Hans Blix varð eisini avlurtaður

Tað var ikki bara telefonin hjá Kofi Annan, sum bleiv avlurtað upp undir kríggið í Irak. Tað sama var við telefonini hjá vápnaeftirlitsmanninum Hans Blix.

Fyrrverandi bretski ráðharrin Clare Short vil vera við, at bretar og amerikanarar avlurtaðu telefonina hjá ST-aðalskrivaranum, Kofi Annan, upp undir kríggið í Irak. Tony Blair vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini.

Nú vilja fleiri avstralskir fjølmiðlar vera við, at telefonin hjá Hans Blix varð eisini avlurtað. Tann 75 ára gamli sviin stóð á odda fyri vápnaserfrøðingunum, sum leitaðu eftir hópoyðingarvápnum í Irak.

Útvarpsstøðin ABC segði í gjár frá keldum í avstralsku fregnartænastuni, at tað var serliga fartelefonin hjá Hans Blix, sum hevði áhuga, og at áhugin fyri henni var serliga stórur, hvørja ferð Hans Blix kom til Irak. Upplýsingarnar vórðu sendar USA, Bretlandi, Avstralia, Ný Sælandi og Kanada, siga keldurnar sambært ABC.