Havnar Bóltfelag upplýsir á heimasíðu sínari, at felagið í harðari kapping við onnur feløg hevur tryggjað sær Hall Danielsen fyri komandi kappingarár. Tað hevur annars gingið sum slatur, at Hallur var á veg til grannarnar í B36, men hesin slatur er nú, eftir at hann hevur sett navn undir ein nýggjan eitt-ára sáttmála við greipuvinnararnar.
Nærkast 250 dystum
Hallur er í løtuni nummar seks á listanum yvir teir leikarar, sum hava spælt flest dystir fyri HB. Undan hesum kappingarárinum hevur hann leikt 237 dystir á besta mansliðnum hjá HB, og sambært heimasíðuni hjá HB ætlar Hallur at vinna seg upp á fjórðaplássið hjá Gunnar Mohr, sum hevur leikt 272 dystir.










