vinna. Teir høvdu eina røð av møguleikum, og vit frætta, at høvdu teir javnað, so høvdu teir ivaleyst eisini vunnið, so greitt vóru teir omaná. Jákup Midjord, sum var hangandi álopsmaður, hevði tveir stórar [...] tað er ikki longri síðani enn í fyrraárið var hann á landsliðnum. Men alt kappingarárið í fjør og eisini higartil í ár hevur hann spælt millum lítið og einki, tí hann er plágaður av skaða í beininum. Skaðanum [...] leygardagin treiskaðist hann og hjálpti liðfeløgunum í 2. deild í næstan 70 minuttir. Og tað var vorðin sum hjálp. Allan Joensen var í álopinum, og áðrenn hann noyddist at fara av vøllinum hevði hann skorað
á barnaansingarøkinum sum heild, sum skal viðgerast. At barnagarður skal vera í Sjónleikarhúsinum er als ikki aktuelt, tí eingir pengar eru settir av til tað, so tað meti eg sum avgreitt. ? Tað virkar [...] nøkur viðurskifti so sum rottuvanda og ferðslutrupulleikar. ? Eg trúgvi als ikki, at handa nevndin hevur kannað nakað sum helst. Felagið hevur gjørt ferðslukanningar fyri býráðið, har vit hava kannað, hvussu [...] kann man tosa um at vera ógegnigur. Vit hava eina rúgvu av góðum fólki í Sjónleikarfelagnum til at taka sær av tí. ? Tá ið málið um Tórsvøll var fyri fekk eg eisini staðfest, at eg ikki var ógegnigur.
báðar skúlarnar. Á føstulávint verður dansað og allir flokkar hava hvør sítt kvæði fyri, sum teir so framføra. Og vit sum fáast við føroyskan dans eru ógvuliga fegin um, at skúlin hýsir føroyskum dansi. Og [...] 500 fólkini, sum tóku lut í stóru dansistevnuni í Klaksvík um vikuskiftið, koma úr 15 dansifeløgum. Kl. 17 leygardagin komu fólk saman í Vágstúni. ? Farið varð undir at dansa ?Føroyingar sum her nú koma [...] undanfarnum stevnum hava feløgini mest sum verið mannað við tilkomnum fólki, men nú er broyting við at koma í. ? Runt um alt landið er vaksandi áhugi millum yngri fólk, sum hava áhuga í at dansa. Klaksvíkar
møtir fuglurin okkum eisini upp gjøgnum søguna bæði sum veruleiki og sum eitt súmbol. Eins og fiskurin gongur aftur sum eitt tekin fyri Kristus, stendur fuglurin fyri alt tað, sum fyri túsundum av árum [...] víðari frá barnaárunum, tá ið vit savnaðu fuglaegg og fleygaðu fuglar í bjørgunum. Lokið í loftinum er formað sum eitt spegl og myndar kensluna av djúpari avgrund. Sum drongur var man avbyrgdur í smáu [...] likkur og víðagitnu og larmandi skarvarnir. Antin á ferð einsamallir ella í flokki. Tróndur Patursson, sum mangan er við á listaframsýningum uttanlands, hevur eitt glasbúr við á sýningini í samstarvi við g
veðursjúkur fiskur, har bæði vindur og veður ávirka hana, og ætið hevur eisini sína ávirkan á, hvussu nógv er til og ikki, og tað sum vit higartil hava sæð til ætið í sildini hevur ikki givið nøkur góð tekn [...] óttast fyri, hvat vorðið er av sildini, sum tók seg upp fyri fáum árum síðani. Einki hevur verið at sæð, hon hevur staðið djúpt og bátarnir hava heldur einki fingið nú vit eru komin langt út í mai mánað. Seinni [...] fyrr enn síðst í juni. Í 97 fingu teir sild fyrst í mai og fiskiskapurin endaði miðjan juni, og nú vit eru komin um miðjan mai hevur einki verið avreitt til Havsbrún í Fuglafirði, so tað er einki løgið
