ein stórfingin móttøka teir 15 fimleikararnir fingu tá teir komu aftur mánakvøldið. Nógv fólk vóru komin saman á Stórheyggi har móttøka var um tíggju tíðinamánakvøldið. Fimleikarir vórðu fagnaðir við blómum [...] Ynys Mon. Amboðini, sum nýtt vóru í kappingini, vóru hampuliga góð, tó var gólvið nakað hart í mun til tað, teir føroysku fimleikararnir plaga at venja á. Veðrið undir kappingini var eisini í heitara lagið
hesum báðum skjølum er rættur hins einstaka til frítt at siga tað hann vil, á tann hátt, og ígjøgnum tann miðil hann hevur hug til, greitt staðfestur. Støðan fram til 20.02.98, tá ÚF og SVF høvdu einkarrætt [...] fyri hvussu nógvir loftmiðlar kunnu senda samstundis til sama økið. Hetta kemst av, at talið av sendirásum er avmarkað. Tøknilig stýring er neyðug Til tess at tryggja, at loftmiðlarnir ikki ørkymla sendingarnar [...] ti tykist Løgtingslóg nr. 22 frá 20.02.98 um kringvarp v.m. at vera gjørd til tess at veita almennu myndugleikunum heimild til at stýra á tí innihaldsliga økinum, t.e. spurningum um hvat tilfar kann vera
vøksturin í innflutninginum til beinleiðis nýtslu, so vuksu lønarútgjaldingarnar frá 1996 til 1997 8 %, meðan innflutningurin til beinleiðis nýtslu vaks við 11 %. ? Frá 1997 til 1998 vuksu lønarútgjaldingarnar [...] innflutningurin til nýtslu við 11 %, og fyrstu fimm mánaðirnar í 1999 vuksu lønarútgjaldingarnar 7 % og innflutningurin til nýtslu 9%. ? Út frá hesum sær út til, at vøksturin í innflutninginum til beinleiðis [...] tald við. ? Tann størsti vøksturin er í innflutninginum til vinnuna, innflutningi av bilum og innflutningi til beinleiðis nýtslu. Innflutningurin til beinleiðis nýtslu er fyrstu fimm mánaðirnar í 1999 9%
sjálvir Orsøkin til, at báturin longu stendur uppi á turrum aftur, hóast einans vika er farin síðan varð flotaður á Longulinju í Keypmannahavn, er umfatandi botnskaði. Sjógvur er komin ímillum glastrevjaløgini [...] i, sum var farin at leka. Hetta var upprunaliga orsøkin til. at báturin varð tikin upp á turt, og skaðin í glasvevnaðinum tilvildarliga kom til sjóndar. Tangin er burturtikin, og verður ikki settur í aftur [...] Báturin uppkallaður Ferðaliðið verður seinni størri. Stendur tað til núverandi manningina, sleppur ein russari umborð áðrenn teir koma til Sibiria. Helvtin av ferðini gongur framvið hesum velduga landi,
Hin 22. juli í ár sendu undirritaðu opið bræv til Jógvan Jespersen, útvarpsstjóra, har vit spurdu um, hvussu tað ber til, at Javnaðarflokkurin, eftir okkara tykki, fær sersømdir í Útvarpi Føroya. Brævið [...] »Føroyar í Dag«, fingu Sambandsflokkurin, Javnarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eins nógva tíð, til at greiða frá sínum sjónarmiðum. So langt var alt í lagi. Men tað sum undraðI okkum, var at Javnað [...] Føroya. Jógvan Jespersen skal hava tøkk fyri orðini:»Tá vit eftirmeta hetta tíðindainnslagið, so ber til at siga, at tað var ov drúgt, og at tað hevði verið rættari at fylgt evninum upp dagin eftir.« Rætt
klokkan 10 fyrrapartin. Vitjanin varir til týsdagin. Tvørligt er at fáa nakra skrá fyri vitjanina. Tá blaðið fór til prentingar, var enn eingin endalig skrá komin úr Forsætismálaráðnum. Einasta, vit í skrivandi [...] forsætisráðharranum á ferðini. Og hóast blaðið ikki kemur út um vikuskiftið, fer at bera til hjá teimum, sum hava atgongd til Internetið, at lesa um vitjanina í Internetsosialinum. [...] Tindhólmi, skal forsætisráðharrin ein túr út í Mykines. Eisini er sagt, at hann skal ein gongutúr úr Havn til Kirkjubøar sunnumorgunin. Í Kirkjubø tekur Páll Patursson, í móti og greiðir frá millum øðrum Ólavskirkjuni
flogvøllinum í Vágum í gjár, vildi hann ongar viðmerkingar gera til nýggjastu upplýsingarnar um NATO-støðina. Nyrup verður verandi her í landinum til týsdagin, og næstu dagarnar kann hann vænta sær nógvar spurningar [...] Danski forsætisráðharrin hevði ivaleyst vænta eina bleyta lending, nú hann er komin á almenna vitjan í Føroyum. Men so skuldi ikki verða. Nú tað heita bankamálið er kølnað, fer ein kanning av kalda krígnum [...] spurningar um NATO-málið, so møguliga fer seinni at ber til, at fáa onkra viðmerking frá danska forsætisráðharranum
Elleman Jensen eisini ført fram alment. Jóannes Eidesgaard sigur seg hava ilt við at gera viðmerkingar til upplýsingarnar, sum TV2 er komið við, tí tað er bert ein partur av frágreiðingini, sum fer at koma [...] av kanningin er einar 70 síður, meðan tann størri parturin, sum verður gjørdur í Føroyum, ikki er komin fram. ? Men tað er nógv sum talar fyri, at vit eiga at taka hetta mál upp við danir. Tað er álvarsamt [...] eyðkent fyri tíðina fyri 40 árum síðani, at upplýsingar vóru fjaldar, men tað trúgvi eg ikki hevði borið til í dag, tí fólkaræði er so nógv sterkari og meira opið, enn tað hevur verið.
fram, at føroyingar hava verið lumpaðir av donskum mynduleikum. Prógvini eru nú almenn Føroyar hoyra til Danmarkar, og eru partur av danska verjupolitikkinum. Soleiðis hevur ljóðað undir heimastýrisskipanini [...] skjali verður staðfest at, »í Danmark er týdningarmesta málið hjá USA, framvegis at hava atgongd til at byggja verjustøðir í Grønlandi og Føroyum. Antin í NATO-, ella í amerikonskum høpi?«. Danskir p [...] við at geva tykkum Føroyar og Grønland at ráða yvir?«. Hann legði afturat, at við hesum fór játtanin til donsku verjuna at verða betur dámd í Danmørk. Fremmant hervald Føroyingar vistu væl, at radar- og
partvís at finna fram til hvør skal hava bláu troyggjuna. Oftast er prologurin ein einkultstartur, har hvør einstaki súkklarin verður sleptur avstað einsamallur við einum minutti til viðkomandi ið er frammanfyri [...] støðugt varð sligin. Eina góða løtu sá tað út til at ein av dønunum fór við sigrinum, men sum væntað varð tað Rógvi ið hevði mestu ferðina við 26 sekundum til næsta mannin, sum varð Keld Petersen, ið væntandi [...] Leirvíksbergholið, efter gamla Leirvíksvegnum, oman í Gøtudal, niðan á Gøtueiði, út til Runavík, móti Toftum, runt Agnið og aftur til Runavíkar, har ein rundteinur í Runavík verður súkklaður seks ferðir. Serliga