hann helt hevði staðið seg best í dystinum. ? Vit mugu siga, at tað var í lagi við einum stigi. Danir vóru betri enn vit, og teir vístu, at teir hava eitt gott lið. Vit vóru als ikki við í fyrra hálvleiki [...] hálvleiki, men vit høvdu tveir góðar kjansir í seinna hálvleiki, segði Panucci, sum væntaði, at italska liðið fór at spæla munandi betri í næsta dystinum, sum verður í móti Svøríki.
kanningar høvdu víst, at tað bar ikki til at skurðviðgera hana. Sjúkan bleiv staðfest fyri tveimum mánaðum síðani, og kanningarnar avdúkaðu, at Lily hevði ein krabbameinsvøkstur á maganum, og at sjúkan hevði breitt
soleiðis at londini nýttu 5.850 milliardir krónur til hernaðarmál. Sambært svenska granskingarstovninum SIPRI var tað serliga tann amerikanski bardagin ímóti yvirgangi, sum fekk hernaðarútreiðslurnar at veksa [...] veksa so nógv í fjør. Stovnurin sigur eisini, at USA stendur fyri næstan helminginum av heimsins hernaðarútreiðslum. Í dag brúkar USA líka nógvar pengar til hernaðarmál, sum landið brúkti í áttatiárunum, [...] í Korea-krígnum og í Vietnam-krígnum. Síðani atsóknirnar at USA 11. september í 2001 eru útreiðslurnar til hernaðarmál kring heimin vaksnar 18 prosent. Hetta er beint tað øvugta av tí, sum hendi í nítiárunum
viðmerkingar. Tað er rætt, at peningur ikki er settur av til keyp av eini tílíkari skipan í 2004, men peningur er settur av til framhaldandi fyrireikingararbeiði. Eisini verður arbeitt við at leggja eina verklagslóg [...] gevur landsstýrismanninum heimild at undirskriva avtalu um keyp av talgildari heilsuskipan. Verður verklagslógin samtykt í Løgtinginum, er einki til hindurs fyri, at arbeiðið við talgildari heilsuskipan
í ferð við at taka grundarlagið undan rækjuvinnuni í Skagerrak, meina svenskir fiskimenn sambært blaðið Fiskaren. Sviarnir ákæra serliga rækjuvinnuna í Rogaland fyri dumping og hótta við at leggja málið [...] teir saman til ein felags fund við danska og norska rækjuvinnu fyri at viðgera støðuna. »Ein revsitollur á norskar rækjur merkir at tað verður dýrari inn í Svøríki,« staðfesti ein eygleiðari. »Bæði danskir
bæði sól og mána, at hetta er við at kykna uppaftur í okkara pinkulandi Føroyar. Hin Føroyski Fólkaflokkurin er nú glaðbeintur farin út í hesa fornu skurðgudadyrkan. Hetta sæst best við at teir hálova persónin [...] mong fólk: Trýr fólkaflokkurin meira á Anfinn Kallsberg, heldur enn Várharra Jesus Kristus, tað átti at verið munur á monnum. Ein anti skurðdyrkari.
ivist eg ikki í, at øll vilja tað besta. Eg havi lagt merki til, at nógv verður tosað um ES. Út frá míni persónligu meining er ES nakað, sum vit ikki skulu blíva partur av, men heldur royna at gera avtalur [...] avtalur. Sum limir høvdu vit mist allan okkara identitet. Um so verður, at ein ES grundlóg verður til endans, so má henda undir ongum umstøðum trýstast yvir høvdið á okkum. Føroyar eiga og skulu verða uttan fyri
upplýsir á heimasíðu sínari, at felagið í harðari kapping við onnur feløg hevur tryggjað sær Hall Danielsen fyri komandi kappingarár. Tað hevur annars gingið sum slatur, at Hallur var á veg til grannarnar [...] grannarnar í B36, men hesin slatur er nú, eftir at hann hevur sett navn undir ein nýggjan eitt-ára sáttmála við greipuvinnararnar. Nærkast 250 dystum Hallur er í løtuni nummar seks á listanum yvir teir leikarar [...] hevur hann leikt 237 dystir á besta mansliðnum hjá HB, og sambært heimasíðuni hjá HB ætlar Hallur at vinna seg upp á fjórðaplássið hjá Gunnar Mohr, sum hevur leikt 272 dystir.
dagar eftir at hann rundaði tey seksti, legði Fisher Hansen frá sær sum lærari á Tekniska Skúla í Klaksvík. Fischer hevur verið sera vældámdur millium lærlingar og næmingar, og hetta fekk hann at hoyra fyri [...] hartil hevur hann tætt tilknýti til flakatrolaran Vesturvón, so tað er neyvan nakar vandi fyri, at hann kemur at keða seg næstu árini. Á somu samkomu vóru 5 onnur starvsfólk, sum hava verið meir enn 25 ár
Útvarpsstøðin ABC segði í gjár frá keldum í avstralsku fregnartænastuni, at tað var serliga fartelefonin hjá Hans Blix, sum hevði áhuga, og at áhugin fyri henni var serliga stórur, hvørja ferð Hans Blix kom til [...] Fyrrverandi bretski ráðharrin Clare Short vil vera við, at bretar og amerikanarar avlurtaðu telefonina hjá ST-aðalskrivaranum, Kofi Annan, upp undir kríggið í Irak. Tony Blair vil hvørki vátta ella avsanna [...] avsanna tíðindini. Nú vilja fleiri avstralskir fjølmiðlar vera við, at telefonin hjá Hans Blix varð eisini avlurtað. Tann 75 ára gamli sviin stóð á odda fyri vápnaserfrøðingunum, sum leitaðu eftir hópoy