vera um tey mál, sum vit leggja niðan í tingið. Tað eru tær givnu umstøðurnar, teir ytru karmarnar, sum hava týdning. Tað er tilfeingið sum vit hava, ið er tillutað á fíggjarlógini, og sum gera av, hvør [...] útoyggjarnar avfólkast. Vit kunnu eisini spyrja, hvat tað er sum ger at fólk ikki vilja búgva í útjaðaranum. Tað er ógvuliga avmarkað hvat vit kunnu gera vinnuliga, men vit skulu t.d. ikki gera ferðaætlaninar [...] Fólkaflokkin, og nú situr í sjálvstýrissamgongu, sum skal skapa Føroyum fullveldi? Tað at fara frá einum flokki, sum stendur fyri sambandi og inn í annan flokk, sum stendur fyri sjálvstýri og sjálvbjargni er
í rammum, sum eru einum landsdysti verdum. ? Eg havi ongantíð verið í námind av at uppliva ein slíkan dyst, og eg eri eisini ómetaliga spentur til finaluna. Sjálvandi liggur trýst á okkum, sum skulu gera [...] havi verið tøkur, so eg meti tað verða upplagt, at eg eisini byrji móti Brøndby, sigur Todi. Tað er væntandi, at tað verða Todi og Thomas Thorninger, sum koma at manna FCK-álopið, meðan David Nielsen og Kenneth [...] sannførdur um, at høvdu so nógvir spælarar ikki havt skaðar at drigist við, høvdu vit havt staðið okkum enn betri enn vit hava gjørt, sigur Flemming Østergaard, stjóri í FCK. Ikki bangin fyri uppgávuni Í
Østergaard við Ítróttarsosialin. ? Sjálvandi ætla vit okkum at vinna finaluna ? og tað gera vit eisini ? men skuldi tað kiksa, hava vit framvegis nátt tí, sum vit settu okkum fyri undan kappingini, og tí er [...] settu vit hol á eina nýggja tíð í FCK. Okkara mál var at enda millum trý tey bestu feløgini í landskappingini og at kvalifisera okkum til Europa-Cup. Tað hava vit nátt, og so ger tað tað sama um vit tapa [...] hava verið. Felagið førir seg fram sum eitt stórfelag við stórum ambitiónum. Felagið er liðið hjá Keypmannahavn. Liðið, sum ikki bert vil vinna DM-heitið, men eisini vil blanda seg uppí europeiskan fótbólt
gerast meira vanligt, at vinnuvirkir fáa fígging aðrastaðni eisini. Útvega stovnsfæ Sum nevnt er ætlanin, at seta á stovn ein fíggingargrunn, sum skal veita fyritøkum fígging. Ein tílíkur grunnur skal hava [...] millum. Men harafturat mugu vit eisini hugsa um, at kvívíkingar eiga helvtina av fjørðinum. Kvívíkar Kommuna røkkur heilt út á Válin, sigur Jógvan Sigurd Poulsen. ? Og tí hava vit sett í viðtøkurnar, at b [...] strið í Føroyum hevur verið tað, at tað sum eigararnir ikki kunnu útvega úr egnum lumma, hava teir fingið til vegað úr peningastovnunum. Og tað er júst her sum vestmenningar nú vilja broyta mannagongdina
Vestmanna. ? Vit hava ein frálíkan fjørð og vit hava eina góða havn. Umframt bryggjuna so hava vit ein »pier« sum er trýhundrað metrar langur. Har eru frálíka góðir útbyggingarmøguleikar. Vit kunnu til dømis [...] har dýpdin er millum 10 og 18 metur. ? Afturat tí hava vit so møguleika at gera eina atløgubryggju har sum grótbrótið er og har er dýpdin eisini 18 metrar, so umstøðurnar og útbyggingarmøguleikarnir eru [...] kommunur gera vart við umstøðurnar í kommununum í sambandi við eina møguliga oljuvinnu og nú hevur eisini Vestmanna kommuna sníkt seg upp ítann flokkin. Fyri nøkrum árum síðan setti bygdarráðið í Vestmanna