Nógvir pengar til hernaðarmál

Í fjør vuksu hernaðarútreiðslurnar í heiminum ellivu prosent, soleiðis at londini nýttu 5.850 milliardir krónur til hernaðarmál.

Sambært svenska granskingarstovninum SIPRI var tað serliga tann amerikanski bardagin ímóti yvirgangi, sum fekk hernaðarútreiðslurnar at veksa so nógv í fjør. Stovnurin sigur eisini, at USA stendur fyri næstan helminginum av heimsins hernaðarútreiðslum. Í dag brúkar USA líka nógvar pengar til hernaðarmál, sum landið brúkti í áttatiárunum, í Korea-krígnum og í Vietnam-krígnum.

Síðani atsóknirnar at USA 11. september í 2001 eru útreiðslurnar til hernaðarmál kring heimin vaksnar 18 prosent. Hetta er beint tað øvugta av tí, sum hendi í nítiárunum, tí tá minkaðu hernaðarútreiðslurnar aftan á tað kalda kríggið, skrivar SIPRI í einari frágreiðing