Gløggur buldribassi skrivar politiska søgu

Erliga sjálvævisøgan hjá Hans Engell gevur eitt tað mest undirhaldandi og neyvasta innlitið í danska politiska søgu í nýggjari tíð, meta ummælarar



Sjáldan er ein politisk sjálvævisøga fallin í so góða jørð hjá ummælarum, sum Farvel til Slotsholmen hjá Hans Engell, sum kom út um jóltíðir. Serliga er tað óvanliga góði pennurin hjá fyrrverandi formanninum í Konservativa flokkinum, sum hugtekur ummælarar og fær teir kalla bókina eina serstakliga undirhaldandi lesiuppliving. At Engell hartil er ein framúr gløggur politiskur analytikari gevur bókini eina serstøðu í longu røðini av politiskum sjálvævisøgum, verður sagt. 



Speiskur hermaður

Farvel til Slotsholmen tekur støði í Tamil-málinum og tess avleiðingum, har Engell fær víst seg sum greinaran við stóra innlitinum í danskan politikk og ikki minst søguna hjá konservativa flokkinum. Tá sama mál í 1993 letur Engell koma framat sum formann fyri Konservativa flokkinum, verður bókin eitt satt studie í politiskum handverki og snildum frá fremstu røð. Engell skrivar so framúr væl, halda ummælarar, at tú verður sogin inn til at góðtaka hansara treytir: At hann mest sum er ósekur í øllum karaktermorðunum og heldur sjálvur er offrið fyri teimum.

- Aðrastaðni frá vita vit, soleiðis var tað neyvan altíð. Men tað má lesarin minna seg sjálvan um, tí meðan tú lesur, heldur tú við Engell. Tú stuttleikar tær og flennir hart eftir óndskapsfult neyvu lýsingunum, hann borðreiðir við, av sínum partamonnum, skrivar David Rehling á Information.

Hóast rivin og skræddur eftir fallið sum floksformaður buldrar Engell víðari við síni frásøgn og sínum stríði, sum ein hermaður, ið bara má halda fram at berjast, langt aftaná at vápnahvíld er undirskrivað, sum ummælarin á Weekendavísini, Arne Hardis tekur til.

Beiska kríggið um, hvør skuldi hava sessin sum floksformaður eftir hann, gevur Engell høvi at steikja bæði sínar mótstøðu- og viðhaldsmenn yvir einum speiskum eldi, sum svíður tess meir, tí nógvir av teimum framvegis eru í politikki. Tað er Engell ikki, og tí nýtist honum ikki at leggja fingrarnar ímillum. At Engell ongum skyldar nakað ger ikki bara bókina til óvanliga sterkan politiskan lesnað, heldur Kenneth Praefke, ummælari á litteratur.nu.dk. Tað gevur eisini hesi sjálvævisøguni eina munandi størri heimild enn líknandi bøkur, ið framvegis mugu taka alskyns politisk atlit. 



Lagnutungi betongkubbin

Sjálvspeiið er sjáldan lagt burturi í bókini, og tykist at byrja longu á permumyndini, har ein málrættaður Hans Engell kemur súkklandi ótarnaður av ferðsluni kring seg. Á myndini tykist hann lættliga at kunna smoyggja sær uttan um allar forðingar á vegnum. Verri gekst honum sum kunnugt víðagitnu náttina í februar í 1997, tá Hans Engell í bili og við eini í so ríkiligari promillu rendi inn í ein betongkubba, og harvið gjørdi enda á síni politisku karrieru.

Heldur enn at umbera hendingina, letur Engell hana fylla ein stóran og sera undirhaldandi og dramatiskan part av bókini. At tað var tápuligt at seta seg í bilin ta náttina, letur hann ongan iva vera um. Hinvegin var hendingin kanska ikki bara úrslitið av, at hansara dømikraft var sett úr gildi eitt lagnutungt sekund, tí sum Engell hugleiðir:

»Politikarar liva í sínum egna veruleika, og um ongin rundan um teir hevur styrki til at toga teir út úr tí veruleikanum, kann tað enda galið. Tað var uttan iva ein av orsøkunum til, at eg endaði í hasum betongkubbanum, sum broytti bæði mítt privata og politiska lív«

Skilagóð orð frá einum manni, sum eftir øllum at døma er vorðin klókari. Tí kann tað undra, at Engell avdúkar, at fleiri løgreglufólk bjóðaðu seg at fjala út yvir hendingina. Sum ummælarin á Berlingske Tidende, Ditlev Tamm, turrisliga viðmerkir

- Fólk siga so nógv, men tað er ikki alt, tú eigur at endurgeva tey fyri og serliga ikki heingja tey út fyri, tá tey vilja hjálpa tær - men tey kunnu jú eisini bara halda munn. 



