rifla, sum er vanlig í Føroyum, er tann, sum kallast Enfield og er frá 1917. Enfield-riflurnar finnast eisini í hóptali í til dømis Grønlandi, har tær verða mett sum tær mest álítandi í kalda veðurlagnum [...] sláa bakk. Mugu revsa brotini Løgreglan í Klaksvík vil ikki upplýsa, hvussu nógvar og hvørjar riflur vóru uppi í leikinum sunnukvøldið, men sýslumaðurin í Klaksvík váttar, at talan er um fleiri enn tvær [...] skotið varð, og tí hevur talan ið hvussu so er verið um tríggjar ymiskar riflur. Í blaðnum í gjár staðfestu løgreglufólk, at tey kunnu ikki taka ímóti riflum, sum fólk hava hug at sleppa av við, uttan at
Skipið er bygt í Rendsburg í Norðurtýsklandi í 1973. 10 tey fyrstu árini æt ferjan »Gustav Vasa«, og sigldi hendan ferjan millum Malmø í Suðursvøríki og Travemunde í Norðurtýsklandi. Í 1983 kom ferjan [...] við OM í 5 ár. Trúgvi hevur tó ikki verið við fimm ár í einum. – Eg var fyrst við Doulos í hálvtannað ár, og so vóru eg og konan umborð á Logos 2 í eitt knapt ár. Sum familja vóru vit við Logos 2 í gott [...] Sælandi til Gøteborg í Vestursvøríki. Hetta var 10 dagar eftir, at vit vitjaðu umborð. Skipið vitjar í skrivandi stund býin, Harlingen í Hollandi, og skal eisini vitja eina aðra hollendska havn, nevnliga Sch
seg sum professionella, bæði í Jugoslavia og í Týsklandi. ? Steðgurin í Týsklandi var ikki drúgvur. Eg var bara har í ein mánaða. Eg treivst ikki. Fólk vóru ikki so fitt sum í Føroyum. Eg dugdi ikki týskt [...] um flogbóltslið sítt, tí í ár var ætlanin at taka kappingina í føroysku landskappingini upp av álvara. Í tí sambandinum komu tey í samband við Borco Ilic, sum spælir flogbólt í SÍ. Hann er eisini úr Zvornic [...] skifti sluppu Maja og tey ikki í skúla í ein heilan mánaða, tí skúlin varð sprongdur í luftina við eini rakett. ? Hjá okkum plagar skúlagongdin at vera í tveimum. Summi ganga í skúla frá sjey á morgni til
Hann var doyptur í Nólsoyar kirkju tann 20.6 sama ár og giftist í Havnar Kirkju tann 17.12 1889 við Johannu Katrinu Niclassen av Slættanesi f. 20.8.1866. Tey búsettust í Lucas Debesargøtu í 1925. Hann átti [...] Hann giftist við Johonnu Rasminu Hansen f. 14.3 1896 í Sørvági. Tey fingu fimm børn. Hann doyði í 1986. Ættin kom úr Noregi Í blaðnum Stavnhaldinum finst í 1979 ein áhugaverd samrøða við Addaba, har hann eisini [...] gjørdist leiðari í Frelsunarherinum í Føroyum. Hann var evnaríkur og væl dámdur maður, og hann var ein dugnaligur leiðari. Men hann doyði í 1954, 46 ára gamal, meðan hann var staddur í Íslandi. Hetta var
hevði hann verið sjey ár og hevði farið í annan flokk eftir summarfrítíðina. - Og eg hugsi um, hvussu hann hevði sæð út og hvat hann hevði gjørt. Beinta Larsen í Havn er aldrin komin yvir tað, sum hendi 9 [...] meststum í ørviti. Hon heldur, at tey vórðu væl móttikin á skaðastovuni og at starvsfólkið gjørdi alt, tey kundu fyri tey. - Áðrenn Jens Harry varð lagdur í kistuna, fingu vit tilboð um at lata hann í tey klæðir [...] ár 26. oktober og hevði farið í annan flokk eftir summarfrítíðina. - Og eg hugsi um, hvussu hann hevði sæð út og hvat hann hevði gjørt. Eg havi eisini eina mynd av honum í telefonini, so hann er framvegis
