Misti einkarsonin í ferðsluvanlukku: Eg hugsi um hann hvønn einasta dag

FERÐSLUVANLUKKA Tað nú eru sjey ár síðani eg misti mín einasta son, men eg hugsi framvegis um hann hvønn einasta dag, sigur Beinta Larsen, sum hevur verið illa tyngd av skuldarkenslu

- Eg hugsi um mín deyða son hvønn einasta dag.

- Eg hugsi um, at nú hevði hann verið sjey ár og hevði farið í annan flokk eftir summarfrítíðina.

- Og eg hugsi um, hvussu hann hevði sæð út og hvat hann hevði gjørt.

Beinta Larsen í Havn er aldrin komin yvir tað, sum hendi 9. februar 2005.

- Og eg vænti heldur ikki, at eg nakrantíð komi yvir hetta, leggur hon uppgevandi afturat.

Hendan vetrardagin fyri sjey árum síðani dagin misti hon sín einasta son í eini høpisleysari ferðsluvanlukku.

Hann var bara tríggjar mánaðar gamal tá ið hann doyði.


Vildi til Havnar

Beinta og maðurin, hon tá helt saman, og sum er pápi Jens Harry, sum sonurin æt, vóru farin familjuútferð til Kollafjarðar hendan mikudagin at vitja fólk, tey kendu.

- Tað var fínasta vegur, men um kvøldið brast hann á við óveðri.

Vinfólkini í Kollafirði bjóðaðu teimum at gista, tí líkindini vóru blivin so vánalig.

- Men eg setti upp á, at eg vildi sleppa heim aftur til Havnar tí vit høvdu eitt lítið barn við og vit vóru ikki útgjørd til at gista.

- Maðurin koyrdi og lítli Jens Harry lá i babylift á baksetrinum og hann var bundin í trygdarbelti.

Men tað var blivið ómetaliga hált og á Kaldbaksvegnum rendu vit og ein annar bilur saman og Jens Harry doyði av stoytinum.

- Bæði eg og pápi Jens Harry vóru illa skelkað, men eg minnist, at løgreglan og sjúkrabilur komu og vit vórðu koyrd til Havnar.

Tað var ein ræðulig koyritúrur, men tíðin aftan á var ikki minni ræðulig tíð fyri meg og pápan.

Jens Harry varð lagdur í respirator, men lívið stóð ikki at bjarga og klokkan seks um morgunin varð respiratorurin sløktur.

- Løgreglan segði, at hetta var eitt óhapp, sum ongin kundi ábyrgjast fyri, sigur Beinta.


Sleptu endanum

Beinta sigur, at tey bæði foreldrini gingu runt meststum í ørviti.

Hon heldur, at tey vórðu væl móttikin á skaðastovuni og at starvsfólkið gjørdi alt, tey kundu fyri tey.

- Áðrenn Jens Harry varð lagdur í kistuna, fingu vit tilboð um at lata hann í tey klæðir, vit vildu, men tað hildu vit ikki at vit skuldu.

Beinta sigur, at tey fingu kreppuhjálp tað fyrstu tíðina, har sálarfrøðingur tosaðu við tey.

- Men eg haldi, at tey, sum skuldu veita okkum kreppuhjálp, sleptu endanum alt ov tíðliga. Eg havi rættiliga ofta saknað, at kreppuhjálpin varð fylgd upp.

- Men tað mátti vera eitt uppsøkjandi arbeiði, har onkur bankaði á hurðina og fylgdi við, hvussu tað gekst okkum, tí sjálvi vóru vit ikki ment at hugsa so frægt sum at fara biðja um hjálp.

- Í slíkum førum má hjálpin leita offrini upp, tí offrini orka ikki at hugsa so langt.

Hinvegin fingu tey stóra og góða hjálp frá vinfólki og skyldfólki, sum vóru nógv um tey.

Serliga tann eina vinkonan var Beintu ein hollur stuðul.

- Hon gekk túrar við mær og lokkaði meg út aftur ímillum fólk, tí sjálv hevði eg hug bara at byrgja meg inni.

Bara einaferð upplivdi hon, at fólk, hon kendi, vendu sær burtur, tá ið tey møttust á vegnum, helst tí tey vistu ikki, hvat tey skuldu siga.

- Tað var ómetaliga ringt. Tað var ikki neyðugt hjá teimum at siga so nógv, bara tosa um leyst og fast.

- Eg havi havt lyndi til tað sama, men nú eg upplivdi tað sjálv, veit eg, hvussu skeivt tað er og, hvussu stóran týdning tað hevur at spyrja um støðuna og at tosa um leyst og fast.


Ræðulig skuldarkensla

Nú var hendan vanlukkan serliga syrgilig við tað, at tað var pápi Jens Harry, sum koyrdi bilin. Vórðu tit nakrantíð rakt av skuldarkenslu?

