Todi ikki við móti Ajax

Tað er framvegis óvist, nær føroyski álopsspælarin í FCK verður førur fyri at spæla aftur

 

Tað ber ikki til at siga annað, enn at tað seinastu mánaðirnar hevur gingið alt annað enn væl hjá Toda Jónsson.

Í kvøld klokkan 17.30 føroyska tíð fer FCK at spæla í UEFA Cup í Parkini. Og júst sum hinar báðar ferðirnar, tá FCK í hesum kappingarárinum hevur spælt í Europa Cup í Parkini, so verður Todi Jónsson hesa ferð ikki á vøllinum, men á áskoðaraplássunum.

? Burtursæð frá í september, tá eg spældi fýra dystir, so havi eg orsaka av skaðum verið burtur frá liðnum síðani fyrst í juni, og tað er rættuliga frustrerandi, sigur Todi Jónsson á heimasíðuni todi.fo.

Síðstu vikurnar hevur ætlanin verið, at Todi skuldi royna seg. Fyrst í oktober var tað í Øresunds Cup, sum er kapping millum næstbestu liðini hjá eitt nú Malmø FF og FCK. Tað eydnaðist ikki. So var ætlanin, at Todi skudi spæla við í Super Cup ímóti Silkeborg, men tað eydnaðist heldur ikki.

? Eg taki ein dag í senn. Eg venji tað, sum skal til, og so má tíðin vísa, nær tað fer at bera til at spæla aftur, er skilagóði hugburðurin hjá Toda Jónsson.


Spennandi avbjóðing

At Todi iðrar seg um, at hann ikki er tøkur, nú FCK aftur skal spæla í Europa Cup, er einki at siga til. Tí avbjóðingin hjá FCK í kvøld er sera spennandi.

Ajax Amsterdam er oddalið í hollendsku landskappingini. Teir hava ikki tapt í hesum kappingarárinum, og teir eru seks stig frammanfyri Feyenoord, sum er næstfremst.

Ajax hevur tey seinastu árini ikki verið í sama europeiska flokki, sum teir ofta áður hava verið. Tað sást m. a. í, at tað fyrr í heyst miseydnaðist teimum at kvalifisera seg til Europa Cup fyri meistaralið. Samanlagt taptu teir 3?2 ímóti skotska Celtic. Men nú verður kortini roknað við, at Ajax, sum altíð hevur verið tiltikið fyri at spæla álopskendan og hugflogsríkan fótbólt, er á veg aftur á toppin, og úrslitini í landskappingini higartil benda á, at tað orduliga gongur rætta vegin.

Todi hevur eina ferð spælt ímóti Ajax Amsterdam. Á sumri í 1998 spældu FCK og Ajax venjingardyst í Parkini. Hollendska liðið vann 4?2. Tey, sum sóu dystin í Eurosport, minnast ivaleyst, at Todi misnýtti ein ógvuliga stóran málmøguleika.


Glæsiliga søgu

Ajax Amsterdam er eitt av teimum europeisku feløgunum, sum tey seinastu tredivu árini hevur vunnið mest, og sum hevur havt nakrar av bestu og kendastu spælarunum.

Hagtølini siga, at Ajax hevur verið hollendskur meistari 28 ferðir. Teir hava fjúrtan ferðir vunnið heimligu steypakappingina. Níggju ferðir hava teir vunnið Europa Cup, og tvær ferðir hava teir vunnið heimsmeistarakappingina fyri lið.

Tá tað kemur til spælarar, so hugsa tey flestu ivaleyst fyrst um Johan Cruyff, sum var høvuðsspælarin, tá liðið í sjeyti árunum vann Europa Cup fyri meistarar tríggjar ferðir á rað, og sum var liðformaður á landsliðnum, sum í 1974 vísti mest undirhaldandi avrikini, men kortini tapti finaluna í HM endaspælinum, sum varð spæld í Vesturtýskalandi. Á olympiska vøllinum í München vunnu vertirnir 2?1.

Men tað er eingin endi á øðrum fínum spælarum, sum hava spælt við Ajax. Úr røðini kunnu vit nevna Neeskens, Kroll, Gullit, van Basten, Rijkaard, Kluivert og finska Litmanen. Og so hava fleiri av bestu donsku fótbóltsspælarunum spælt við Ajax. Frank Arnesen og Søren Lerby vóru bara 16 ára gamlir, tá teir tíðliga í sjeyti árunum fóru til Amsterdam, og síðani hava t. d. Henning Jensen, Michael Laudrup og Jesper Grønkjær spælt í Ajax, har núverandi danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, hevur verið venjari.

Glæsiliga søgan og stóra danska íslettið í Ajax munnu borga fyri, at áhugin fyri dystinum í Parkini í kvøld er stórur. Dysturin verður vístur á TV3+ rásini.


Fernandez tøkur

Upp undir stóra dystin hevur í donskum fjølmiðlum verið gjørt nógv burturúr, at FCK hevur verið so skert, tá tað viðvíkur álopsspælarum.

Fótbóltshugaðir føroyingar halda sjálvandi, at tað er sera spell, at Todi Jónsson ikki er tøkur. Tað halda tey eisini í FCK. Men samstundis fegnast tey um, at Heine Fernandez verður førur fyri at spæla. Hann hevur verið skaddur í fleiri vikur, og teir ivaðust í, um hann yvirhøvur fór at verða førur fyri at spæla fótbólt aftur. Men í fyrradagin var greitt, at maðurin, sum skoraði øll fýra málini, tá FCK sendi jugoslaviska Obilic úr UEFA kappingini, verður førur fyri at spæla ímóti Ajax Amsterdam.