avbjóðingin er fólkasamansetingin: Vit eldast støðugt. Við árslok í 2012 búðu sambært Hagstovu Føroya gott 6.600 fólk yvir 67 ár í Føroyum. Í 2032 vera vit gott 10.000 yvir 67 ár, um annars til- og fráflyting [...] samstørvum, enn í einum toppstýrdum landsstovni. Tað er í nærøkjunum vit kenna tørvin, og tað er í nærøkjunum vit dagliga liva, virka og leggja okkara skapanarmegi. Tí er tað eisini í nærøkjunum, vit eiga [...] gamal. Fjølbroytnið, sum er millum lívið í høvuðsstaðnum og lívið á bygd, har náttúran enn í stóran mun avger dagin, er m.a. tað, sum ger landið ríkt og vert at búgva í. - Soleiðis skal tað eisini vera, tá
vinir í Danmark, og nógvir hava eisini búð og vitjað í Danmark í styttri ella longri tíðarskeið. Og altíð hoyra vit tað sama: at alt er so nógv bíligari í Danmark. Spyrja vit so kenningar, sum búgva í Danmark [...] alsamt størri partur av skattainntøkunum í landinum komin inn í avgjøldum, sum ikki eru lutfalshækkandi. Hetta vil siga, at fólk í lálønarbólkunum rinda lutfalsliga nógv í mun til inntøkuna. - Verður mvg'ið [...] til handils í ávikavist Keypmannahavn og í Havn, har vit hava keypt inn í trimum føroyskum og trimum donskum handlum og samanborið prísirnar. Vit hava valt kendar merkivørur, sum eru at fáa í báðum londunum
atkvøddi um eina valdømið í 2007, so vóru 10 fólk vald úr Suðurstreymi, samstundis sum 22 vóru vald í øðrum valdømum. Samstundis búðu síðst í 2007 18.385 fólk í Suðurstreymi og 48.311 í landinum samlað. Sostatt [...] orsøk ikki er í tinginum, men Heðin Mortensen er har í staðin, og Bill Justinussen skiftir hugsan millum 2. og 3. viðgerð. Í skrivandi stund hevur Sandoyggin ein tingmann í mun til tveir í 2010 og Eysturoy [...] hendingum, sum fór í gongd beint eftir valið í 2002, og sum vit enn ikki hava sæð endaligu avleiðingarnar av nú 16 ár seinni, hóast flokkarnir eru farnir í sor og mest áhugaverda ásin í føroyskum politikki
tók aftur í tíðina og vísti á, hvussu mynstrið er broytt upp gjøgnum søguna. Báðar vegir Tað bjartskygnið, sum ræður í vinnuni í Vágum, er í fleiri førum grundað á, at framleiðslan frá virkjunum í oynni sleppur [...] Men hann uggaði seg tó í sama andadrátti við, at tað verður eisini lættari at flyta arbeiðsmegi vestur í Vágar, hóast fólk búgva í meginøkinum. Eisini leiðarin í timburhandlinum í Sørvági vísti á, at ferðslan [...] handilslív í oynni, er nakað av tí, vágafólk vænta sær, tá undirsjóvartunnilin komandi vetur verður tikin alment í nýtslu. Vága Vinnufelag skipaði mánakvøldið fyri almennum fundi í bygdarskúlanum í Miðvági
arbeiðslívinum í Fuglafirði. Men í dag hevur hon ikki orku til nógv annað enn at vera eygleiðari. Og sum hon situr við vindeyga og sær børn koma rennandi úr skúlanum niðanfyri húsini og fólk fara heim úr [...] at hon mátti siga manninum, hvussu støðan var. Men tungt var at seta orð á støðuna, og hon vildi ikki at sonurin skuldi fáa tað við beinanvegin, so inni í einum handli í Havn fortelur hon manninum, at knúturin [...] visti, at tað vóru fólk, sum vildu vita, hvussu eg hevði tað, og eg orkaði ikki at snakka um sjúkuna. Hóast henni ikki dámdi, tá fólk beinleiðis spurdu um sjúkuna, so gleddi tað hana, tá fólk komu og søgdu