- Skuldarkenslu vóru vit bæði hart rakt av, hóast vit fingu at vita av løgregluni, at ongin ávísir hevði skyldina av vanlukkuni.

- Sjálv havi eg skuldarkenslu av, at eg setti upp á at fara til Havnar, hóast líkindini vóru ring. Tað má eg liva við, tí eg vænti aldrin, at eg komi yvir tað.

- Eg hugsi alla tíðina um, at hevði eg bara viljað verði verandi í Kollafirði, hevði vanlukkan ikki hend og vit høvdu ikki mist Jens Harry.

- Men eg helt skuldarkensluna fyri meg sjálva og tað gekk long tíð, áðrenn eg fortaldi tað fyri nøkrum, hvussu eg hevði tað.


Hann er við allastaðni

Beinta sigur, at hon hugsar framvegis um Jens Harry hvønn einasta dag.

- Eg hugsi um, at nú hevði hann fylt átta ár 26. oktober og hevði farið í annan flokk eftir summarfrítíðina.

- Og eg hugsi um, hvussu hann hevði sæð út og hvat hann hevði gjørt. Eg havi eisini eina mynd av honum í telefonini, so hann er framvegis við mær allastaðni, har eg fari.


Fríggjadagin er minnindagur teirra, sum doyði í ferðsluni og tað er ein dagur, Beinta brúkar.

- Hendan dagin plagdi eg at fara á staðið hendan minningardagin, har vanlukkan hendi og har eri eg so í friði fyri meg sjálva eina løtu.

- Eg plagdi eisini at fara út á grøvina at siga halló við hann.

Hon heldur, at tað tað hevur stóran týdning, at varpa ljós á tey, sum doyggja í ferðsluni fyri at royna at fáa bilførarar at ansa sær serliga væl.

- Tey fyrstu árini, minningardagurin var, hugsaði eg hvørja ferð, at tað er gott tað ikki eri eg, sum eigi nakran ið er deyður í ferðsluni, so ræðuligt helt eg tað vera.

- Men áðrenn nakar vardi var eg sjálv ein av teimum, sum syrgdi.

Tí hevur hesin dagurin ein serligan týdning fyri Beintu og hon veit, at hann hevur eisini stóran týdning fyri onnur.

- Kunnu vit fyribyrgja bara eini einastu vanlukku, hevur tað ómetaliga stóran týdning.

Tí heldur hon, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at varpa ljós á hesi viðurskifti alla tíðina.

Hon samanber hetta við AIDS, ráðið, sum var serstakliga virkið í áttatiárunum og úrslitið var, at tilburðirnir av AIDS alsamt fækkaðu.

Síðani er upplýsingin um AIDS fánað burtur og nú eru tað eftir fleiri, sum fáa sjúkuna.

- Sostatt má Ráðið fyri Ferðslutrygd áhaldandi varpa ljós á hesi viðurskiftini, tí eg ivist ikki í, at tað fer at bera frukt og at bilførarar fara at hugsa seg um avleiðingarnar, tað kann fáa at koyra ov skjótt.

- Tað er mín størsta ynski, at ongin skal uppliva tað sama, sum eg, sigur Beinta Larsen.

Alt ov tíðliga

Tá ið vanlukkan hendi, lærdi Beinta til Pedagog í Danmark. Men tey gjørdu av at flyta heim, tá ið Jens Harry var føddur so at lítlibeiggin kundi hava ommur og abbar og alla familjuna hjá bæði mammuni og pápanum rundan um seg.

Tískil gavst hon á pedagogskúlanum og fór at arbeiða á Lágargarði, har hon er heilsuhjálpari.

Eftir vanlukkuna gingu tað bara tveir mánaðir til hon fór til arbeiðis.

- Tá helt eg, at tað var tað besta fyri meg, tí tað tók tankarnar eitt sindur frá vanlukkuni.

- Men nú dugi eg at síggja, at tað var alt ov tíðliga, í hvussu so er fyri meg.

- Eg arbeiddi rættiliga nógv og dugdi ongantíð at hvíla meg, tí hvørja ferð fóru tankarnir at mala um vanlukkuna, so eg arbeiddi meg burtur úr tí.

Men tað gekk ikki og avleiðingin var, at í fjør varð hon rakt av herviligum tunglyndi, so hon mátti sjúkrameldast og fáa hjálp.

- Eg haldi, at tað var reaktiónin upp á vanlukkuna. Tey siga, at tíðin lekir øll sár, men eg haldi ikki, at tað passar, sigur Beinta Larsen.

LES EISINI:Eg havi fyrigivið

LES EISINI:Tilveran varð rend umkoll

LES EISINI:Eitt stillført minni um tey deyðu