Nú so nógv verður tosað um, hví útisetar ikki koma heim at búgva, er kanska vert at hyggja at, um tað veruliga er so, at prísmunurin er so stórur, sum vit ofta hava illgruna um. Tí ongin ivi er um, at livikostnaðurin hevur stóran týdning fyri, um fólk støðast ella ikki.
Fyri føroyska brúkaran er tað ongin loyna, at prísirnir á gerandisvørum eru nógv hækkaðir síðstu tíðina.
Nú brúkaraprístalið fyri síðsta ársfjórðing er kunngjørt, verður hesin illgrunin eisini váttaður. Meðalprísvøksturin í 2007 var 3,6 prosent, og á matvørum var vøksturin heili 4,3 prosent. Serliga prísirnir á breyði, kornvørum, kjøti, mjólk, ost, eggum og grønmeti, eru hækkaðir nógv, sigur Hagstovan.
Síðsta uppgerðin hjá donsku hagstovuni, Danmarks Statestik, vísur, at í Danmark var meðalprísvøksturin sama tíðarskeið 1,7 prosent, meðan hækkingin var 1,9 prosent árið fyri. Kortini hava danir havt ovurhondsstórar trupulleikar innan ávísar vørubólkar síðstu mánaðirnar.
Sambært Danmarks Statistik er prísurin á mjólk hækkaður við 17 prosentum frá november 2006 til november 2007. Grønmeti er hækkað 16 prosentum, meðan breyð og kornvørur er vornar 11 prosent dýrari. Danska blaðið Politiken sigur í mánadagsútgávuni, at eitt meðal danskt húski fer at brúka í minsta lagi 4000 krónur meiri til matvørur í 2008, og at tíðirnar við lágum matvøruprísum eru av.
Stórur prísmunur
Sosialurin hevur verið til handils í ávikavist Keypmannahavn og í Havn, har vit hava keypt inn í trimum føroyskum og trimum donskum handlum og samanborið prísirnar. Vit hava valt kendar merkivørur, sum eru at fáa í báðum londunum. Úrslitið er ikki óvæntað, at tað er so nógv dýrari at keypa inn í Føroyum enn í Danmark. Hóast talan sjálvsagt ikki er um eina vísindaliga kanning, so hava vit, undirritaða og Rólant Waag Dam, verið til handils sama dag í báðum høvuðsstøðunum, og kanna somu vørur. Og hóast onkur vildi sagt, at munur eisini er á handlum, so sum upplatingartíðum, vøruúrvali, tænastustøði og karmum annars, so skerst ikki burtur, at gerandisvørurnar í Havn eru væl dýrari enn niðri. Hví so er, er ilt at gita, tí sambært føroyskari lóggávu átti bert eitt ávíst fragtgjald at verða lagt afturat danska prísinum. Men hetta átti at verið útjavnað, tá hugsað verður um, at føroyski handilsmaðurin hevur væl lægri lønarútreiðslur enn hin danski. Føroysk og donsk avgjøld eru á leið tey somu, so har skuldi heldur ikki verið nakað at heintað.
Ein króna ella ein króna
Tað kemur dag og dagliga fyri, at fólk koma fram á vørur, sum eru hundadýrar í Føroyum, í mun til prísstøðið í Danmark. Her kunnu vit nevna prísin á byggitilfari, hobbylutum og matvørum. Í summum handlum verður lýst við, at danski prísurin er eisini galdandi í Føroyum, meðan tað í øðrum handlum verður nógv lagt afturat danska prísinum. Hóast okkurt kemur inn undir hugtakið Gatt-toll, so er tað ikki galdandi fyri allar hesar vørur. Eitt nú komu vit ein dagin fram á prísseðilin sum situr á sonevndu Bianco – skónum. Har eru prísir fyri ymisk lond prentað undir liðini av fløggunum hjá londunum. Har síggja vit undir liðini á danska flagginum, har prísurin 900,- kr. stendur, meðan talið framman fyri føroyska flagginum er 1050,- kr. Hví er hetta so? Er føroyska krónan knappliga minni verd enn tann danska? Ella føroysku føturnar fínari enn donsku?
Og alt hetta er ikki sørt hugvekjandi, tá ið hugsað verður um, at danir samstundis fýlast á, at teir eru dýrasta landið í EU. Enn einaferð verða vit mint á, at tað kanska ikki er so løgið, at okkum vanta 2000 kvinnur í í Føroyum, at ongin fólkavøkstur er, og at fólk ikki koma heim aftur eftir loknan lestur.
Lágar føroyskar lønir
Flestu føroyingar hava samband við skyldfólk og vinir í Danmark, og nógvir hava eisini búð og vitjað í Danmark í styttri ella longri tíðarskeið. Og altíð hoyra vit tað sama: at alt er so nógv bíligari í Danmark. Spyrja vit so kenningar, sum búgva í Danmark, hvussu er vorðið við lønini, so grettir ikki, at hon er munin høgri enn í Føroyum. Eitt nú er meðal læraralønin einar 6.000 kr. hægri í Danmark. Sama ger seg galdandi innan námsfrøði, sjúkrarøkt og onnur almenn størv. Verður hugt eftir lønarlagnum í privatu vinnuni, t.d. journalistar, grafikarar, teldufólk, verkfrøðingar, læknar og so víðari, er myndin júst tann sama. Og hóast danin hevur eina øðrvísi skattaskipan, umframt ognarskatt og eitt nú høgar útreiðslur til arbeiðsloysistrygging og limagjald í fakfeløgum, so hevur hann aðrar og stórar fyrimunir, til dømis tá hann er lágløntur. Her verður hugsað um, at landið hevur ásett eitt greitt fátækramark, og tí eru ávísar útjavningarskipanir, so sum íbúðarstuðul og barnastuðul.
