Ein egnari í mótljósi

Eg fari at heita á alt Føroya fólk um at fara til Klaksvíkar, tá ið tunnilin letur upp, at hyggja at tí fjálga egnarinum hjá Archibald. Hetta er eitt frábera gott, fjálgt listaverk. Øll Klaksvíkin er í hesari standmynd, sum verd er at skoða, hugleiðir Frits Johannesen

Frits Johannesen

Fyri stuttum hevði Sjónvarpið sending frá Klaksvík um støðuna, nú tunnulin millum Leirvík og Klaksvík letur upp. Eg sat og hugdi at hesi køldu sending sum kulsandi stari á telefontráði. Hvat var meiningin við hesi sending? Tú sást forrætningsmann standa í durinum og hyggja við langtandi eygum eftir kundunum. Tú sást víðar kavafløtur fara um skíggjan, sum um hetta var í Sebir. Tá ið sendingin var liðug, sat eg eftir á tráðnum og krepti beinið upp undir meg: Kalt er í Klaksvík, og tað verður kaldari, tá ið tunnilin letur upp, tí tá verður so nógvur gjóstur.
Egnarin, hjá Archibald Black stendur so fattur á bryggjuni í mótljósi og hevur borið mangt og mikið á sínum herum. Listamenn um tann víða heim, hava mangan málað lutir og fólk í mótljósi. Heðin Kambsdal, listamaður úr Fuglafirði er meistari á hesum øki. Mótljósið spælir sær dagliga millum firðir og sund, serliga har fjøllini eru høg. Hetta hevur Heðin fest á løriftið, eins og skaparin sjálvur ger tað, hóast flestu myndir hansara eru úr Fuglafirði, kundi hetta eisini verið í Klaksvík. Hesar myndir eru stak fjálgar.
Kalt? Nei, nei, nei, nei, nei! Mótljósið er fjálgt. Hóast tú kanska ikki altíð sær skapið, sum tað eigur at vera, so er skugga­myndin livandi. Glámlýsið er eitt slag av mótljósi, har alt deytt verður livandi, og tey livandi verða lívligari. Soleiðis er tað eisini í Klaksvík. Klaksvíkin hevur altíð verið ein livandi staður við fjøllbroytnum mentanar­lívi. Hetta ber hin tigandi egnarin boð um. Stinnur og sterkur í mótljósi. Kring hann er øll Klaksvíkin. Hann er eitt endurskin av tí, ið havið gevur, sum allir føroyingar eru tengdir at. Úr hansara hondum kemur lívið. Hann er neistin, íbirtarin, hin fjálgi boðberin, sum stendur stillur og stinnur á bryggjuni í mótljósi og sigur frá einum dyggum skaldakendum drátti, sum er á hesum staði. Klaksvíkin er rík. Kór, Studiu Pegasus, Klaksvíkar hornorkestur, listafólk, Leika­lund, Norðoyar dansifelag, Sjón­leikarafelagið, KÌ, Stjørnan, flogbóltur, Norðoya Sparikassi, Alex Sólstein, Jógvan við Keldu, Dávur Winther, Steitór Rasmussen, Kular røtur, Frændur, popporkestur, skiparar, Kósin, línubátar, trolarar, útróðrarmenn, langfaratrolarar....... og ein egnari í mótljósi.
Tá ið tunnilin letur upp verður fjálgari í Klaksvík, og klaksvíkingar fara at menna seg uppaftur meir. Eg fari at heita á alt Føroya fólk um at fara til Klaksvíkar, tá ið tunnilin letur upp, at hyggja at tí fjálga egnarinum hjá Archibald. Hetta er eitt frábera gott, fjálgt listaverk. Øll Klaksvíkin er í hesari standmynd, sum verd er at skoða.... og hetta er ikki í Sebir!