Hvat hevur tú at siga um árið 2013? - Árið, ið liðið er, hevur verið sera gevandi og avbjóðandi fyri meg. Eg byrjaði árið at taka við borgarstjórasessinum í Vestmanna. Tað er ein stór ábyrgd at sita við evsta [...] nýggjárslyfti. Eg havi mangan hugsað um at geva nýggjárslyfti. Eg veit, at eg havi eina stóra last - royking - men eri ikki komin har til enn, at eg havi hug at gevast. Hevur tú nakað nýggjársynski? - [...] havi nógv ynski. Mítt størsta ynski er tó, at alt Føroya fólk skulu kenna seg væl í okkara landi. At øll fáa somu rættindi, og at øll halda sínar skyldur! At vit fáa einar javnari og rættvísari Føroyar
Keypmannahavnar fyri at liva av tónleikinum, var hann farin frá at skriva beint úr hjartanum til at skriva tónleik, sum hann væntaði fór at tekkjast øðrum. Men hetta kvøldið hevði hann valt at framføra gomul [...] frá, at hettar var hennara fyrsta framførsla í Danmark, og at hon gleddist um høvið. Eftir at hava hoyrt eina framførslu, har tú meiri ella minni sat og krympaði tær, var tað sum eitt frískt lot at hoyra [...] høvdu glett seg til at hoyra. Angu kom á pall og byrjaði at spæla sín vakra og inniliga tónleik. Sera sterk og vælskrivað løg, sum vórðu eins væl sungin. Ungi grønlendingurin greiddi frá, at síðani hann flutti
verður bókin eitt satt studie í politiskum handverki og snildum frá fremstu røð. Engell skrivar so framúr væl, halda ummælarar, at tú verður sogin inn til at góðtaka hansara treytir: At hann mest sum er [...] avdúkar, at fleiri løgreglufólk bjóðaðu seg at fjala út yvir hendingina. Sum ummælarin á Berlingske Tidende, Ditlev Tamm, turrisliga viðmerkir - Fólk siga so nógv, men tað er ikki alt, tú eigur at endurgeva [...] hann ikki vildi vera við til at eftirlíka føroyska kravinum um eina dómarakanning. Hóast Engell roynir at sannføra um, at ein slík kanning einans hevði havt við sær, at konservativi og hinir andstøðuflokkarnir
var tað skjótt, at samstundis sum at tíðirnar fóru skjótt at batna aftur, og kommunan kundi rinda skuld aftur. Men ein orsøk til, at skuldi hjá Tvøroyri varð stór, var eisini tann at nýggi skúlin [...] fakfeløgini at krevja lønina rindaða í reiðum pengum fyri ikki at vera stavnsbundin av keypmanninum. Tað var eitt ótrúliga hart stríð, har arbeiðsgevarar ongan spardi fyri at forða fyri, at fakfeløgini [...] slættaði tað. Eftir at grundstykkið var liðugt, stóð tað óbygt í fleiri ár, tí tað var lættari sagt enn gjørt at reisa pening til at byggja eitt flakavirki. Tað stóra takið var at reisa partapeningin
á Skansastovukonsert. Tað var sera stuttligt, at hoyra bólkarnar, sum spældu tá í seksti-árunum. Men at hugsa sær, at hetta tónleikaliga afturhvarvi fór at halda á í so mong ár, kom neyvan nøkrum til hugs [...] alt. Sum nevnt var tað seinast í sjeyti-árunum, at tað byrjaði, men Skansastova megnaði ikki at halda fast við hetta tiltak, og tíbetur vil onkur kanska siga. Seinast í áttati-árunum tók Neistin yvir, har [...] Sjónleikarahúsinum fríggjakvøldið 23. oktober. Hvussu leingi tey gomlu beinini (!) orka at halda á er jú ikki til at siga, men møguleikin fyri einum drúgvum kvøldi er til staðar, tí dansurin byrjar klokkan
