Mótmæla Chavez
Meiri enn ein millión fólk gingu fyrradagin mótmælisgongu í høvuðsstaðnum í Venezuela, Caracas, har tey mótmæltu politikkinum hjá Hugo Chavez, forseta.
Mótmælisgongan var tann størsta, sum hevur verið í Venezuela síðani hernaðarkvettið í apríl. Tá koyrdu nakrir heryvirmenn forsetan frá, men bert tveir dagar seinni kom hann aftur til valdið.
Hesaferð eru tað fakfeløgini, sum krevja forsetan frá. Tann máttmikli arbeiðarafelagsskapurin Fedecamaras hóttir við at fella forsetan, skipar hann ikki fyri nývali, og fakligi landsfelagsskapurin hóttir við aðalverkfalli, leggur forsetin ikki frá sær innan 21. oktober.
Jú, tað var Cook
Avstraliumaðurin Greg Jeffreys, sum fyri nøkrum døgum síðani vildi vera við, at enski skiparin James Cook var kanska ikki tann fyrsti evropearin í Avstralia, noyðist nú at viðganga, at hann mistók seg.
Greg Jeffreys segði í síðstu viku, at hann hevði funnið eitt skipsvrak við eina oyggj úti fyri avstralsku eysturstrondini, og at vrakið var av einum evropeiskum skipi, sum stavaði frá umleið 1650. Í vrakinum hevði hann funnið eina kanón, sum var evropeisk, men ikki ensk, segði hann. James Cook fór í land í Avstralia í 1770, og tí vildi Greg Jeffreys vera við, at onkur annar evropeari hevði verið har eini 100 ár frammanundan.
Men nú noyðist Greg Jeffreys at viðganga, at hann mistók seg. Tað vísir seg, at skipsvrakið, sum hann fann, er av einum serligum prámi, sum varð nýttur til flutning í Avstralia í 19. øld.
Krokodilla í miðbýnum
Handilsfólk í Singapore fingu ein hvøkk nú um dagarnar, tá ein krokodilla brádliga kom akandi eftir einari handilsgøtu í miðbýnum.
Krokodillan kom upp úr einum kloakkrøri, og handilsfólkini boðsendu alt fyri eitt løgregluni, sum tók krokodilluna og flutti hana til djóragarðin í býnum.
Tann stóri spurningurin, sum fólk í Singapore seta sær, er, hvussu ein krokodilla kundi enda í miðbýnum. Summi halda, at onur man hava átt hana og havt hana sum húsdjór, og at krokodillan hevur smoygt sær út, uttan at eigarin varnaðist tað. Men í djóragarðinum í býnum siga tey, at krokodillur kunnu svmija fleiri túsund fjórðingar, og at hendan krokodillan tí kann hava svomið til Singapore, har hon so fór ein túr í býin.