Tað var ein stórfingin móttøka teir 15 fimleikararnir fingu tá teir komu aftur mánakvøldið. Nógv fólk vóru komin saman á Stórheyggi har móttøka var um tíggju tíðinamánakvøldið.
Fimleikarir vórðu fagnaðir við blómum og øðrum. Høgni Hoydal, Leivur Hansen og Heðin Mortensen hildu røðu og hornorkestrið spældi.
Í ferðalagnum eru tey væl nøgd við túrin. Umstøðurnar vóru sum heild góðar á Ynys Mon. Amboðini, sum nýtt vóru í kappingini, vóru hampuliga góð, tó var gólvið nakað hart í mun til tað, teir føroysku fimleikararnir plaga at venja á.
Veðrið undir kappingini var eisini í heitara lagið 25 - 30 gradir, men fimleikararnir royndu at halda seg innandurað meðan kappingarnar vóru, so teir ikki brendu seg.
Ein fekk skaða
Fimleikararnir vóru sum heild heppnir við skaðum, men tað hendi tó tað keðiliga, at Eyvind Hansen fekk skaða beint áðrenn kappingina, so hann kundi ikki luttaka hjá monnum.
Tað gekk serliga væl hjá teimum føroysku kvinnunum í teimum bundnu kappingunum, har tað er oyggjaleikakomitein í fimleiki, sum sigur hvussu seriurnar skulu verða.
Men hjá monnum gekk tann fría kappingin órtúliga væl, har Føroyar bæði fingu heiðursmerki í ringum og rekk, har Føroyar vanliga ikki klára seg serliga væl, umframt á gólvi og í lopi.
Aftaná kappingarnar á Ynys Mon var veistla hildin fyri øllum luttakarunum, har tann besti fimleikarin hjá bæði kvinnum og monnum fekk handa steyp, og hjá monnum varð Helgi W. Olsen úr Føroyum kosin at verða best.
Londini, sum luttóku á fimleikaoyggjaleikunum á Ynys Mon vóru: Jersey, Isle of Man, Ynys Mon, Gibraltar, Áland og Føroyar.