Dýrasta land í EU
Meðan vit royna at sannføra okkum sjálvi um, at gerandisvørurnar eru bíligari í Danmark, so er tað hugvekjandi at síggja, at í veruleikanum er hetta landið, sum vit í heilum samanbera okkum við, dýrasta landið í ES. Og samanborið við øll londini í Europa eru bert Ísland, Noregi og Sveis dýrari, skrivar Jyllands-Posten.
Ein spildurnýggj donsk kanning vísir eisini, at í 2006 var Danmark dýrasta landið í ES, við einum prísstøði, sum var 39 prosent omanfyri meðal í ES. Næstdýrasta landið er Írland, har brúkaraprísirnir eru 25 prosent hægri enn meðal fyri ES.
Sambært danska brúkararáðnum er vandi fyri, at høga príslegan á gerandisvørum fer at hava við sær, at brúkarin fer at velja bíligari og vánaligari vørur.
- Høga prísstøðið á gerandisvørum hevur givið við sær, at partar av fólkinum fer at slakka uppá krøvini til dygdina. Tað er greitt, at um útreiðslurnar til mat eru høgar, so hava fólk lyndi til at velja tað bíligasta, sigur Grit Munk, starvsfólk hjá danska brúkararáðunum við Søndagsavisen 4S.
Bíligt og vánaligt fylgjast
At dýri matvørurnar hava við sær vánaligari dygd, sæst eisini á einari aðrari kanning, sum danska blaðið 24timer gjørdi í tíðarskeiðinum januar 2006 til desember 2007. Hendan kanningin vísir, at seinastu tvey árini er prísurin á heilsugóðum matvørum hækkaður við 27,8 prosentum, meðan prísurin á ósunnum vørum, so sum góðgæti, ísi og sodavatni, einans er hækkaður við 5,7 prosentum í sama tíðarskeiði.
Rasmus Kjelddahl, stjóri í danska brúkararáðnum, sigur við blaðið 24tímer, at príshækkingarnar eru øgiligir, men at vit hava nógv eftir í væntu.
- Komandi árið fara vit at uppliva uppaftur størri príshækkingar, tí prísurin á kjøti er ikki farin til stroks enn. Samstundis verður ikki lættari at vera brúkari, tá ið rentan hækkar, og kreppan so líðandi kemur krúpandi. Tá verða tað ikki einans tey fátæku, sum fáa ilt við at fáa pengarnar at røkka til matvørurnar. Eisini allar barnafamiljurnar, sum hava keypt hús og sita hart í tí, fara at kenna svian, sigur stjórin í danska brúkararáðnum.
Og er torført hjá fátøkum dønum at fáa peningin at røkka til, so er støðan uttan iva hvaðna verri her á landi. Í Danmark eru nevniliga veruligir lágpríshandlar, umframt allir teir smáu innvandrarahandlarnir, sum selja sera bíligar vørur.
Lækkið mvg'ið á mjólk og breyð
Í sambandi við stóra prísvøksturin í Føroyum, mælir samskipanin hjá verka- og fiskimonnum, Samtak, til at lækka mvg'ið á mjólk, breyð, mjøl, frukt, grønmeti og øðrum neyðugum húsarhaldsvørum fyri at lætta um í føroysku húsarhaldunum.
- Henda lækkingin hevði verið tann besti skattalættin, og hetta stig rakar eisini sosialt rætt. Hevði mvg'ið lækkað til 10 prosent av neyðugum húsarhaldsvørum, so skuldi forbrúkarin einans rinda 10 kr. omaná hvørjar 100 kr. í mun til 25 kr., sum tað er í dag, sigur Samtak.
Víðari sigur Samtak, at hóast arbeiðarafeløgini gjørdu sáttmálar, sum góðu løntakarunum ein fittan lønarvøkstur í farna ári, so er prísvøksturin á grundleggjandi vørum og tænastum hækkaður somikið nógv, at lønarvøksturin verður etin upp av hesum.
- Tað ber ikki til, at gera nakað við altjóða prísirnir á eitt nú korni og olju, men landið hevur kortini møguleika umvegis mvg skipanina at ávirka prísirnar á gerandisvørum, sigur Samtak. Og víst verður á, at seinastu árini er ein alsamt størri partur av skattainntøkunum í landinum komin inn í avgjøldum, sum ikki eru lutfalshækkandi. Hetta vil siga, at fólk í lálønarbólkunum rinda lutfalsliga nógv í mun til inntøkuna.
- Verður mvg'ið á alneyðugum nýtsluvørum lækkað, ger tað tískil stóran mun serliga hjá teimum við meðal og lágum inntøkum, sum hava fleiri børn av forsyrgja, sigur Samtak.










