Hvalbingar trýstu og fóru í kjallaran

Fótbóltur: Ikki færri enn níggju mál komu í dystinum millum KÍ og Royn leygardagin

Tað var lívligt og málríkt, tá hvalbingar leygardagin vóru í Klaksvík. Níggju mál, upplagdir møguleikar, bjargingar á strikuni, brotsspark, og skiftandi trýst á bæði málini var tað, áskoðararnir fingu serverað.

Stóri málslúkurin hjá heimaliðnum var Allan Joensen. Hann man vera ein tann stinnasti spælarin í Klaksvík, og tað er ikki longri síðani enn í fyrraárið var hann á landsliðnum. Men alt kappingarárið í fjør og eisini higartil í ár hevur hann spælt millum lítið og einki, tí hann er plágaður av skaða í beininum.

Skaðanum er hann ikki sloppin frá, og tað ber honum langtfrá til at spæla við fullari ferð. Men hugurin er góður, og leygardagin treiskaðist hann og hjálpti liðfeløgunum í 2. deild í næstan 70 minuttir.

Og tað var vorðin sum hjálp. Allan Joensen var í álopinum, og áðrenn hann noyddist at fara av vøllinum hevði hann skorað tríggjar ferðir.

Fyrsta málið fekk hann eftir tríggjar minuttir, og fyri hálvleik skoraði hann til 2-2, eftir at Sørin Petersen, ið tíðliga var komin á vøllin fyri ein skaddan Ólav Kjølbro, hevði sent út frá baklinjuni, og hann økti til 4-2 uppá brotsspark, eftir at hann varð feldur í brotsteiginum.

Royn, sum ikki var serliga ágangandi fyrra umfarið, javnaði fimm minuttir eftir at KÍ hevði sett hol á, og sjey minuttir seinni løgdu teir seg framum. Fyrra málið skoraði Sasha Vukotic beinleiðis upp á eitt sindur spískt fríspark úr vinstru, og Njálur Niclasen skoraði seinna málið, tá hann gjørdist leysur í vinstru.

Sørin Petersen skoraði til 3-2 eftir innlegg frá Pól Juul Vilhelmsen úr vinstru.

Seinna umfarið var bara sjey minuttir gamalt, tá Royn minkaði um munin. Talan var um lítið vandamikla støðu eftir innlegg. Aftasti maðurin hjá KÍ, Egil Leivsgarð, royndi at skerma bóltin, málverjin drálaði eitt sindur og endin var, at bólturin rakti aftasta mannin og fór í málið.

So trúðu hvalbingar av álvara uppá møguleikan at fáa stig og kanska at vinna. Teir høvdu eina røð av møguleikum, og vit frætta, at høvdu teir javnað, so høvdu teir ivaleyst eisini vunnið, so greitt vóru teir omaná.

Jákup Midjord, sum var hangandi álopsmaður, hevði tveir stórar møguleikar. Aðru ferðina bjargaði Egil Leivsgarð stútaranum á strikuni, og hina ferðina sendi hvalbingurin við síðuna av.

Og so hendi tað, sum ofta kemur fyri, tá annað liðið trýstir: høgri miðvallarin hjá KÍ, Kristian Andreasen, streyk ígjøgnum og skoraði tvær ferðir. Luftin fór úr útiliðnum, og klaksvíkingar høvdu møguleikar til at skora bæði tvær og tríggjar ferðir afturat.