Útisetar
Í gjár segði Todi Jónsson í blaðnum, at hann einki meiri hevur hoyrt um tíðindini um, at hann er á veg til Birmingham, enn tað, sum hevur verið at hoyrt og sæð í fjølmiðlunum.
Todi Jónsson, sum fegin ynskir at heilsa kenningunum á landsliðnum, ynskja teimum tillukku við sigrinum á Luksemborg og góða eydnu ímóti Russlandi, hevur framvegis einki hoyrt, og tað er ikki so undarligt. Sambært upplýsingum úr Onglandi, so er einki boð enn farið til Keypmannahavnar, men tað verður eftir øllum at døma seinni í hesi vikuni:
? Tá dysturin í 1. deild ímóti Sheffield Wednesday verður liðugt spældur leygardagin, fer nevndin í Birmingham av hava fund. Tá fer venjarin, Trevor Francis, at leggja fyri nevndina uppskotið um at bjóða upp á tríggjar spælarar hjá FCK. Her er eingin ivi um, at venjarin fer at fáa undirtøku fyri hesum, og so fer Trevor Francis at venda sær til Niels Christian Holmstrøm og bjóða upp á spælararnar.
Hetta segði Colin Calten mánadagin. Hann er tíðindamaður á Birmingham Evening Post, og hann var endurgivin í BT í gjár.
Gamal áhugi
Bæði í Danmark og í Onglandi verður dúgliga gitt um, hvørjir teir tríggir spælararnir eru, sum Birmingham hevur áhuga í. Sum tíðin er liðin, síðani tíðindini fyrstu ferð komu fram, verður tað tikið mest sum fyri givið, at Todi Jónsson er álopsspælarin, sum Birmingham er áhugað í.
Í donsku pressuni verður roknað við, at tað ikki er ein spurningur um lív ella deyð hjá leiðsluni í FCK, um Todi heldur fram í felagnum ella ikki. Donsku fjølmiðlarnir halda, at um prísurin verður tann rætti, so er FCK áhugað at selja føroyska álopsessið.
Birmingham venjarin, Trevor Francis, hevur fleiri ferðir í august verið og fylgt við dystunum hjá FCK. Tær ferðirnar hevur Todi ikki spælt so nógv við, tí hann hevur verið skaddur. Men Trevor Francis hevur leingi havt gott eyga á Toda. Longu tá hann var venjari í Leicester, ætlaði hann at keypa Toda, sum tá spældi í Lyngby. Men tað var av ongum, tí Todi var hevði verið skaddur og helt tískil ikki, at venjingarstøðan var nóg góð, tá Trevor Francis vildi hava hann til Onglands.









