síðstu viku. Hava teir sagt nakað um, hvat teir halda vera orsøkina til tilburðin? - Læknarnir siga, at hetta líktist líkfalli ella epilepsi. Tað havi eg ongantíð áður upplivað, og teir siga, at tað væl [...] við broytta kostinum. Hvussu tá? - At eg havi nýtt væl meiri orku her, enn eg havi gjørt leingi í FCK, ber ivaleyst við sær, at tað er neyðugt at eta meiri. Tað havi eg ikki gjørt. Tað kann eisini væl hugsast [...] eg ikki havi etið tað sama her, sum eg havi etið í Danmark. Nú ætli eg mær at fara aftur til danska matin og at vera uppaftur meiri tilvitaður um, hvat og hvussu eg eti og drekki, enn eg havi verið hesar
fimta umfarinum í steypakappingini. Teir skulu til Herfølge, har gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen tykist hava fingið nýggjan íblástur. Herfølge er fremst í 1. deild, teir verða roknaðir sum besta boðið upp [...] at FCK fer at fáa úr at gera í kvøld. Todi Jónsson er ímillum teir útvaldu hjá FCK, og tað eru góðar vánir fyri, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu. Peter Møller, sum er toppskjútti í superliguni [...] er lagið sera gott. Tá ið teir vandu mánadagin, var ein fjøld av pressufólki kring venjingarvøllin á Frederiksberg. FCK hevur fingið nítjan av teimum síðstu 21 stigunum, sum teir hava spælt um, og hóast
sum ikki er eins álvarsligt, men tað er tó langt ífrá víst, at Todi verður tøkur sunnudagin. - Eg havi vant alla vikuna. Týsdagin slapp eg fyri fyrstu ferð at renna rættuligt, og mikudagin varð lærið at [...] breyt upp, men eg kendi beinan vegin møði í vøddunum, og so helt eg tað vera betri at gevast. - Eg havi koyrt nógv á, fyri at koma fyri meg aftur, og allar helst er tað av hesum, at vøddin er somikið eymur [...] greitt, at talan fór at verða um gullbrak. - Burtur sæð frá at landsdystirnir eru komnir væl við, tí eg havi fingið betri tíð at koma fyri meg, so hevur hetta eisini gjørt tað eitt sindur lættari hjá okkum,
Toda at spæla fótbólt næsta mánaðin. Eg havi fyrrapartin í dag verið til kanningar. Har fekk eg at vita, at tað er eitt liðband í knænum, sum partvís er slitnað. Teir siga, at eg skal binda fullkomuliga frið [...] er hetta komið soleiðis fyri? - Tað var undir venjing fyrrapartin hósdagin. Síðani arbeiðssteðgin havi eg vant saman við hinum. Henda dagin var vøllurin eitt sindur vátur. Eg gleið og kendi, at tað segði [...] nærri kanningar, fyrrenn hovnaði knæið aftur var vorðið meiri vanligt. Tað var tað í morgun, og nú havi eg júst fingið dómin, segði Todi Jónsson á middegi í gjár úr Keypmannahavn. Í fyrstu atløgu skal Todi
landskappingini. Teir hava ikki tapt í hesum kappingarárinum, og teir eru seks stig frammanfyri Feyenoord, sum er næstfremst. Ajax hevur tey seinastu árini ikki verið í sama europeiska flokki, sum teir ofta áður [...] verið hollendskur meistari 28 ferðir. Teir hava fjúrtan ferðir vunnið heimligu steypakappingina. Níggju ferðir hava teir vunnið Europa Cup, og tvær ferðir hava teir vunnið heimsmeistarakappingina fyri lið [...] ikki á vøllinum, men á áskoðaraplássunum. ? Burtursæð frá í september, tá eg spældi fýra dystir, so havi eg orsaka av skaðum verið burtur frá liðnum síðani fyrst í juni, og tað er rættuliga frustrerandi
við sær, at Todi fór av vøllinum og ikki spældi við FCK í ein mánað. Leiðslan íFCK gav ilt av sær. Teir søgdu seg ikki finna seg í, at teirra álopsspælari so ofta kom aftur til felagið og var skaddur, eftir [...] Føroyar ímóti Sveis og Jugoslavia, ella um tú fert at senda avboð? ? Hatta er ein spurningur, sum eg havi hugsað nógv um. Eg eri ikki komin til nakra endaliga niðurstøðu., men tað skal eg koma til fyrrapartin
sær at siga. - Sigi eg tað, so sigi eg samstundis, at hinir áleypararnir ikki eru nóg góðir, og tað havi eg so onga orsøk til at siga. Tað er tó einki at ivast í, at Todi eigur sín stóra part í hesum. vit [...] einum felagið sum FCK, sum í altjóða høpi er eitt hampuliga lítið felag, sigur hann, at so lítlir eru teir heldur ikki. - Vit hava 41.000 áskoðarar í dag, og tað er í øllum førum tekin um, at vit ikki eru
undankappingini. ? Eg havi havt sera ilt við at taka avgerðina. Hjartað hevur verið fyri at spæla við Føroyum, men skilið hevur sagt mær, at akkurát nú átti eg at geva avboð. Eg havi útsett og útsett avgerðina [...] seg í FCK, skilja avgerðina. Hvat er orsøkin? ? At eg fleiri ferðir havi verið skaddur, tá eg eri komin aftur til FCK, eftir at eg havi verið á landsliðnum, haldi eg vera tilvildarligt. Men tað kemst ikki [...] sigur Todi Jónsson. Hann vil ikki hava, at vit kalla hann fyri fyrrverandi landsliðsspælara: ? Eg havi ikki sagt landsliðnum endaliga farvæl. Tað er eingin loyna, at mær hevur dámt sera væl at umboða Føroyar
landsliðið. Teir hava tíðindini frá tíðindastovuni Ritzau, sum hevur tosað við Toda Jónsson. ? Eg havi einki sagt um nakra ítøkiliga avgerð, og um hatta er yvirskriftin í blaðnum, so hava teir spent bogan [...] rættuliga nógv sammett við tað, sum eg havi sagt. Hetta sigur Todi Jónsson, sum staðiliga undirstrikar, at hann er sera áhugaður í at spæla fyri Føroyar. ? Eg havi skilt á lagnum, at okkurt hevur verið [...] framvegis. Eg havi ikki hildið meg vera nóg væl fyri til at vera á landsliðnum. Nær fert tú at boða venjaranum frá, um hann skal rokna við tær ella ikki? ? Tíbetur hevur tað gingið rætta vegin nógvu teir seinastu
eftir onkrum, bara tí tað er FCK. Snøgt sagt, so skapa teir søgur sjálvir. Bara teir hava fingið eina lítla viðmerking um eitthvørt, so royna teir at skapa eina yvirskrift úr hesum. Harumframt er tað sjálvandi [...] m, og tað eru hóast alt teir, sum gjalda feløgunum risastórar upphæddir. Eisini hava vit reglur fyri, hvat vit kunnu ella ikki kunnu siga við pressuna. Sum sagt, so fiska teir alla tíðina eftir søgum, [...] FCK er tað bara tað besta sum telur, og hetta hava áskoðararnir eisini sína hugsan um. Í løtuni eru teir kanska eitt sindur forvandir við, at tað ikki so gongur so væl, men tað skal kortini ikki nógv til