Ríkið rockar

Bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi spæla á stórari rockkonsert í Havn í kvøld. Høvuðsnavn er Erann DD, sum er glóðheitt navn úr Danmark, og sum hevur føroying handan trummurnar

 

Stóra rockkonsertin á Listastevnu Føroya verður í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld.

Tað verða Clickhaze úr Føroyum, Erann DD úr Danmark og Chilly Friday úr Grønlandi, sum fara at spæla á konsertini.

Erann DD er høvuðsnavn á konsertini, og hann hevur farna árið verið eitt heitt navn í Danmark. Hann er nógv umbiðin til stóru festivalirnar í Danmark, og um vikuskiftið spældi hann fyri 40.000 fólkum í Tivoli í Keypmannahavn.

Seinasta fløga hansara, Still believing, hevur selt um tey 100.000 eintøkini, og tá er veruliga talan um ein bestseljara í Danmark.

James Olsen hevur ein týðandi leiklut í bólkinum hjá Erann DD. James spælir trummur, og hann syngur eisini onkran sang saman við Erann DD.

Tað eru tveir trummuspælarar í bólkinum, og við hvørt eru tað trummurnar, sum James spælir á, og viðhvørt er hann har frammi á pallinum og spælir percussion.

Erann David Drori er av yemenistiskum uppruna, men hann er búsitandi í Keypmannahavn. Hann hevur spælt í bólkunum Zapp Zapp og síðani Drori-Hansen Furniture, men tað er hansara egni bólkur og tónleikur, sum hann nú fer á pallin við í Føroyum.


Eisini føroyskt

Umframt stóra navnið úr Danmark verður eisini nakað av tí besta, sum føroyskur rocktónleikur kann bjóða í løtuni, við á konsertini.

Clickhaze, sum vunnu ársins Prix Føroyar kapping, fer at spæla sín sermerkta rocktónleik, og tað er nakað, sum tey hava sæð fram til.

? Vit hava glett okkum alt summar til hesa konsertina, tí tað eru tvey góð nøvn vit spæla saman við, og tiltakið er væl fyriskipað av Norðurlandahúsinum. Ikki minst er tað stuttligt at hitta tónleikarar úr øðrum londum, sigur Jón Tyril, sum er annar av gittarspælarunum í Clickhaze.

Chilly Friday úr Grønlandi eru triði bólkurin á konsertini, og hetta er fyrsta ferðin, at teir eru uttanlands til eina stóra festival.

Teir fara at spæla sangir av fløguni, Inuiaat 2000, sum er seinasta útgáva teirra, men teir fara eisini at spæla onkrar nýggjar sangir, sum teir ætla at geva út seinni í ár. Konsertin við Erann DD, Clickhaze og Chilly Friday verður mikukvøldið kl. 20.00 í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.