Todi Jónsson verður av mongum mettur at vera fremsti føroyski fótbóltsleikarin seinnu árini. Hvørt hetta er rætt ella ikki, men síðani Henrik Thomsen og Abraham Hansen í sínari tíð vóru frammi í bestu donsku fótbóltsrøðini, er Todi fyrsti føroyingurin, sum veruliga hevur gjørt vart við seg.
At byrja við var hetta í Lyngby, men í dag eitur arbeiðsgevarin FC København. Nýggja liðið í høvuðsstaðnum, sum á ongan hátt ætlar at lata Brøndby vera einsamalt um trúnuna í donskum fótbólti.
Trýstið er nógv størri
Tá hann hann á sumri í 1998 valdi at skifta frá meira trygga umhvørvinum í Lyngby til kanska meira baldruta lívið í FCK, var hetta eitt risastórt fet fyri Toda Jónsson. Sum støðan er í løtuni, var stigið kanska ikki so stórt ítróttarliga, men í allar mátar, er FCK eitt nakað nógv størri felag enn Lyngby.
Sjálvur sigur Todi, at tá hann skifti til hvíta høvuðsstaðarfelagið, visti hann sjálvandi av øllum hesum frammanundan. - FCK er saman við Brøndby størsta felagið í Danmark. Ein kann kanska ikki siga, at flestu spælararnir vilja til hesa feløg, men um tú ert á hesum liðum, so veitst tú samstundis, at tú ert hjá einum av teimum størstu í Danmark.
Sum fótbóltsspælari vil man altíð sleppa at spæla frammanfyri nógvum áskoðarum, og tit sóu jú sjálvir dystin móti AB, sum varð leiktir eitt mikukvøld, og har tað kortini vóru einir 12.000 áskoðarar. Til samanberingar kann nevnast, at tá vit spældu toppdyst móti Lyngby vóru kanska einir 3.000 áskoðarar, og harumframt var eisini rennibreyt millum okkum og áskoðararnar. Her í Parkini er alt meira kompakt, so stemningurin verður tað betri.
Sjálvandi er trýstið á spælararnar eisini størri her í FCK. Eitt nú royna fjølmiðlarnir alla tíðina at fiska eftir onkrum, bara tí tað er FCK. Snøgt sagt, so skapa teir søgur sjálvir. Bara teir hava fingið eina lítla viðmerking um eitthvørt, so royna teir at skapa eina yvirskrift úr hesum. Harumframt er tað sjálvandi eisini tær vónir og tey krøv, sum leiðslan í felagnum hevur til liðið.
Vit kunnu kanska spæla ein hampuliga góðan dyst, men kortini verða rakkaðir niður í pressuni, meðan tað í Lyngby var nóg mikið, um alt gekk so nøkunlunda. Í FCK er tað bara tað besta sum telur, og hetta hava áskoðararnir eisini sína hugsan um.
Í løtuni eru teir kanska eitt sindur forvandir við, at tað ikki so gongur so væl, men tað skal kortini ikki nógv til, áðrenn vit fáa av at vita frá teimum. Orðini verða á ongan hátt ballaði inn í vatt, men kunnu vit ístaðin hoyra teirra hugsan á stadion, ella lesa um tað í skrivaðu fjølmiðlunum ella á alnetinum.
Skulu ansa eftir
At trýstið á leikarum og felagnum er nógv størri, merkir eisini, at krøvini til leikararnar eru nøkur heilt onnur enn í smærru feløgunum. Todi greiðir frá, at áðrenn inniverandi kappingarár endaði, fingu teir ávísar rætningslinjur at ganga eftir. - Vit skulu til dømis ikki síggjast úti eftir midnátt. Hetta fyri at vit ikki skulu seta okkum sjálvar í ringt ljós yvir fyri sponsorum og øðrum.
Nýggi ítróttarstjórin, Niels Christian Holmstrøm, hevur lagt eina nokk so harða linju í so máta, tí tað skal á allar hættir síggjast, vit vit taka okkara arbeiði í álvara.
Hetta er eisini væl skiljandi. Tí um tað til dømis verður skrivað í bløðunum, at onkur leikari er sæddur á onkrum diskoteki ella líknandi, so er hetta sjálvandi ikki nøkur serliga góð reklama hjá sponsorunum, og tað eru hóast alt teir, sum gjalda feløgunum risastórar upphæddir.
Eisini hava vit reglur fyri, hvat vit kunnu ella ikki kunnu siga við pressuna. Sum sagt, so fiska teir alla tíðina eftir søgum, og eitt nú hava vit ikki loyvi til alment at kritisera viðleikarar okkara.
Tað er nú einaferð soleiðis, at um bløðini fáa fatur á eini søgu, sum kann skaða felagið, so verður hon eisini skrivað. Tað kann skapa yvirskriftir, sum selja, og tað er kanska eisini tað, sum fólk vilja hoyra, tí FCK er kanska felagið, sum fólk elska at hata.
Í fjølmiðlunum hevur verið nógv skrivað um úrslitini hjá FCK, sum ikki hava verið nóg góð seinastu tíðina. T.d. hava orð sum FC Krise og annað verið at sæð í yvirskriftum, men hvussu síggja tit sjálvir upp á hetta?
- Tað er jú klárt, at forvæntningarnar til okkum eru rættuliga høgar. Ikki bara uttanífrá, men eisini frá okkum sjálvum. Vit hava jú ein kláran málsetning um at teljast millum bestu feløgini í landinum, og megna vit ikki hetta, so verður hetta beinanvegin skýrt at vera kreppa, eins og tað er, um vit tapa einar tveir ella tríggjar dystir á rað.
Bjørt framtíð
Hóast kanska laku úrslitini í ár, so tykist tað kortini sum um felagið kanska hugsar meira langsiktað. Flemming Østergaard nevndi, liðið telir nógvar ungar evnaríkar leikarar, sum kunnu gera nógv um seg í framtíðini, men er hetta eisini tín fatan. Tað at ætlaninar eru meira langsiktaðar?
Tað veit eg nú ikki. Júst í núverandi støðu, eru vónirnar kanska, at tað fer at gerast betri og betri. Vit hava eitt nú Bo Svensson og Kim Madsen, sum spæla í verjuni, eru longu nú at meta sum klassaspælarar, so tað er einki at ivast í, at liðið kann gerast heilt gott.
Er tað kanska eisini soleiðis, at venjarin enn ikki hevur funnið røttu samansetingina. Eitt nú eru bæði tú og Thomas Thorninger fluttir oman á miðjuna, ella hvussu hongur hetta saman?
- Tað er kanska ikki so løgið. Tá tú ikki skjýtur neyðugu málini, so kanst tú heldur ikki væntað at eiga eitt pláss í álopinum. Tá vit so brádliga vóru meint raktir av skaðum á miðvøllinum, so slapp eg ístaðin at royna meg í tí sessinum, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.
Dómararnir ímóti Toda?
Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.
Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.
- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.
Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.
Greið mál fyri framtíðina
At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.
- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.
Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.
Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.
Halda fast um gongdina
Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.
- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.
Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.
Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?
- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.
Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.
Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.