ríkastu lond, so eru øki í ES, har búskapurin ikki megnar at fylgja við restini. Tí hava ES-londini sett ein økispolitikk í verk, ið hevur til endamáls at flyta tilfeingi úr teimum ríkaru økjunum til tey, ið [...] sostatt um eina solidariska skipan. ES-londini, eins og ríkisfelagsskapurin, ásanna, at tað er vinningur fyri allar partar, at gjógvin millum rík og fátæk lond / landslutir smalkar. Nógvar orsøkir kunnu vera [...] nýttar til at javna búskaparliga ójavnan, so hví skal blokkstuðulin sum Føroyar fáa úr Danmark, sum tað einasta, vera ein olmussa? Sjálvandi er hetta ikki rætt. Sambandsflokkurin sigur, at so hvørt sum
ymsu valdømunum, í mun til fólkatalið. Sagt verður, at nú orðaskifti aftur hevur tikið seg upp um, at Føroyar skulu vera eitt valdømi, er áhugavert at gera upp, hvussu væl tingsessirnir í roynd og veru [...] skifta. Yvirhøvur er valskipanin soleiðis, at tann lutfalsligi ójavnin í umdømisvaldum verður javnaður nakað aftur við eykalimunum. Bert einaferð er tað komið fyri, at tingmannatalið og fólkatalið hava verið [...] Tað er bert einaferð hent, at tingmannatalið og fólkatalið hava verið púra samsvarandi. Hetta var aftan á løgtingsvalið í 1943, tá tingmannatalið var 25. Í øllum hinum 23 løgtingsvalunum, sum verið hava
NSÍ varð stovnað í 1957. Tað vil siga, at tað eru fimmti ár síðani, at Nes Sóknar Ítróttarfelag sá dagsins ljós. Tá var tað fyrst og fremst sum kappróðrarfelag og hondbóltsfelag. Í 1976 snoddaði felagið [...] ára føðingardagsbarninum at vinna FM. Tað pínir í størstu kommununi í Eysturoy. Trý feløg í oynni hava verið meistarar tíggju ferðir tilsaman, men NSÍ eigur einki FM heiti at vísa á. Besta árið var 2002 [...] í Føroyum, hevur síðani tíðliga í vetur arbeitt miðvíst við at leggja støði undir grundspæl. Tað hevur gingið rætta vegin, men um hetta fer at bera heiðursmerkir og kanska fyrsta FM heitið við sær, er óvist
av hvørjum at standa ímóti við. Hesa ferð við einum miðvølli við Makelele, Lampard, Obi Mikel og Cole. Og við Drogba og Shevchenko á toppinum var talan heilt greitt um eitt lið, sum megnar at leggja trýst [...] europiskari uppgerð, so er tað at halda nullið á heimavølli. Og tað var eisini hetta, sum tað nú snúi seg um hjá Chelsea. Fyrru helvtina av seinna hálvleiki bar hetta tó við sær, at Liverpool til tíðir fekk [...] møguleika at økja, tá framúr væl spælandi Drogba legði bóltin fyri Lampard, men aftur hesa ferð vardi Reyna sera væl. 1-0 er ikki eitt úrslit, sum avger finalusessin undan dystinum í Liverpool. Men við at halda
bæði liðini fyri neyðini at fáa ein sigur í hús. Í dystinum sunnudagin sá tað leingi út til, at vestmenningar fóru at vinna ein tryggan sigur, men seinastu løtuna var um reppið, at teir tveittu alt burtur [...] gjørt beint fyri hálvleik, og hetta gav teimum trý mál, áðrenn tað eydnaðist KÍF at svara aftur. Kollfirðingar royndu at fáa fatur í vestmenningunum aftur, men tað gekk striltið. Tá ið so Rói Lamhauge, [...] vongurin gomlu liðfelagarnar. Í fyrra hálvleiki gekk eisini rættuliga javnt á, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Síðstu løtuna fyri steðgin gjørdi VÍF tó ein vørr og fekk trý mál á rað, og tí fóru