Heilsan til Føroyar

Hans Engell var formaður í Konservativa flokkinum, tá føroyska bankakreppan leikaði á fyrst í nítiárunum. Eftir øllum at døma fylti kreppan nógv í innanhýsis orðaskiftinum á Christiansborg, og eisini í bókini fær bankakreppan fitt av umrøðu. Serliga nógva orku brúkar Engell uppá at greiða frá, hví hann ikki vildi vera við til at eftirlíka føroyska kravinum um eina dómarakanning.

Hóast Engell roynir at sannføra um, at ein slík kanning einans hevði havt við sær, at konservativi og hinir andstøðuflokkarnir kundu vaska sínar hendur, tykist tað ikki, sum hann heilt fær rist málið av sær.

Minnini um bankakreppuna fáa eisini Engell at hugleiða um føroysku tjóðskaparkensluna á ein rættiliga persónligan hátt.. At føroyingar ynskja at ráða yvir sínum egna landi er væl skilligt, staðfestir hann. Men tá føroyingar tosa um loysing frá Danmark skal tað takast við fyrivarni, sambært Engell. Víst meina teir tað - men teir kenna eisini trupulleikarnar: Hvussu skal eitt lítið oyggjasamfelag, sum er fullkomiliga bundið at fiskivinnuni, klára seg, um fiskurin svíkur? Og hvat nyttar tað at vera eitt sjálvstøðugt land, um tú bara ert ein so lítil moli á stóra fatinum, at ongin tekur teg í álvara? Danmark og Føroyar hoyra saman, og soleiðs verður tað nokk, til oljan kanska einferð spríkir úr dýpinum í Norðuratlantshavinum, staðfestir Engell.

Sjálvur letur hann heldur ongan iva vera um, at hann fegnast um sítt persónliga samband við føroyingar.

»Bæði sum politikari og seinni sum blaðstjóri elskaði eg at koma til Tórshavn til fundir og samveru við Løgting og Landsstýri og seinni við mínar góðu vinir í Føroya mest framsókna miðlahúsi "Sosialurin" undir leiðslu av Jan Müller og hansara eldhugaðu fólkum«, skrivar Hans Engell 



Besta tíðin

Tað kom óvart á mong, tá Hans Engell tók við sum blaðstjóri á Ekstra Blaðnum í 2000. Var tað nøkur avís, sum hevði roynt at steðga politisku karrieruni hjá Hans Engell við at trampa áhaldandi í betongkubba-søguni, so var tað júst Ekstra Blaðið. Hetta mátti vera besta dømið um ein mann, ið ikki var beiskur av lyndi, meinti ein viðmerkjari á Ekstra Blaðnum. Undir yvirskriftum sum "Frá offri til bøðil" tulkaðu onnur bløð starvskiftið hjá Engell sum eitt slag av hevnd.

Sjálvur lýsir Engell tíðina sum blaðstjóri á Ekstra Blaðnum, sum sjey av teimum bestu arbeiðsárunum í sínum lívi.

»Í nógvar mátar er starvið sum blaðstjóri og ráðharri ikki so ólíkt. Í báðum sessum ræður um at hava yvirlit og ikki vera bangin fyri at taka avgerðir - heldur ikki tær illa lýddu. Tú skalt helst vera rættiliga sjálvhjálpin - tað er gott at hava góðar starvsfelagar, men í síðsta enda skalt tú bæði duga at lesa, skriva og hugsa sjálvur«.

Og tað dugir Engell - so mikið væl sambært ummælaranum á Information, David Rehling, at Farvel til Slotsholmen eigur at fáa fast pláss í pensum í stjórnmálafrøði. 


----------

Hans Engell, Farvel til Slotsholmen, 2008, 412 bls.