Endurgjaldskrav kann koma uppá tal

? Fer føroyska kanningin at staðfesta, at danir hava havt fíggjarligan fyrimun av NATO-støðini í Føroyum, kann eitt endurgjaldskrav koma uppá tal, heldur Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður

Annar av føroysku fólkatingslimunum, Jóannes Eidesgaard, heldur, at verður tað í nýggju føroysku kanningini staðfest, at danir hava havt fíggjarligar fyrimunir av NATO-støðini í Føroyum, so kann eitt endurgjaldskrav koma upp á tað.

? Tað verður sjálvandi landsstýri, sum skal taka avgerð um tað, men tað er sannlíkt, at vit kunnu brúka kanningina í eini samráðingarstøðu við danir, sigur hann.

? Eg eri ikki kløkkur av upplýsingunum um, at danir skulu verða slopnir bíligari í NATO-høpi, tí NATO-støð hevur verið í Føroyum. Tað hava vit leingi havt illgruna um.

Hetta hevur fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Uffe Elleman Jensen eisini ført fram alment.

Jóannes Eidesgaard sigur seg hava ilt við at gera viðmerkingar til upplýsingarnar, sum TV2 er komið við, tí tað er bert ein partur av frágreiðingini, sum fer at koma seinni.


Álvarsamt mál

Parturin, sum TV2 hevur fingið hendur á, helst frá donskum søgufrøðingini, sum hevur verið við í kanningararbeiðnum. Tann parturin av kanningin er einar 70 síður, meðan tann størri parturin, sum verður gjørdur í Føroyum, ikki er komin fram.

? Men tað er nógv sum talar fyri, at vit eiga at taka hetta mál upp við danir. Tað er álvarsamt, um týðandi danskir politikkarar hava fjalt upplýsingar fyri føroyingum, sigur hann.

? Tað var rættiliga eyðkent fyri tíðina fyri 40 árum síðani, at upplýsingar vóru fjaldar, men tað trúgvi eg ikki hevði borið til í dag, tí fólkaræði er so nógv sterkari og meira opið, enn tað hevur verið.