Seinasta vikuskiftið noyddust djórapassararnir í Central Park í New York avlíva ta átjan ára gomlu ísbjørnina Lily.
Lily hevði krabbamein, og kanningar høvdu víst, at tað bar ikki til at skurðviðgera hana. Sjúkan bleiv staðfest fyri tveimum mánaðum síðani, og kanningarnar avdúkaðu, at Lily hevði ein krabbameinsvøkstur á maganum, og at sjúkan hevði breitt seg til livrina.
Lily kom til New York úr Týsklandi í 1989. Saman við tveimum øðrum ísbjarnum, Gus og Idu, var hon sera væl umtókt ímillum tey mongu, sum komu til Central Park. Nú hon doyði, var hon átjan ára gomul. Ísbjarnir liva vanliga umleið tjúgu ár, sama um tær eru í djóragøðrum ella úti í náttúruni, skrivar AP.