Fótbóltur
Tað gingu nærum 77 minuttir, áðrenn Marko Merk gav fyrsta gula kortið í hálvfinaluni millum Chelsea og Liverpool. Men tað merkti á ongan hátt, at Javier Mascherano, sum fekk kortið, ella hinir á vøllinum spardu seg eitt tað einasta pettið í einum dysti, sum í 90 minuttir var júst so intensur, sum roknast kundi við, tá tvey ensk lið hittust í hesum partinum av kappingini.
Heimatrýst
1-0 til heimaliðið var neyvan heldur eitt úrslit, sum tók veddararnar á bóli, og sum so var úrslitið eisini hampuliga rættvíst.
Einasta málið skeyt Joe Cole, tá 29 minuttir vóru farnir. Eftir skjótt Chelsea-álop setti Drogba Daniel Agger av á brotsteigarmarkinum, og tá bólturin varð sendir flatt innfyri, megnaði Cole hegnisliga at stýra bóltinum í meskarnar.
Chelsea hevði hvørki leikbannað Essien ella skadda Ballack á liðnum. Ein veruleiki, sum uttan iva kundi skelkað flestu lið, men í stjørnusetta hópinum hevur José Mourinho eitt sindur av hvørjum at standa ímóti við. Hesa ferð við einum miðvølli við Makelele, Lampard, Obi Mikel og Cole. Og við Drogba og Shevchenko á toppinum var talan heilt greitt um eitt lið, sum megnar at leggja trýst á sjálvt tryggastu verjuna.
Og júst tað gjørdu teir eisini stóran part av fyrra hálvleiki. Liverpool hevði eisini bólti so passaliga nógv, men tað var alla tíðina heimaliðið, sum var tað vandamiklara. Reyna hevði eina framúr bjarging, tá Lampard hálvfluktaði, og tá Cole skoraði, var hetta heilt í tráð við spælbýtið.
Gerrard nær við
Er tað nakað, sum hevur ovurstóran týdning í eini hálvfinalu í europiskari uppgerð, so er tað at halda nullið á heimavølli. Og tað var eisini hetta, sum tað nú snúi seg um hjá Chelsea.
Fyrru helvtina av seinna hálvleiki bar hetta tó við sær, at Liverpool til tíðir fekk dekan ov nógv spæl. Ikki minst, tí Makelele trekti seg heilt oman móti verjuni á defensiva miðvøllinum.
Gerrard, ið hevði útgangssstøði í høgru, reikaði alt meira, og ta einu ferðina mátti Cech nýta ytsta partin av neglunum, tá hann skumpaði eina skotroynd frá Liverpool-liðskiparanum út um stólpan.
Og nærri enn tí sama komu gestirnir ikki. Móti dystarenda hevði Chelsea enntá møguleika at økja, tá framúr væl spælandi Drogba legði bóltin fyri Lampard, men aftur hesa ferð vardi Reyna sera væl.
1-0 er ikki eitt úrslit, sum avger finalusessin undan dystinum í Liverpool. Men við at halda máli reint fekk Chelsea eitt framúr útgangsstøði. Fáa teir bara eitt mál á Anfield, noyðist Liverpool at skora tríggjar ferðir, og móti Cech og bláu verjufeløgum hansara verður hetta ein sera stór uppgáva.