FCK-stjórin: Vit hava nátt málinum

Fótbóltur: Sjálvt um Brøndby skuldi vunnið greipuna frammanfyri nøsini á FCK, er stjórin í FC Keypmannahavn nøgdur við kappingarárið

Hóast stórkeyp av góðum fótbóltsspælarum stendur FC Keypmannahavn enn einaferð í skugganum av erkafíggindunum úr Brøndby.

Teir gulu eru farnir við meistaraheitinum, og hósdagin hava teir møguleika at fáa greipuna í hús fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Men hóast tað skuldi eydnast, og FCK sat eftir við berum silvuri, vil stjórin í FCK Keypmannahavn, ikki hoyra talan um orðið fiasko.

? 1. juli í fjør settu vit hol á eina nýggja tíð í FCK. Okkara mál var at enda millum trý tey bestu feløgini í landskappingini og at kvalifisera okkum til Europa-Cup. Tað hava vit nátt, og so ger tað tað sama um vit tapa steypafinaluna móti Brøndby, sigur Flemming Østergaard við Ítróttarsosialin.

? Sjálvandi ætla vit okkum at vinna finaluna ? og tað gera vit eisini ? men skuldi tað kiksa, hava vit framvegis nátt tí, sum vit settu okkum fyri undan kappingini, og tí er als ikki talan um nakra fiasko hjá okkum.

Stjórin er sannførdur um, at høvdu spælararnir hjá honum ikki havt so nógvar skaðar at drigist við gjøgnum alt kappingarárið, hevði felagið staðið seg enn betur.

Og skaðar eru eisini stóri vandin fram móti steypafinaluni í morgin, tí fleiri av stuðulsspælarunum hava sitið uttanfyri seinastu dystirnar.


Sló nevan í borðið

Flemming Østergaard hevur saman við øðrum góðum monnum lagt meiri professionellar rammur í FCK, enn tað nakrantíð áður hava verið.

Felagið førir seg fram sum eitt stórfelag við stórum ambitiónum. Felagið er liðið hjá Keypmannahavn. Liðið, sum ikki bert vil vinna DM-heitið, men eisini vil blanda seg uppí europeiskan fótbólt.

Men tá felagið ikki klárar at ikki klárar at vinna dystir móti smærru og minni máttmiklu feløgunum í Keypmannahavn, er skjótt at staðfesta, at tað er langur vegur til europeiska toppin, og at FCK kanska ikki er komið so langt ávegis, sum teir sjálvir halda.

Sunnudagin tapti FCK fyri AB á Gladsaxe Stadion og fyri 10 døgum síðani máttu teir lúta á Lyngby Stadion.

Dysturin móti AB skapti ikki stóra dramatikkin, tí umberingin var teir mongu skaðarnar, men eftir dystin móti Lyngby, var stjórin í øðini.

Hann sló nevan í borðið, og kravdi av sínum spælarum, at teir vístu tann hugburð, sum má krevjast av yrkisspælarum.

? Móti Lyngby meldaðu nógvir av spælarunum fullkomiliga frá, og tað var ein skomm at síggja. Tað hava vit tikið upp í felagnum, og tað er tosað væl og virðiliga ígjøgnum, sigur Østergaard.

? Og tú skalt í grundini ikki siga so nógv við spælararnar, tí teir eru skilagóðir og vita best sjálvir, tá teir hava avrikað nakað vánaligt. Tú skalt næstan bara hyggja uppá teir.

Og um tey stóru orðini hava hjálpt fæst at síggja í morgin, tá FCK hevur møguleikan at vinna gull.

Stjórin er optimist, men um hann aftur má lata seg skuffa og ásanna, at FCK er á veg fram og ikki enn er komið, liggur í hondunum á Toda Jónssyni og hansara liðfeløgum.

Dysturin byrjar klokkan 15.00 og verður sendur beinleiðis í SvF frá kl. 14.45.