DM-gull
Tað var ein sera fegin Roy Hodgson, sum gav sær góða tíð til tíðindafólkini eftir dystin sunnudagin. Orsøkin til hetta var sjálvsøgd. í fyrsta ári sínum sum venjari hjá FCK hevði navnframi onglendingurin ført liðið til gull, og sjálvandi vildu tíðindafólkini hava at vita, hvørjar orsøkirnar til hetta vóru.
Tá venjarin varð varugur við, at føroysk fjølmiðlafólk eisini vóru á staðnum, vildi blíðskapurin ongan enda taka.
Fantastiskur
Við føroyskum eygum er sjálvandi serliga áhugavert, hvørja hugsan venjarin hevur um føroyska álopsessið hjá sær, og spurdur um hetta, var svarið púra greitt, at Todi hevur verið ein sera týðandi liður í gullmerkjunum.
- Todi hevur verið fantastiskur fyri okkum í ár. Hann er ein veruliga stórur spælari, og hann er eisini eitt gott menniskja. Hvørja ferð eg hugsi um Føroyar ella føroyingar fólkum, so hugsi eg um Toda. Hann hevur snøgt sagt verið fyrimyndarligur.
Spurdur, um hann saknaði Toda undan dystinum sunnudagin, segði venjarin, at tað kundi hann neyvan loyva sær at siga.
- Sigi eg tað, so sigi eg samstundis, at hinir áleypararnir ikki eru nóg góðir, og tað havi eg so onga orsøk til at siga. Tað er tó einki at ivast í, at Todi eigur sín stóra part í hesum. vit hava spælt 32 dystir fyri at røkka hesum, og Todi hevur jú verið við í einum 25 ella 26 av teimum, so hansara partur liggur so avgjørt ikki eftir.
- Eg kann tó ikki siga nakað um, at eg saknaði hann. Simpson, Fernandez og Zuma gjørdu jú allir eitt ótrúliga gott arbeiði í dag. Vit hava fýra sera góðar áleyparar til tvey pláss á liðnum, men sjálvandi royndu vit at fáa Toda kláran. At vit arbeiddu so nógv við skaðanum hjá honum, sigur eisini nakað um, hvussu fegnir vit vildu hava hann kláran, men tað gekk so ikki. Tíverri.
Hevur allar dygdirnar
Sum kunnugt, so er FCK venjarin ein royndur harri, sum hevur verið víða hvar sum venjari. Royndirnar úr m.a. Inter og Blackburn eru sjálvandi nógvar, og tí átti hann eisini at vita, hvat hann tosar um, tá metast skal um ymsu leikararnar. Spurdur, hvussu tað ber til, at hann er at síggja í einum felagið sum FCK, sum í altjóða høpi er eitt hampuliga lítið felag, sigur hann, at so lítlir eru teir heldur ikki.
- Vit hava 41.000 áskoðarar í dag, og tað er í øllum førum tekin um, at vit ikki eru heilt so lítlir. Um vit kunnu standa okkum í Europa, er so ein onnur søga, men við at vinna okkara egnu deild, hava vit so syrgt fyri, at talan verður um europeiskan fótbólt í heyst.
- Tað at vinna sína egnu deild, er so fyrsta stigið í so máta. Tað fer undir øllum umstøðum at taka langa tíð, áðrenn FCK verður eins stórt sum Real Madrid, og kanska verða vit ongan tíð so stórir. Hinvegin er tað eingin loyna, at eg gleði meg til at sleppa at spæla ímóti slíkum feløgum.
At enda spurdu vit Roy Hodgson, um Todi Jónsson eftir hansara tykki er ein leikari, sum veruliga kann koma langt í yrki sínum.
- Tað er einki at ivast í, at hann kundi verið komin til stóru feløgini í stóru deildunum. Nú, tá hann nærum er vorðin 30 ár, verður hetta tó sera torført hjá honum. Eisini tí hann ofta hevur trupulleikar av skaðum.
- Hinvegin skal eg siga, at spyrt tú meg, um Todi hevur tær dygdir, sum skulu til fyri at standa seg í ensku premier-league ella í italsku seriu A, so er svarið ja. Tað hevur hann so avgjørt dygdirnar til.










