Vikuskiftið var ógvuliga turbolent hjá Toda Jónsson í Kristiansand. Norskir fjølmiðlar søgdu seg í síðstu viku rokna við, at hann fór at vera millum teir fyrstu ellivu sunnudagin. Men Todi var bara á vøllinum í einar tjúgu minuttir.
- Í síðstu viku gekk tað rættuliga væl hjá mær undir venjingunum. Eg kenni meg vera betri fyri, enn eg havi verið í eini tvey ár ella meiri enn tað, sigur Todi Jónsson úr Kristiansand.
Tað var ein ógvuliga baldrut leygarnátt, sum var orsøkin til, at Todi ikki var millum teir fyrstu ellivu sunnukvøldið, tá ið Start hevði vitjan av Molde.
Todi Jónsson greiðir soleiðis frá, hvussu tað gekk fyri seg, at hann tíðliga leygarmorgunin endaði á sjúkrahúsinum í Kristiansand, har hann var undir eftirliti inntil leygarkvøldið.
- Eg kendi meg vera væl upplagdan í síðstu viku. Fríggjakvøldið var eg troyttur, tá ið eg fór til songar. Leygarmorgunin um seks tíðina vaknaði konan við, at eg hevði krampar í kroppinum og skalv illa. Hon royndi at fáa samband við meg, men tað eydnaðist ikki í fyrstu atløgu. Hon sigur, at hetta helt á í einar tríggjar minuttir. So fekk hon samband við meg. Vit royndu at fáa fatur í lækna, men so gjørdu vit av at fara á sjúkrahúsið, og har var eg undir eftirliti inntil leygarkvøldið, greiðir Todi frá úr Kristiansand.
Tá ið vit spyrja, hvat hetta var fyri nakað, so svarar hann soleiðis:
- Á sjúkrahúsinum kannaðu teir hjartað, blóðtrýstið, blóðprosentið og høvdið. Onkur skannarakanning skal gerast í hesi vikuni, men higartil hava teir einki óregluligt sæð. Eg var ógvuliga troyttur, og eg kendi meg máttleysan, tá ið eg fór av aftur sjúkrahúsinum og til hús. Eg boðaði teimum í Start frá, hvussu støðan var. Eg var á beinkinum sunnukvøldið, og eg spældi tjúgu minuttir. Men eg var verri enn so væl upplagdur, sum eg var í síðstu viku.
Hava teir sagt nakað um, hvat teir halda vera orsøkina til tilburðin?
- Læknarnir siga, at hetta líktist líkfalli ella epilepsi. Tað havi eg ongantíð áður upplivað, og teir siga, at tað væl kann hugsast, at talan hevur verið um eitt einstakt herðindi, sum hevur gjørt um seg orsaka av serligum umstøðum.
Hvørjar heldur tú tær hava verið?
- At eg havi vant ógvuliga hart og etið øðrvísi, enn eg havi gjørt í Keypmannahavn. Í FCK var venjingin sjáldan so nógv og hørð, sum hon hevur verið her. Tað komst av, at FCK spældi nógvar dystir, og at tað tískil var neyðugt hjá teimum, sum spældu nógv, at koma seg aftur og harvið at hvíla nógv. Tað kendist aftur á allari venjingini. Her havi eg kent venjingina soleiðis, sum eg gjørdi, tá ið eg fyri tólv árum síðani fór at royna meg í Lyngby. Tað dámar mær væl, men tað kann hugsast, at hetta hevur ávirkað meg saman við broytta kostinum.
Hvussu tá?
- At eg havi nýtt væl meiri orku her, enn eg havi gjørt leingi í FCK, ber ivaleyst við sær, at tað er neyðugt at eta meiri. Tað havi eg ikki gjørt. Tað kann eisini væl hugsast, at tað hevur ávirkað, at eg ikki havi etið tað sama her, sum eg havi etið í Danmark. Nú ætli eg mær at fara aftur til danska matin og at vera uppaftur meiri tilvitaður um, hvat og hvussu eg eti og drekki, enn eg havi verið hesar fyrstu vikurnar í Noregi, sigur Todi Jónsson.
Í gjár var hann aftur og vandi við Start.
Tað mundi vera ógvusligt hjá Andreu at uppliva hetta leygarnáttina?
- Tíbetur var beiggi hennara og vitjaði okkum, so hon var ikki einsamøll. Men hetta var einki serliga hugaligt fyri nakran okkara.
Tú ert rættuliga opin um hetta. Tað kundi kanska verið hugsandi, at tú tagdi hetta burtur?
- Tann tankin var har beinanvegin. Men tá ið eg kom á stadion seinnapartin í gjár, skilti eg á lagnum, at hetta longu var almenn vitan í Kristiansand, sum ikki er so ógvuliga stórur býur. Eg veit ikki, hvussu tíðindini vóru komin út, men tá ið støðan var soleiðis, valdi eg bara at leggja kortini á borðið. Tað roynist sum oftast best.
Hvussu ert tú fyri nú?
- Eg skal til onkra kanning afturat. Sum sagt so eri eg í betri venjingarstøðu nú, enn eg havi verið í fleiri ár. Eg kendi meg ógvuliga troyttan sunnudagin, men nú gongur tað skjótt rætta vegin.
Fyrrapartin í gjár fór Todi Jónsson undir nýggja arbeiðsviku í Start Kristiansand. Mikukvøldið skal Start á heimavølli verja oddasessin móti Lyn, sum er á fimta plássinum.










