Á valinum í 1990 kom Finnbogi Arge í tingið fyri Sambandsflokkin. Har var hann í tvey ár, men fór úr flokkinum, tí hann var ósamdur við førda politikkin, ið ikki stóð mát við tað, sum flokkurin hevði sagt seg vilja fremja. Hann gjørdist uttanflokka tingmaður.
Á valinumhesaferð stillaði hann upp fyri Fólkaflokkin, men fekk ikki tingsess.
Finnbogi Arge fekk kortini í boðið at gerast landsstýrismaður í vinnumálum, og tók av.
Ert tú ikki bangin fyri at trúvirðið títt rýkur, tá tú frá at vera sambandsmaður skifti til borgarliga Fólkaflokkin, og nú situr í sjálvstýrissamgongu, sum skal skapa Føroyum fullveldi?
Tað at fara frá einum flokki, sum stendur fyri sambandi og inn í annan flokk, sum stendur fyri sjálvstýri og sjálvbjargni er kanska eitt langt lop, men upprunaligur var eg limur í Fólkaflokkinum, tó at eg ikki var aktivur limur. Eg ætlaði mær ikki at stilla upp hesaferð, hóast eg hevði innlimað meg í Fólkaflokkin.
Tá eg varð biðin um at stilla upp, helt tað vera rættast kortini, av tí at eg hevði broytt áskoðan og ásannaði, at eg hevði gjørt eitt mistak á tjóðskaparliga økinum. Varð eg ikki valdur, fór eg at gevast í føroyskum politikki med alla, sigur Finnbogi Arge.
Um tað at broyta politiska áskoðan og flyta úr Sambandsflokkkinum í Fólkaflokkin, sigur Finnbogi Arge:
Eg helt at teir meintu tað í álvara
Eg helt veruliga, at Sambandsflokkurin meinti tað í álvara, tá sagt varð at stór broyting skuld fara fram í flokkinum, sum gjørdi tað møguligt at gera munagott politiskt arbeiði, eins og flokkurin gjørdi eitt ávíst arbeiði fyri at fáa meg at stilla upp í 1990.
Tá varð sagt í Sambandsflokkinum, at heimastýrislógin var so víð, at hon kundi stevna ímóti loysingini. Har kundi nógv gerast, tó at vit frameftir skuldu vera í rikisfelagsskapinum.
Tað helt Finnbogu Arge ljóða áhugavert, og tá tað eisini stóð í stevnuskránni hjá Sambandsflokkinum, at heimastýrislógin skuldi dagførast og neyðugar broytingar gerast, vildi hann royna.
Í dag kann eg siga: Eg fór uppí Sambandsflokkin undir skeivum fortreytum. Sum limur í flokkinum var eg altíð mettur sum sjálvstýrismaður av einum bólki í flokkinum.
Tað hevur havt nógv at týða fyri meg, at vit hava búskaparligt frælsi. Tað er fyritreytin fyri tjóðskaparligum frælsi. At hava tjóðskaparligt frælsi, men at aðrir skulu stýra hesum við lánsveitingum og treytum, er ikki nakað veruligt sjálvstýri, sigur Finnbogi Arge.
Tað, sum seinastu árini er farið fram i føroyskum politikki heldur Finnbogi Arge vera, at vit eru vorðin varug við, at donsk áhugamál - hóast vit eru i ríkisfelagsskapi við danir- ikki altíð gagna Føroyum.
Danir gloymdu føroysku áhugamálini
Bankamálið er myndin av eini ósemju, har danska stjórnin kom í tvístøðu og rættiliga sjónliga tók donsk áhugamál framum okkara. Teir arbeiddiu bert fyri Den Danske Bank og ?gloymdu føroysksu áhugamálini. Her gjørdu danir eitt stórt mistak.
Eg var í Sambandsflokkinum, tá bankamálið kom. Har hendi nógv og tað gekk rættiliga skjótt fyri seg, men tá ósemjan í 94 og 95 var í hæddini, tók eg avleiðingarnar, og fór úr Sambandsflokkinum.
Finnbogi Arge sigur seg ongantíð at hava verið í tvístøðu við seg sjálvan, tí hann segði frá, tá viðurskiftini ikki kundu góðtakast. Tað var hansara avgerð, og so mátti hann taka avleiðingarnar av tí.
Tað er greitt, at hetta mugu vit sjálvi gera nakað fyri at broyta. Eg eri sannførdur um, at vit mugu taka avleiðinarnar og góðtaka, at bert føroyingar einsamallir kunnu røkja síni áhugamál til fulnar.Vit mugu taka ræði og fíggjarlga ábyrgd av landinum, sigur Finnbogi Arge.
