Farin frá sum lærari

Eftir at hava verið í starvi sum faklærari í 33 ár á Maskindeildini á Tekniska Skúla í Klaksvík, hevur Fischer Hansen valt at siga starvið frá sær. Í hesum sambandi vóru uml. 100 fólk til móttøku á skúlanum fríggjadagin

Tveir dagar eftir at hann rundaði tey seksti, legði Fisher Hansen frá sær sum lærari á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Fischer hevur verið sera vældámdur millium lærlingar og næmingar, og hetta fekk hann at hoyra fyri í teimum mongu røðunum hátíðardagin.

Fischer er ættaður úr Mikladali, har hann fyri tað mesta er í síni frítíð, og hartil hevur hann tætt tilknýti til flakatrolaran Vesturvón, so tað er neyvan nakar vandi fyri, at hann kemur at keða seg næstu árini.

Á somu samkomu vóru 5 onnur starvsfólk, sum hava verið meir enn 25 ár á skúlanum, heiðraði. Hesi vóru: Eyolv Joensen, Jákup Pauli Sundsskarð, Linjon Jacobsen, Hans Jacob á Kósini og Sólvá Hansen.