Todi hugsar seg framvegis um

FCK álopsmaðurin ásannar, at møguleikin fyri skaðum á landsliðnum gera tað trupult hjá honum at fylgja hjartanum

 

Landsliðstos


Landsdystirnir ímóti Sveis og Jugoslavia fyrst í juni nærkast. Tann fyrri verður spældur á Svangaskari leygardagin 2. juni, og tann seinni verður spældur á Tórsvølli 6. juni.

Í hesi vikuni fer Allan Simonsen at boða frá, hvørjar átjan spælarar hann vil hava at umboða Føroyar í hesum dystunum.

Ein av mest uppløgdu spælarunum á føroyska liðnum er Todi Jónsson. Síðst, hann var á landsliðnum, var á ferðini til Luksemburg og Russlands í mars. Ferðin hjá Toda endaði í Luksemburg. Har niðri fekk hann longu tíðliga í 1. hálvleiki ein herviligan vøddaskaða, sum hevði við sær, at Todi fór av vøllinum og ikki spældi við FCK í ein mánað.

Leiðslan íFCK gav ilt av sær. Teir søgdu seg ikki finna seg í, at teirra álopsspælari so ofta kom aftur til felagið og var skaddur, eftir at hann hevði umboðað Føroyar. Todi segði, at hann nú fór at umhugsa sína framtíð á landsliðnum, og at hann hevði góða tíð at hugsa seg um í, tí næstu dystirnir vóru ikki á skránni fyrrenn í juni.

Nú er juni í nánd, og sum sagt so skal landsliðsvenjarin í hesi vikuni velja sær manning.

Dagsskráin hjá Toda sær soleiðis út, at hann nú sunnudagin skal spæla við FCK ímóti Lyngby. Síðani eru tað landsdystirnir, sum eru á skránni. Tann seinni er mikudagin 6. juni, og sunnudagin 10. juni skal FCK spæla á heimavølli í Parkini ímóti Brøndby. Tað er væl hugsandi, at tann dysturin verður avgerandi fyri, hvør skal vinna DM, og fyri Toda Jónsson hevði tað verið ræðuligt ikki at verið førur fyri at spæla tann dystin.

Hevur tú tikið avgerðina, um tú fert at umboða Føroyar ímóti Sveis og Jugoslavia, ella um tú fert at senda avboð?

? Hatta er ein spurningur, sum eg havi hugsað nógv um. Eg eri ikki komin til nakra endaliga niðurstøðu., men tað skal eg koma til fyrrapartin av hesi vikuni. Eingin ivi skal vera um, at eg fegin vil spæla fyri Føroyar. Tað er nakað heilt serligt. Men á hinari síðuni eru tað skaðarnir og fótbóltsframtíðin. Tað gongur væl hjá FCK, og eg vil fegin vera við til at stríðast fyri at vinna DM. Eg orki ikki hugsanina, at eg enn eina ferð skuldi verið skaddur í landsdysti. Spurningurin er, um óttin fyri møguleikanum at verða skaddur hevur við sær, at sannlíkið fyri at verða skaddur, gerst størri. Eg veit tað ikki, men sum sagt, so fari eg í hesi vikuni at boða venjaranum frá, hvørja niðurstøðu eg eri komin til.

Hetta er tað, sum Todi Jónsson hevur at siga um henda spurningin akkurát nú. Seinni í vikuni fáa vit so at vita, hvørja niðurstøðu hann er komin til.