hava tey ikki fingið greiði á enn. Tey kunnu ikki brenna alt ísenn, so tey mugu finna útvegir fyri at goyma tað í tangum, ella íløtum, men akkurát, hvussu farið verður fram, dugir hann ikki at siga. Hann [...] burtur. Tað kann ikki førast út á streymasjógv og sleppast á sjógv, tí tað flýtur, so tískil skal tað brennast. Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, sigur, at hetta er fyrstu ferð, at tey standa fyri eini [...] onkran máta, og tað hava tey ikki fingið greiði á enn. Hann sigur, at kommunalir myndugleikar hava verið í samband við IRF um at taka ímóti spikinum til brenningar. Og tað fer IRF at gera, tí tey skulu taka
Vladimiro Montesinos í veruleikanum bleiv tvungin at fremja brotsverk, sum helst í síni skjáttu hevur havt almennu pappírini um Fujimori, sum vístu at hann ikki er føddur í Peru. Hetta saman við at núverandi forsetin [...] Peru í dag stendur í tí støðu, har til ber at betra munandi um landið, um tað eydnaðist at fáa politisku skipanina at samstarva um at fáa eina veruliga skattaskipan í smáum fetum. At tað ber til, týðir einki [...] hvussu veruleikin er í Lima. Verkfall var og er í fleiri støðum kring Peru, men í Arequipa var steðgur í 14 dagar um mánaðarskifti junu juli, soleiðis at tað næstan ikki bar til at koyra. Og teir hýruv
mælir til at hækka hann 500 krónur, upp í 4.000 krónur fyri hvørt barn. Á Býráðsfundi herfyri, upplýsti Leivur Hansen, at hetta fer at kosta kommununi 2,7 milliónir. Minnilutin mælir eisini til at seta 400 [...] Hann helt, at ein stór kommuna sum Havnin, eigur at hugsa nógv um tey eldru og at veita teimum eina hjálpandi hond. Hetta var eisini í samsvari við eldrarálitið hjá Býráðnum um eldrapolitikkin í kommununi [...] stendur á at fylgja við at byggja skúlar, vegir, barnaansing og alt annað út, sum krevst fyri at kunna hýsa øllum hesum fólkunum. Harumframt hevur Býráðið sett sær fyri at gera eitt ordiligt hál fyri at fáa
meiri at ræða fólk við, heldur sakførarin. - Hetta er at gera alt ov nógv av. Men hetta ber brá av at politikarar vilja sleppa at føra seg fram, serliga í einum valári. Jógvan Páll Lassen sigur, at hann hevur [...] - Sostatt kunnu vit staðfesta, at tað er nógv harðari revsing í Føroyum fyri at lata vera við at boða frá eini grind, enn tað er at gera seg kynsliga inn á børn, ella at koyra skít, sigur sigur Jógvan [...] turrisliga við Rás2. At fáa 25.000 krónur í bót í privatum málum, er rættiliga nógv. Tann, sum koyrir við kenning, fær eina eina mánaðarløn, eftir skatt, í bót, og tað er at seta onnur í lívsvanda. Hjá rættiliga
neyvan hin rætti. Tað forpliktar, at triðji hvør næmingur í føroyska fólkaskúlanum gongur í skúla í Havn. Síðani skúlaárið 1997/98 til í ár er næmingatalið økt við 385. Hetta setur sjálvandi stór krøv til [...] hvørjum? Skulu vit ikki bara byggja eitt sindur upp í onkra barakk? Ella keypa onkur sethús í grannalagnum, sum verða boðin býráðnum til sølu? So er problemið loyst fyri í ár!? Hetta er ein arbeiðsháttur [...] Tórfinn Smith býráðslimur og valevni Tað kann ikki vera rætt, at hvør skúlaársbyrjan loypir hvøkk á kommunalu myndugleikarnar í Havn. Tá sýnist sum panikkur kemur í. Er nú pláss fyri allar næmingarnar? Hvør