fer út um síni vanligu mørk at leita sær íblástur, doyr tað, tí so hendir heldur ongin nýskapan. À sama hátt við mentanarøkinum. Tað er, tá ymiskir mátar at hugsa renna saman, at nýhugsan uppstendur og nýtt [...] sera ymiskan hátt. At fyrlestrahaldararnir vóru bæði vinnulívsfólk og listafólk var ikki av tilvild, sigur Gulla Øregaard, stigtakari, sum við skeiðnum millum annað vildi vísa á, at nýhugsan ikki avmarkar [...] m. Við hesum vónar Gulla saman við nevndini í húsinum at sjónleikarahúsið kann gerast eitt mentanarligt vakstrarhús, har øll góð hugskot sleppa at seta sín dám á virksemið. Myndir 199 Sansingarferðin í
fjálgari í Klaksvík, og klaksvíkingar fara at menna seg uppaftur meir. Eg fari at heita á alt Føroya fólk um at fara til Klaksvíkar, tá ið tunnilin letur upp, at hyggja at tí fjálga egnarinum hjá Archibald. Hetta [...] sending frá Klaksvík um støðuna, nú tunnulin millum Leirvík og Klaksvík letur upp. Eg sat og hugdi at hesi køldu sending sum kulsandi stari á telefontráði. Hvat var meiningin við hesi sending? Tú sást [...] Nei, nei, nei, nei, nei! Mótljósið er fjálgt. Hóast tú kanska ikki altíð sær skapið, sum tað eigur at vera, so er skuggamyndin livandi. Glámlýsið er eitt slag av mótljósi, har alt deytt verður livandi
hann 15 ára gamal fór at vera ørindadrongur í handlinum hjá Niels Winther Olsen í Vestmanna, vanliga nevndur Niels hjá John. Eftir at hava verið ørindadrongur í 13 mánaðir fór Kári at sigla við fyrsta Bliki [...] Fossáverkinum, so fyrstu árini vóru ongar náttarvaktir, men tá SEV avgjørdi at hava fólk á verkinum um náttina eisini, eftir at elnetið var meira útbygt, fekk Kári fastar vaktir á verkinum. Fossáverkið hevur [...] um, nær og hvussu nógv tey skulu framleiða fyri at nøkta streymtørvin. Kári hevur verið á vakt manga illveðursnáttina, tá alt slóknaði, og neyðugt varð at senda menn á fjøllini. Men seinastu 20 árini er
hesuferð eiga Tórbjørn Olsen og Ingálvur á Reyni. Myndirnar eru nógvar í tali og støddin krevur, at tú sleppur nær at teimum. Hesar spæla sær ikki á sama hátt við innrættingina, og sera hóaskandi hanga tær tí [...] myndirnar hjá Sigrun G. Niclasen okkum at steðga á - og undrast. Ein av styrkjunum við eyðkendu symbolistisku málningunum hjá Sigrun er, eftir mínum tykki, teirra eginileiki at skapa eitt heilt nýtt listarligt [...] føroysk myndlist kann koma at gera seg galdandi í altjóða høpi í framtíðini. Eins og á Summarframsýningum árini frammanundan, hevur Norðurlandahúsið eisini hesuferð nýtt høvið til at geva eina nýggja føroyska
innleiðani umfarið, har 10 lið skuldu vinna sær rætt at taka lut í finaluumfarinum, sum var dagin eftir. Tað var væntandi, at Havnar Fimleikafelag fór at standa seg best av teimum føroysku liðunum. Liðið [...] Greve, har tær við altjóða dómarum fingu høvi at prógva, at tær vóru besta føroyska liðið í løtuni. Tað gjørdu tær so dyggiliga, og harvið má staðfestast, at allur ivi um rætta føroyameistaran er skúgvaður [...] Havnar Fimleikafelag var nakað at fegnast um. Liðið endaði nevnliga framman fyri besta danska liðið úr Greve, og tískil gjørdust føroyameistararnir bestar í danska kongaríkinum. At eitt føroyskt lið endar fremst