Skattaprosentið í Havn lækkar ikki

Næsta ár verður skattaprosentið í Havn óbroytt, men minnilutin í Býráðnum vil hava barnafrádráttin hækkaðan

 

Tórshavn


Næsta ár verður skattaprosentið í Havn tað sama, sum tað er í ár, tvs 18,75%.

Tað er greitt, nú Býráðið leggur seinastu hond á fíggjarætlanina fyri komandi ár.

Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at Havnin stendur í sera stórum vøkstri og tí stendur á at fylgja við at byggja skúlar, vegir, barnaansing og alt annað út, sum krevst fyri at kunna hýsa øllum hesum fólkunum.

Harumframt hevur Býráðið sett sær fyri at gera eitt ordiligt hál fyri at fáa skuldina hjá kommununi niður.

Næsta ár er ætlanin at betala 18 milliónir í avdráttum, men harumframt koma so 16 milliónir í rentum. Sostatt skal kommunan betala 34 milliónir næsta ár í rentum og avdráttum.

Í ár hevur kommunan betalt 20 milliónir í avdráttum

Næsta ár fer skuldin hjá kommununi sostatt beint niður um 200 milliónir og tað er minni enn ein hálv álíkning, tí komman fær 400 milliónir inn í skatti

Sostatt er kommunan rættiliga væl fyri í so máta og tað gevur henni eisini eitt størri, fíggjarligt frælsi.


Hækka barnafrádráttin

Á býráðsfundi herfyri boðaði minnilutin frá, at sum heild tók hann undir við fíggjarætlanini fyri komandi ár.

Minnilutin tekur eisini undir við, at skattaprosentið skal vera óbroytt. Minnilutin er samdur í, at tað er óráð at lækka skattin, samstundis sum kommunan hevur lutfalsliga stóra skuld at dragast við og samstundis sum stórar uppgávur liggja fyri framman at loysa.

Hinvegin eru minnilutin og meirilutin ikki samd um, hvussu stórur barnafrádrátturin skal vera komandi ár.

Meirilutin mælir til at varðveita barnafrádrattin upp á 3.500 krónur fyri hørt barn undir 18 ár, men minnilutin mælir til at hækka hann 500 krónur, upp í 4.000 krónur fyri hvørt barn.

Á Býráðsfundi herfyri, upplýsti Leivur Hansen, at hetta fer at kosta kommununi 2,7 milliónir.

Minnilutin mælir eisini til at seta 400.000 krónur av til eina vitjunartænastu til eldri fólk.

Hann helt, at ein stór kommuna sum Havnin, eigur at hugsa nógv um tey eldru og at veita teimum eina hjálpandi hond. Hetta var eisini í samsvari við eldrarálitið hjá Býráðnum um eldrapolitikkin í kommununi tey komandu árini

Á býráðsfundi herfyri greiddi Elin Lindenskov frá, at hetta er ein skipan, har sjúkrasystir eina ella tvær ferðir um árið kann fara heim til øll yvir 75 ár at kanna heilsustøðuna.

Hon heldur, at hetta kann hava eina stóra fyribyrgjandi ávirkan, so at ymsir trupulleikar verða uppdagaðir so tíðliga sum gjørligt.