Blokkstuðul er dagligdagur hjá 480 mió ES-borgarum

Blokkstuðulsskipanir og útjavningarskipanir eru dagligdagur hjá 480 mió. ES-borgarum har fleiri ES-lond lata meira stuðul enn tey fáa. Serliga útjaðaraøki og fiskivinnutjóðir sum eitt nú Spania, Portugal og Írland fáa væl meira stuðul enn tey lata.

Hóast nøkur av ES-londunum teljast millum ríkastu lond, so eru øki í ES, har búskapurin ikki megnar at fylgja við restini. Tí hava ES-londini sett ein økispolitikk í verk, ið hevur til endamáls at flyta tilfeingi úr teimum ríkaru økjunum til tey, ið hava eitt lægri livistøði. Talan er um eina blokkstuðulsskipan, á sama hátt sum vit kenna hana í okkara ríkisfelagsskapi.

Árini 2000 til 2006 vórðu umleið 213 milliardir evrur (umleið ein triðingur av ES-fíggjarlógini) nýttar til hetta endamálið, og árini 2007 til 2013 er talið sett til 308 milliardir evrur.

ES-limalondini rinda eitt limagjald til ES, sum er ásett eftir hvussu stórar inntøkur tað einstaka landið hevur. Men útjavningarstuðulin verður goldin eftir tørvi. Vit tosa sostatt um eina solidariska skipan.

ES-londini, eins og ríkisfelagsskapurin, ásanna, at tað er vinningur fyri allar partar, at gjógvin millum rík og fátæk lond / landslutir smalkar.

Nógvar orsøkir kunnu vera til ójavnan ímillum økini í ES. Geografisk frástøða, sosialar og búskaparligar broytingar, ella kanska ein samanblanding av báðum. Avleiðingarnar fyri økini verða ofta sosialir trupulleikar, verri útbúgvingar, hægri arbeiðsloysi og vánaligur infrastrukturur.

Fyri okkum í Sambandsflokkinum er hetta ein væl kend skipan, eftirsum ES er ein spegilsmynd av okkara ríkisfelagsskapi. Okkara útjaðarastøða í Evropa og viðbrekni fiskivinnubúskapur skuldu eftir øllum vanligum umstøðum, havt ta avleiðing, at til dømis sjúkraviðgerðir, útbúgvingar og infrastrukturur, høvdu verið á einum munandi lægri støði enn í okkara grannalondum. Men langt áðrenn nakar ES-økispolitikkur sá dagsins ljós, vórðu politisk stig tikin, fyri at javna livilíkindini í londunum í ríkisfelagsskapinum.

Hetta er grundhugsanin aftanfyri skipanina við ríkisveitingum í ríkisfelagsskapinum. Talan er um eina útjavningarskipan millum økini í ríkisfelagsskapinum, og henda útjavning skal koma øllum ríkinum til góðar.

Mær vitandi sær ikki ein av hesum 480 mió. evropearunum teirra stuðulsskipan sum eina olmussu. Stuðulin verður latin og móttikin við gleði – til frama fyri samlaða felagsskapin av evropeiskum borgarum.

Innanfyri føroysku landoddarnar verður eisini tosað um økisjavningarskipanir. Tosað hevur verið um at stuðla útoyggjunum, og í hesi tingsetuni hevur eisini eitt uppskot verið frá Tjóðveldisflokkinum á tingborði um eina inntøkujavningarskipan millum føroyskar kommunur. Í ES verða hundraðtals milliardir evrur nýttar til at javna búskaparliga ójavnan, so hví skal blokkstuðulin sum Føroyar fáa úr Danmark, sum tað einasta, vera ein olmussa? Sjálvandi er hetta ikki rætt. Sambandsflokkurin sigur, at so hvørt sum eitt øki verður yvirtikið eftir heimastýrislógini, so skulu vit sjálvandi gjalda tann kostnaðin sum hetta kostar. Harvið minkar inntøkan frá blokkinum við hesi upphædd.