Glæntrileikurin má halda uppat

- Mín áheitan á landspolitikarar skal vera, at hesi vilja royna at finna breiðar semjur um stórmál, sigur Pauli T. Petersen.

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- Árið, ið liðið er, hevur verið sera gevandi og avbjóðandi fyri meg. Eg byrjaði árið at taka við borgarstjórasessinum í Vestmanna. Tað er ein stór ábyrgd at sita við evsta valdinum í eini kommunu, tó gerst gerandisdagurin lættur, tá tú hevur so nógv dugnalig starvsfólk, sum tey, ið arbeiða hjá Vestmanna kommunu. Sorg og skelkur hevur merkt árið, og tað er við sorgblídni, at eg minnist tey, ið farin eru.

Pauli T. Petersen vísir á, at vestmannadagarnir í juni mánaði og øll hini frálíku mentanar- og trivnaðartiltøkini gjøgnum árið, er nakað, sum eg gleðist stórliga um.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Nei, eg gevi eingi nýggjárslyfti. Eg havi mangan hugsað um at geva nýggjárslyfti. Eg veit, at eg havi eina stóra last - royking - men eri ikki komin har til enn, at eg havi hug at gevast.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Ja, eg havi nógv ynski. Mítt størsta ynski er tó, at alt Føroya fólk skulu kenna seg væl í okkara landi. At øll fáa somu rættindi, og at øll halda sínar skyldur! At vit fáa einar javnari og rættvísari Føroyar við møguleikum fyri øllum, sum her búleikast. Mítt persónliga ynski er at fáa yngsta sonin heim til Føroyar úr Suðurkorea.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Eg meti útlitini fyri 2014 verða nøkunlunda, eins og brátt farna ár var búskaparliga. Vónandi megnar landpolitiski myndugleikin at seta nakrir tiltrongdar reformar í verk, serliga hugsi eg um fiskivinnuna. Mín áheitan á landspolitikarar skal vera, at hesi vilja royna at finna breiðar semjur um stórmál, so Føroya fólk ikki longur skal verða áskoðari til slíkan glæntrileik, ið tey hava sæð seinastu tvey árini, sigur Pauli T. Petersen.