fjøru. Bæði tilkomin og eldri vita at siga, at vrakið hevur ligið har alt tað, tey minnast, men tey fægstu vita nakað serligt um søguna aftanfyri skipið og skipsbrotið at siga. Mánadagin í hesi vikuni tosaðu [...] um so er, at lesarar vita meira at siga um skipið og kanska serliga um hendingina við skipsbrotinum, tá sluppin slítir og rekur á land, eru fólk vælkomin at senda okkum upplýsingar. Einki er at ivast í, [...] sigur, at vrakið hevur sæð tað sama út alla hansara tíð, og sum yngri plagdu teir at kava og kanna hesar forvitnisligu vrakrestir. Hann heldur kortini ikki, at nógv var at síggja, og hann dugir ikki at minnast
serligt kynstur at smíða eggjørn. Á summum knívum sæst, at smiðirnir settu einfalt búmerki undir bakkan á blaðnum. Sagt er, at tað var ein liður í smíðitilgongdini. Merkið skuldi tryggja, at herðingin av [...] Argjum. Hann fann uppá ein hátt at gera knívar, sum aðrir síðani tóku upp og sum gjørdi, at føroyskir grindaknívar gjørdust satt listhandverk. Tað nýggja í hansara knívum var, at skefti og slíðrar vórðu gjørdi [...] Hátturin at merkja sigur eisini frá, hvør smiðurin var. Eitt nú bera 4 smáir prikkar, ið mynda rútara, boð um, at smiðirnir við Gjónna við Leynavatn hava smíðað. Tríggjar opnar klingrur á rað siga frá, at
Sunbeam væl, so havi eg ikki so nógv at siga frá henni. Hon varð søkt stutt eftir at eg varð farin at umvæla skip, men eg haldi meg minnast at Martin hjá Jenusi og Eli hjá Mathiasi sigldu við Sunbem í 1940-árunum [...] millum kraftverkið hjá SEV og Líðargarðin. Eg royni nú at minna meg á, hvar skipini lógu, hvussu tey itu, og á eyðkenni teirra. Ikki er vist, at eg minnist alt líka væl. Sumbeam Innast, út fyri innaru Oyrunum [...] fyrst eg minnist hevði hon einki stýrihús, men stutt fyri tað at kríggið byrjaði fekk hon stýrihús, sum stóð aftan fyri aftaru mastrina. Saint Jacques var einasta fiskiskip í Vági, eg minnist við ongum
Eftir at teir fytrstu umførini áv landskappingini hava havt stórar trupulleikar av at koma ígongd, tykist tað nú at ganga rætta vegin hjá Kyndli. Undanfarna vikuskifti vóru teir meira enn nær við at basa [...] eisini um hetta mundi, at Kyndil rættiliga fekk skrykt seg leyst. Úrmælingarnir Sum nevnt omanfyri, so var talan hjá Kyndli um eitt satt liðavrik, men á liðum er tíbetur eisini loyvt at hava onkrar úrmælingar [...] tóktist Bjarni Wardum at vera í flokki fyri seg í álopspartinum. Skotini eru varierað og finturnar fleiri, so hvørki verja ella málverji megnaðu at rokna út, hvat næsta trekk hansara fór at verða. Harumframt
afturat, at tað vóru menninir á bedingini, ið hjálptu at taka hana upp. - Skiparin setti boyu, har hann metti, at jollan lá, áðrenn farið varð til Onglands.Tað vísti seg, at hann var á so góðari leið, at boyan [...] Dánjali, undir at seta motorar í smábátar. Teir høvdu verkstað og lítla beding, greiðir Finn frá. Finn sigur, at motorurin hevur bert tveir hestar, hóast hann er stórur á at líta. Finn minnist, at motorurin [...] Tá arbeiðið við at savna motorin er liðugt, ætlar Finn at, at motorurin skal vísast fram. Tá verður óivað høvi at hitta Finn aftur á máli. Finn er góður frásøgumaður og hevur hug at venda aftur til mangt