Langtíðarætlan tryggja bestu viðurskifti á skúlaøkinum

Útbyggja vit ikki okkara skúlaverk eftir eini væl umhugsaðari langtíðarætlan, enda vit í tilvildarligum kloddaloysnum

 

Tórfinn Smith

býráðslimur og valevni


Tað kann ikki vera rætt, at hvør skúlaársbyrjan loypir hvøkk á kommunalu myndugleikarnar í Havn. Tá sýnist sum panikkur kemur í. Er nú pláss fyri allar næmingarnar? Hvør skúli skal hýsa hvørjum? Skulu vit ikki bara byggja eitt sindur upp í onkra barakk? Ella keypa onkur sethús í grannalagnum, sum verða boðin býráðnum til sølu? So er problemið loyst fyri í ár!? Hetta er ein arbeiðsháttur, men neyvan hin rætti.

Tað forpliktar, at triðji hvør næmingur í føroyska fólkaskúlanum gongur í skúla í Havn. Síðani skúlaárið 1997/98 til í ár er næmingatalið økt við 385. Hetta setur sjálvandi stór krøv til karmin - skúlabygningarnar, sum er kommununar partur at nøkta. Burtursæð frá knappligari og óvanligari tilflyting er ikki so torført at gera framrokningar í sambandi við tørv á skúlabygningum. Børnini verða hóast alt fødd sjey ár áðrenn tey vanliga fara í skúla.

Skulu vit, og tað er í hvussu er mín hugsan, geva okkara skúlaungdómi best møguligar umstøður, stytstu og tryggastu leið í skúla, og best møguliga skúlaumhvørvi, er einasta leið, at analysera verandi tørv og harnæst at planleggja við teimum framrokningum og amboðum annars, sum eru til taks. Og fyri at hetta ikki bert skulu vera orð, skal sjálvandi neyðug upphædd setast á fíggjarætlanina á hvørjum ári.

Ein tílíkur arbeiðsháttur er betri og bíligari enn tilvildarligar kloddaloysnir, sum viðhvørt stinga seg upp, og harafturat, so vita børn, foreldur og øll onnur, hvat teimum stendur í boða tey næstu árini.

Ein tílík langtíðarætlan er sjálvsagt tengd at nýggjum útstykkingarætlanum, har barnaansingarstovnur, frítíðarskúli, fólkaskúli, trivnaðarmøguleikar og alt annað eru natúrligir partar av.