kanning í 2005 við tí endamáli at staðfesta, um hetta konseptið hevur áhuga í øðrum evropeiskum londum. Higartil eru um 1000 km. av hóskandi bergi eyðmerkt í Evropa. Um 10% av hesum kunnu gagnnýtast effektivt [...] Harnæst kunnu vit fáa enn eina orkukeldu treytað av, at verkætlanin hepnast. Um so er, verður møguleiki fyri at gagnnýta vitanina um alduorku vinnuliga í altjóða høpi. Kostnaður og fígging SeWave er eitt partafelag [...] verkætlanini. Roknað verður við, at SEV og Føroya Landsstýri fíggja um 40% av kostnaðinum, meðan ES og útlendskir íleggjarar fíggja 60%. Sáttmálin um stuðulin frá ES til verkætlanina varð undirskrivaður 1. apríl
øðrum í misskiltum tjóðri. – Eg veit um menn, sum ikki kunnu dansa meir enn tveir dansir við aðrari, tí so verður konan óð, og tað eru menn, sum gerast firtnir, um konan tosar ov leingi við ein annan mann [...] opin. Og hetta kann bæði vekja og endurvekja kærleikan. Parlagið kann gránað í gerandisligum stúranum um bil, hund og lívstrygging, og tí er tað gott við høgtíðum sum ólavsøkuni, har vit í veistlulag nema [...] viðmælir kærleikscoachurin. Hon eftirlýsir spontanu gleðina á ólavsøku. Vit hava jú so nógv at gleðast um. – Hyggja vit inn í okkum sjálvi heldur enn eftir materiellum virðum, so finna vit út av, at hvør dagur
og stevnuluttakarar ígjøgnum ein heilan mansaldur, steðgaðu á og hugsaðu um mannin, sum ótroyttiliga hevur talað og skrivað um sínar innastu andaligu sannføringar, vunnar ígjøgnum eitt inniligt og langt [...] hevði havt sín 90 ára føðingardag. Komu at sita saman undir ervinum. Prátið varð um Føroyar. Hann var so mikið byrgur um hetta mundi, at sjálvur var hann til reiðar at fara til Føroyar at tala Guds orð [...] leirum lósu tað hann skrivaði ella lurtaðu eftir honum við stórum áhuga, ikki minst tá hann úttrykti seg um kristna tíðarrákið, soleiðis sum hann upplivdi tað. Læs løgfrøði Poul Madsen læs løgfrøði í sínum ungu
tí teir ikki eru limir í Sameindum Tjóðum. Fótbóltur verður bara spældur í Grønlandi 3-4 mánaðir um árið, og tað verður bara spælt á grúsvøllum. Langt er at ferðast millum ymisku bygdirnar og býirnar, og [...] samiska fótbóltssambandinum, Leif Isak Nilut hevur vónir um, at Sámaland kann spæla ein venjingardyst ímóti Føroyum. Men tá hevur FSF so ikki grett orð um - enn. Sámalandið vann seinastu VIVA-kappingina, sum [...] Fótbóltur Hóast mótgongdina síðstu árini, so eru tey flestu, sum varða av fótbóltinum í Føroyum, fegin um, at bæði landsliðini og feløgini hava altjóða avbjóðingar. Tó eru neiligar kreftir í samfelagnum, sum
seinkaða fíggjarlógin elvdi sjálvsagt til høvuðbrýggj, men annars hevur stríðið einamest staðið um tveir tunlar, um teir skulu gerast og hvør skal gerast fyrst. Her hava javnaðartingmaðurin Gerhard Lognberg [...] meirilutar frá málið til mál. Um vit t.d. taka Dannmark sum dømi, so er tað siðvenja, at stóru politisku málini verða gjørd í semju ímillum flestu flokkarnar. Talan er oftani um harðar og langar samráðingar [...] Kaos Sitandi samgonga hevur fyrsta hálva árið verið merkt av serliga nógvum rumbli og ósemjum. Samgongan sat við 17 av 33 løgtingslimum og bæði innanflokka í samgonguflokkunum og ímillum flokkarnar tyktist
