Christian Høgni Jacobsen er væl fyri. Tað vísti hann í Tingbjerg í Keypmannahavn leygardagin, og tað nýtist eingin at siga føroyska landsliðsvenjaranum. Henrik Larsen var millum teir bara 357 áskoðararnar, sum í oysandi regninum fylgdu heimaliðnum Brønshøj.
Vejle vann 1?0. Teir fingu málið í fyrsta álopinum eftir steðgin. Christian Høgni Jacobsen skoraði ikki málið. Tað varð Jerry Brown skrásettur fyri. Men málskjúttin undirstrikaði staðiliga, at tað var Christian Høgni Jacobsen, sum átti forarbeiðið, og at tað var talan um stórt einmansavrik hjá føroyska landsliðsspælaranum.
Á heimasíðuni hjá Vejle Boldklub fær avrikið og uppleggið til einasta málið, sum Christian Høgni Jacobsen stóð fyri, skribentin at minnast aftur á ein av bestu spælarunum hjá Vejle nakrantíð. Hann heldur, at tað mest av øllum líktist tí, sum John Sivebæk plagdi at útinna.
Christian Høgni var millum teir fyrstu ellivu, og hann var vongverji í høgru síðu. Í venjingardystunum hevur annars verið lagt upp til, at Christian Høgni skuldi verða annar av fremstu monnunum. Men mikudagin varð vongverjin í høgru, Christian Keller, seldur til superligu felagið Viborg FF. So vóru góð ráð dýr hjá venjaranum, Frank Petersen. Hann valdi at flyta Christian Høgna aftur á høgra vongverjan, sum hann røkti í fleiri av dystunum hjá NSÍ fyrr i summar, og so varð pláss fyri Jerry Brown í álopinum.
Í fyrsta álopinum eftir steðgin streyk Christian Høgni Jacobsen av egnari hálvu og til baklinjuna, og so smekkaði hann flatt innfyri og í brotsteigin.
? Christian Høgni átti alt hatta málið, sum tað var. Mín uppgáva var bara at seta innaru síðuna á. Tað var sera einfalt og lætt, undirstrikaði málskjúttin.
Venjarin hjá Vejle, Frank Petersen, var heilt væl nøgdur við avrikið hjá føroyska spælaranum:
Han udfyldte rollen som højra kant på fortringlig vis, segði venjarin um Christian Høgna. Umframt føroyska spælaran hevði venjarin hug at nevna Vejle málverjan, Stig Olsen, sum eisini er málverji á U?20 landsliðnum. Hann hevði fleiri sera góðar bjargingar, tá heimaliðið síðsta korterið av 1. hálvleiki og fittar løtur av seinna umfarinum hevði hug at trýsta. Men teir fingu einki mál, og harvið kom Vejle betri frá fyrsta umfarinum, enn teir eru komnir síðstu sjey árini.