglar hann postdadaismunnar og postsurrealismunnar [...] Tekningin hevur ligið listamanninum úr Gøtu, Tummas Jákupi Thomasen, fremst í huga í mong ár, sum tøknin, hann best hevur kunnað lýst hug og tankar við. Á framsýningini, sum letur upp í Listaskálanum leygardagin
tíð. Hann vísir á, at teir hava roynt at fáa til vega so góð kvotarættindi sum møguligt. Samstundis ásannar hann, at tað ikki er serliga lætt at fáa allar tær kvoturnar, sum teir ynskja sær. Hann vísir [...] fingið nýggjar møguleikar, eitt nú í Grønlandi, har tað er vorðið møguligt at keypa fiskirættindi. Hann vísir somuleiðis á, at teir hava roynt at samrátt seg til fiskirættindi undir Grønlandi, men tað hevur [...] leið. Gongdin í nýtiárunum hevur eisini verið beint ímóti at veita nakað slag av almennan studningi. Hann heldur ikki, at loysnin skal vera gjøgnum FAS-skipanina, tá ið hetta ikki einans vil vera fyri rækjuskip