Viðvíkjandi floksskiftinum, sigur Finnbogi Arge, at tað er løgið, at eingin setir spurnartekin við um ein borgari skiftir áskoðan og velur ein annan flokk, ella annan persón enn á seinasta vali. Tað er loyvt veljararunum, og tað verður góðtikið.
Politikarin veit
hvat fyriferst
Eg veit at nógv halda, at ein politikari skal vera støðufastur. Hann skal ikki skifta áskoðan ella meining.Tað er nokk so løgið, tí júst politikarin, sum arbeiðir dagiliga í politikki, hevur størri innlit enn vanligi borgarin, og veit hvat fyriferst.
Nú skal tú vera landsstýrismaður í sjálvstýrissamgongu?
Her er eisini nógv borgarligt í. Samgonguskjalið er ábending um hvat skal henda, men semja skal vera um tey mál, sum vit leggja niðan í tingið.
Tað eru tær givnu umstøðurnar, teir ytru karmarnar, sum hava týdning. Tað er tilfeingið sum vit hava, ið er tillutað á fíggjarlógini, og sum gera av, hvør politikkur verður førdur.
Hvat dámar tær samgonguskjalið?
Mær dámar tað væl. Besti parturin er, at vit gera upp við ríkisrættarligu støðu okkara, og taka avleiðingarnar av tí, sum er hent, og siga, at nú mugu vit taka ábyrgd av okkara viðurskiftum, og hervið fyrireika okkum til broytingarnar.
Tað verður sagt at vinnulívið skal útbyggjast, gera langtíðarætlanir o.s.fr. Hvat leggur tú í hetta?
Vit skulu gera langtíðarætlanir á øllum økjum, og skulu hava skipaðar reglur soleiðis, at allir partar vita, hvørji mál skulu fremjast. Tað er væl náttúrligt at vit skulu hava ein málsetning í hvørjum vinnuøki sær. Tað skal eitt og hvørt virki hava.
Hetta skal landsstýrismaðurin í vinnumálum vísa á ella broyta, um tað er hetta hann vil fremja.
Tit skulu fremja verulig tiltøk á útoyggjum og á smáplássum. Er hetta ein nýggj bygdamenning?
Vit skulu ansa eftir at føroyska samfelagið bert verður útbygt í og uttan fyri Havnina .Tað er tí náttúrligt at ein miðspjaðing fer fram. Gera vit einki, endar alt í Havn. Tí mugu vit vera á varðhaldi, at ikki tað sama hendir í Føroyum, sum t.d. í Íslandi, har størsti parturin av fólkinum býr í Reykjavík.
Ikki ráð at lata útoyggjar avfólkast
Okkara land er so lítið, og tí hava vit ikki ráð at lata útoyggjarnar avfólkast.
Vit kunnu eisini spyrja, hvat tað er sum ger at fólk ikki vilja búgva í útjaðaranum. Tað er ógvuliga avmarkað hvat vit kunnu gera vinnuliga, men vit skulu t.d. ikki gera ferðaætlaninar so vánaligar, at fólk ikki tíma at búgva á bygd.
Alivinnan er eisini øki hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, og hon er eitt av amboðunum, sum kann nýtast fyri at varðveita virksemið í útjaðararnum.
Tað er náttúrligt at hava smoltstøðir o.a. á bygd,men so mugu vit tryggja, at forðingar ikki verða lagdar fyri útbyggingini,sum førir við sær, at alt verður samlað á størru plássunum, sigur Finnbogi Arge.
Sosialurin vitjaði í Tinganesi fyrsta arbeiðsdagin hjá nýggja landsstýrinum, og tí er ikki stórt at frætta um framtíðarvónirnar.
Nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum heldur tað vera spennandi at fara til verka.
Serliga áhugavert er hetta, tá eg hugsi um bakkastið eg havi verið fyri í Sambandsflokkinum.
Fingið nýggjan kjans
Kennist tað sum ein uppreisn?
Ja, tað kennist soleiðis, og serliga, at tingmanningin hevur givið mær so stórt álit.
Tú kanst væl seta spurnartekin við - og tað gera ivaleyst nógv - at eg fái eitt álitisstarv nú, hóast eg ikki varð valdur í tingið.
Eg havi fingið ein nýggjan kjans í politikki, sum eg ikki hevði væntað, og tað eri eg takksamur fyri, sigur Finnbogi Arge, og heldur fyri: Kona mín plagar at siga, at lívið ikki hevur nakra endursending. Tað ræður um at brúka teir møguleikar sum tú fært í lívinum. Tú kanst velja at taka av ella at lata vera. Tekur tú av, so veitst tú ikki hvar tú endar, men so noyðist tú at taka avleiðingarnar. Tað er hetta eg vil royna, sigur Finnbogi Arge,










