Føroyingar sum her nú koma saman

Sløk 500 fólk tóku lut í stóru dansistevnuni, sum var í Klaksvík um vikuskiftið.

Tey 500 fólkini, sum tóku lut í stóru dansistevnuni í Klaksvík um vikuskiftið, koma úr 15 dansifeløgum.

Kl. 17 leygardagin komu fólk saman í Vágstúni.

? Farið varð undir at dansa ?Føroyingar sum her nú koma saman?, og fólk høvdu so góðan hug at dansa beinanvegin, at trivið varð í tað næsta kvæðið eisini, greiðir Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar Dansifelag frá.

Gingið var úr Vágstúni í KÍ-høllina, har stevnan varð sett av Heina Mohr. Tá ið borðhaldið varð av, var farið í Skálan, tá ið tann stóra dansináttin byrjaði.

Skipað verður fyri dansistevnu triðja hvørt ár. Vága Dansifelag byrjaði og nú hava øll feløgini í Slái ringi skipað fyri.

? Landsfelagið fer nú at taka støðu til, um haldast skal fram við at hava dansistevnur. Á stevnuni søgdu vágafólk, at tey eru til reiðar at skipa fyri um trý ár, sigur Heini Mohr.

Á undanfarnum stevnum hava feløgini mest sum verið mannað við tilkomnum fólki, men nú er broyting við at koma í.

? Runt um alt landið er vaksandi áhugi millum yngri fólk, sum hava áhuga í at dansa. Klaksvíkar Dansifelag hevur gjørt nógv við barnadans ígjøgnum árini, men ikki tey síðstu árini, tí undirtøkan hevur verið ov lítil. Tí hava vit lagt meiri dent á at fáa tey tilkomnu við, men vit kundi ynskt, at tey yngru vóru meiri við. Hava tey ungu hug at dansa eru tey vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur Heini Mohr.

? Dansurin er komin í báðar skúlarnar. Á føstulávint verður dansað og allir flokkar hava hvør sítt kvæði fyri, sum teir so framføra. Og vit sum fáast við føroyskan dans eru ógvuliga fegin um, at skúlin hýsir føroyskum dansi. Og ikki minst, at fleiri lærarar eru uppi í dansinum, sigur Heini Mohr.

Á stevnuni legði Klaksvíkar Dansifelag fyri við Guldbrandskvæðinum. Teimum í hølunum komu hini 14 dansifeløgini. Kvøðið varð út í eitt frá kl. 10 á kvøldið til kl. 03.00 um náttina. Lítil steðgur var, tá ið borðreitt var við morgunmati, og so varð aftur farið uppá gólv til kl. 06.00 á morgni.


Myndir: Harald Petersen.