fyri okkum, at hesir menn, óivað sum teir einastu í landinum, ALS ikki trúðu uppá sítt egna (ella okkara!) projekt til _ mia. Og at teir í roynd og veru ikki høvdu sett seg inn í, hvat fór at henda við ferðsluni [...] Eysturoynni, sjálvt um hetta bar við sær, at eg varð noyddur at ferðast vestur í Vágarnar til arbeiðis. Vit vitstu, at tað fór at verða trupult eina tíð at ferðast við SAM, og serliga við skeivum arbeiðstíðum [...] arbeiðstíðum, har ikki slapst heim hvørt kvøld, men hetta fór at gerast heilt øðrvísi, tá fasta sambandið kom - ivaðust vit ikki í. Stutt eftir hetta varð endaliga samtykt at fara undir tunnilin, og spenningurin
verandi har. Joan sigur, at Zakaris letur til at trívast væl í Dáanum, men tað er veruleiki, at Dáin ikki longur megnar at nøkta hansara tørv longur. - Men vit fara also ikki at blaka nakran út her frá [...] sagt, ein av brúkarunum, sum er í dagumlætting. Í grein í blaðnum í gjár vísti mamma hansara á, at hóast heimið er gott fyri gerandisdagin hjá Zakarisi, so eigur hann ikki at vera har longur. Men tá onki [...] soleiðis at tey koma út millum fólk, í staðin fyri bert at vera ínni í Dáanum. Onkur hevur skemtandi tikið til, at Dáin er vorðin ein býarmynd í Klaksvík, tí óansæð veður ella vind, so er næstan ikki ein dagur
sleppur inn í bygningin. Tað ber tó til at umskipa nakað av arbeiðinum soleiðis, at hetta sum heild ikki fær stórvegis avleiðingar fyri samlaðu verkætlanina. - Vit kunnu tó fegnast um, at sjálvur bygningurin [...] Glasi hendi tað, at fyribilstakið, ið varð lagt á í heyst, og sum skal halda bygningin turran, skrædnaði undir aðrari ódnini. Hóast talan er um ein tryggingarskaða, ber hetta tíverri í sær, at partur av in [...] Heldur ikki innan økir hjá Landsverki fóru jólaódnirnar skaðaleysar framvið. Á Glasi skrædnaði fyribilstakið, sum er lagt á fyri at halda bygningin tættan. Sostatt kann í løtuni ikki arbeiðast við fullari
heldur ikki lesa Navn Guds YHWH (Eg Eri), táið teir lósu Orð Guds upp í synagoguni, men lósu í staðin Adonai (Harrin) ? hetta var ivaleyst at gera ov nógv av, men vit kristnu eiga ikki at leypa í hina grøvina [...] og eg havi ætlað mær at skriva um hetta í áravís, uttan at hava fingið upp í lag at gera tað. Men betur seint enn ongantíð, og nú teir eru vorðnir fløguaktuellir aftur, so rann hetta mær til hugs. Fyrst [...] (Róm.2:24). Sum er, ber ikki til at ummæla tónleikabólkin I AM, uttan at siga, at ein dámar ella dámar ikki »EG ERI« (Harran, Gud Jehova). Hvat um nú onkur (ikki eg) heldur, at tónleikurin hjá I AM er
tosað um at gera eina avtalu við donsku stjórnina, ið inniber, at vit fáa fullveldi einaferð í framtíðini. Men hetta er ikki nakað, Høgni Hoydal kann taka undir við. ? Vit skulu ikki fara at spekuler í nøkrum [...] ynskja at leggja kósina í fullveldismálinum um, fyri yvirhøvur at náa málinum. Tí spyrja vit Høgna Hoydal, um tað ber til at halda fram at siga, at landsstýrið stendur øksl móti øksl í fullveldismálinum. [...] víst á, at partar av Fólkaflokkinum ynskja at leggja kósina í fullveldismálinum um, fyri at røkka endaliga málinum. Tað eru tríggir av fremstu persónunum í Fólkaflokkinum, sum alment hava víst á, at teir