børn við. Kvinnan í lívinum Tey minnast ikki akkurát, nær tað hendi. Men Harry hevur verið um tey 14 og hon um tey 13 árini. Í fyrstani var tað bara at leiðast. Og at ganga túr. Altíð úti. Og ofta saman [...] droymdi eisini um eitt heim til sín og Emmu. So skjótt hann fekk ráð, keypti hann teimum grundstykki at byggja á. Tað kostaði 928 krónur og er hetta sama grund, sum tey búgva á denna dag. Árið eftir fóru tey [...] knappliga skund. Tí mátti Harry venda sær til pápa Emmu at biðja um hond hennara. Hon var tá 18 og hann 20. - Sjálvandi mátti eg biða um hana. Eg kundi jú ikki stjala hana. Soleiðis var tað tá. Tað var
lánum upp á 7-800 tús. kr., minkaði so nógv um aktivini í bankanum, at hann – á pappírinum í hvussu so er – var insolventur. Ræðumyndirnar um, hvat fór at henda, um Bankin bara var lýstur konkurs, gjørdu, [...] við einskiljingini, til vit høvdu fingið ein virðisbrævamarknað, sjálvt um hetta bara seinkaði einskiljingini. Uppskot vóru annars um at bjóða øllum føroyingum helvtina av partapeninginum til keyps fyri helvtar [...] ið partvíst førdi landið á húsagang í áttati/níti árunum. Afturat hesum kemur etiski spurningurin: um felagsskapurin kann selja felagsognina til nøkur fá til hægri prís, enn ognin er fingin fyri. Hetta
Astrup Hansen. Nú verður so kjakast um, antin staturin skal skjóta pening beinleiðis inn í bankarnar, tí verandi hjálparpakki er ikki nóg mikið. - Tá eg í vár varð spurdur, um landsstýrið ikki átti at stramma [...] landsstýrið samstundis valdi at lækka skattin. - Tað kundi havt gingið, um ikki peningastovnarnir høvdu brenni á bálið. Men saman um tikið fingu vit ein alt ov ógvusligan vøkstur í búskapinum, og eg eri [...] fer frá einum útlánsprosenti á 26 tað eina árið niður á null tað næsta, so er tað ein støða, sum eg í hvussu er ikki havi upplivað áður. Og vit skulu vera greið um, at tað verður ikki í Løgtinginum, at nakað
aftur til Grønlands. Levi Joensen, úr Klaksvík, var skipari á Viðoynni hetta árið. Levi sigur frá, at tann 10. august 1959 um morgunin vóru teir á veg inn í Føroyingahavnina. Tað var tjúkt í mjørka, so [...] fullir og gjørdu um seg í landi. Tí valdi skiparin at fara út, hóast líkindini vóru vánalig. Annar stýrimaður á portugisaranum kom umborð á Viðoynna og segði, hvussu vorðið var og spurdi, um teir ikki vildu [...] fekk ikki tikið fólkið av Santu Mariu Magdalenu. Um ikki teir vildu fara út eftir monnunum? Levi svaraði, sum var, at teir vóru blakaðir burtur haðani fyrr um dagin. Men var tað so, at vandi var fyri fólkinum
Maud Benjardøgg. Hon segði, at í andanum av slagorðinum um, at ?fólkaskúlin er fyri øll?, verða børn koyrd í skúla, táið tey eru sjey ár. ? Fyrsta árið eru tey einar 15 tímar í skúlanum. ? Men hvør sigur, [...] at eitt barn, sum er illa fyri, yvirhøvur orkar at verða í skúla 15 tímar um vikuna. ? Er talan um eitt barn, sum er illa fyri, fær tað nakrar stuðulstímar. ? Men kanska hevði tað verið rættari at barnið [...] Suðuroynni mánakvøldið tosað Maud Benjardøgg, sernámsfrøðiligur ráðgevari í syðru helvt í Suðuroynni, nógv um tann stóra framburð, sum skúlalógin frá 1979 hevði havt, ikki minst fyri sein, menningartarnað og brekað